mangur súta. Og einki spurdist heldur burtur úr missiónsferðini hjá Sigmundi á tí sinni. Seinni, tá hann við svikum og svørði gekk á Trónd, bar betur til. Úrslitið er so kortini, at føroyingar 1.000 ár seinni [...] sum verður tann 11. juni ár 2.000. Eitt sindur av skemti stóðst av hesum á fundinum, av tí, at 11. juni, sum kunnugt, manna millum á donskum verður nevndur »Fandens fødselsdag«. Men hví ikki hátíðarhalda [...] kristnaðir vórðu á hendan hátt, hava meint so øgiliga nógv við sína trúgv. Og nakað væl av politikki man hava verið uppi í eisini. Skaldskapurin hevur eisini fingið væl burtur úr hesi hending á Tinganesi, tá
komið so mikið langt, at føroysku fótbóltsfeløgini á aðalfundinum í morgin hava møguleika at samtykkja uppskot frá FSF, sum bera við sær, at hol er sett á føroyskan yrkisfótbólt. Tað eru sjey ár síðani, at [...] skuldi halda seg burtur frá tí, sum gekk fyri seg innanfyri bøgarðarnar hjá feløgunum. Hugburðurin hjá feløgunum er broyttur síðani tá, aðalfundurin í fjør heitti á FSF um at arbeiða við uppskotum at leggja [...] varð aftur viðgjørdur á fundinum, sum FSF og feløgini høvdu í november í fjør. Nú er tilfarið farið út, og tað má metast rættiliga sannlíkt, at uppskotið fer at fáa undirtøku á fundinum í morgin. Tað
Pól í Køk var við á hesi ferð, sum hugsað verður um, men tað var ov nógv sjóvarilska, tá ið komið var norður á Boðarnar, so vent varð við aftur til Fuglafjarðar. Veðrið var annars gott á landi, men hann [...] run var undir Gøtueiði, nei, tá er ikki so gott á sjónum norðanfyri, so apostlarnir vóru aftur tiknir til hjálpar. Poul Martin á Trøðni og Pól í Køk fóru á Skarði, og er sagt um hesa ferð, at hon skuldi [...] so lætt at koma at lendingunum á plássunum norðanfyri, og er dømi um, at lína varð knytt um miðjuna á Emmu og so við fullari ferð inn ímóti og so eitt lop í føvningin á sterkum monnum, sum tóku ímóti.
eisini fór at spæla í verjuni í seinna hálvleiki, gekk betur. Í seinna hálvleiki gekk lættari hjá StÍF at fáa mál, og skjótt sást, hvønn veg tað gekk, men ikki fyrr enn seinastu tíggju minuttirnar kundu [...] talan var um eitt oddalið og eitt botnlið, tá bestu mansliðini hjá StÍF og KÍF brustu saman í høllini á Skála leygardagin. KÍF, sum er næstniðast í deildini við trimum stigum, hevði nøsina framman fyri allan [...] kundu strandingar kenna seg tryggar. Ofta eru dystirnir millum tey bæði »heimaliðini« á Skála harðir, men so var ikki hesaferð. Kollfirðingar eru ofta ágangandi í sínum álopsspæli og søkja inn í verjuna hjá
okkurt bendir á, at tey kundu verið nógv fleiri. Herfyri restaði bert eitt mál í at fáa stig móti Neistanum, og leygardagin brast bløðran ikki fyrr enn móti endanum í dystinum móti StÍF á Skála. Tá avtornaði [...] spælið ikki serliga gott, men í seinna hálvleiki gekk betur hjá báðum liðunum. VB-kvinnurnar eru stórar og stóðu seg væl í verjuni, men móti endanum gekk luftin undan, og tað avgjørdi dystin. StÍF-VB 24-21 [...] avtornaði, vann StÍF, tí tær orkaðu betur. Leikliga var lítil og eingin munur á, og liðini fylgdust allan vegin fram til seinastu fáu minuttirnar, tá strandakvinnur tryggjaðu sær sigurin og framhaldandi leiðslu
Sum so ofta í hondbóltsdystum gekk tað javnt á fyrstu minuttirnar, men bert fyrstu minuttirnar, tá kvinnuliðini hjá Stjørnuni og Kyndli spældu í KÍ-høllini í Klaksvík leygardagin. Stjørnan førdi einu løtuna [...] skeyt átta mál fyri Kyndil, og Lotte Sørensen gjørdi sjey. Hjá Stjørnuni fekk Joan M. Joensen seks mál. Á Kambsdali var søgan nøkulunda tann sama, tó við tí muninum, at GÍ var trý mál framman fyri, áðrenn Neistin
Havsbrún ætlar at varðveita støðina í Fámjin. Tað arbeiða trý fólk á henni í løtuni, stjóri er Anna Kirstina Jacobsen og tey blíva verandi á støðini Vóru troyttir Jacob Jacobsen, sum sjálvur var við at stovna [...] loyvi til støðina upprunaliga. Áðrenn Guttansstøð varð sett á stovn, høvdu fámjiningar roynt at fáa loyvi at hava smoltstøð, men tað gekk ikki, og tað skuldi fleiri royndir til, áðrenn loyvi fekst til [...] satt at siga var gravgangur eftir støðini, siga fámjingingar. Fremstir í kappingini um at fáa fatur á støðini vóru leingi Havsbrún í Fuglafjørði og eitt norskt felag. Men nú er tað so greitt, at Havsbrún
meiri filmað ævintýr enn verulig action. Ein stórur partur av spælinum gekk fyri seg sum ein interaktiv søga, so ein hevði ávirkan á handlingini í spælinum. Nú hevur fyritøkan aftanfyri, Origin ? tíbetur [...] nýtsluna av filmsbrotum munandi og tey, sum eru, ber til at sita og njóta. Afturfyri er nú full ferð á actionpartinum. Sterkar teldur Tað er ótrúligt so lætt myndastreymurin rennur um skíggjan sjálvt í teimum [...] teimum mest truplu brotunum. Spælið hevur fingið eina heilt nýggja skrá í actionpartinum, og á einari sterkari maskinu við 3D grafikkkorti og einum Pentium II sum motori, er tað meiri enn ein frægd at
felagið lat dyrnar upp mánadagin, og nógv fólk hevði verið á vitjan, bæði fyri at teknað tryggingar, men eisini til móttøkuna, fyri at heilsa upp á starvsfólk og leiðslu í felagnum. ? Tað var sera stuttligt [...] móttøka á høvuðsdeildini hjá felagnum. Nógv fólk vitjaðu, og tað er stjórin sera glaður fyri. ? Eg eri sera glaður fyri, at kappingarneytarnir hjá okkum Tryggingarsambandið Føroyar eisini komu á vitjan [...] stuttligt at vera við til. Eg hevði ikki sett vónirnar so høgt, men eg kann siga, at tað gekk betur enn væntað. Eg eri stak væl nøgdur Skulu vit døma eftir fyrsta degnum, so hevur Trygd eina ljósa framtíð í
teir millum annað á Fleyr. Fleyr-leikararnir høvdu avgjørt, at hetta ikki skuldi endurtaka seg, og teir gjørdu tí tað teir kundu fyri at fáa bukt við ÍF b beinanvegin. Striltið gekk tó, tí ÍF b fylgdi [...] royndu at sleppa fram um, men tað gekk teimum ikki eftir vild. Fleyr helt trýstið og vann settið og harvið dystin 3-0, Síðsta sett endaði 17-15 til Fleyr. Í hinum dystinum á Kambsdali sunnudagin vann Mjølnir [...] Teir royna alt teir kunnu fyri at fáa fatur á Mjølni og Fram, men so skulu dystirnir móti ÍF vinnast. Næstseinasta vikuskifti var kapping í Klaksvík, og tá vísti ÍFb, at teir kunnu geva øllum liðunum í