so at taka ímóti tí veruleikanum? – Tað veit eg sjálvandi ikki. Men eg eri púrasta vís í, at tey tá øll eru sera troytt, tí tað liggur eitt veldugt arbeiði í tí, sum nú verður framført á pallinum, sigur [...] verk, nú nýggjur sangleikur er at síggja í Norðurlandahúsinum. Leikarar eru næmingarnir í innskúlingini hjá Kommunuskúlanum – t.v.s. næmingarnir, sum ganga í 1. til 4. flokk. Leikurin sjálvur tekur [...] fyrireiking eru nógvir í tali. Heilt nógvir. – Hetta byrjaði sum eitt hugskot, sigur Ann-Mari av Skarði, sum er ein av lærarunum í Kongagøtu, og sum hevur verið eitt av oddafólkunum í verkætlanini. – Sjálvandi
at eitt fostur ikki er eitt barn. Í Sambandsflokkinum er ikki semja um henda spurningin, men við hesum havi eg sagt, hvar eg – og fleiri onnur í flokkinum – standa í hesum málinum. Helgi Abrahamsen valevni [...] altíð verður tikið fram í valstríðum er spurningurin um fosturtøku. Evnið er viðbreki, og tí er tað galdandi í flestu politisku flokkum, at valevnini standa frítt í hesum málinum. Eg haldi tað tó vera rætt [...] eingin fremur eina fosturtøku til stuttleika. Og við eini sannføring um, at fostrið bara er vevnaður, verður hetta ikki tikið í so stórum álvara. Eg eri av teirri sannføring, at eitt fostur er eitt barn,
tú ein reyðsokkur? - Nei, eg eri ikki beinleiðis ein reyðsokkur. Eg haldi, at tað ljóðar fanatiskt, og eg eri ikki fanatisk. Eg haldi, at tað skal vera pláss fyri báðum kynunum í landinum. Hvat irriterar [...] heilsufreak? - Nei, eg eri nokk sum gjøgnumsnitts-føroyingurin. Eg leggi stóran dent á at passa svøvnin, og eg royni eisini at hugsa um, hvat eg eti. Eg dyrki eitt pikkulítið sindur av kondi, men eg fari ikki út [...] tað beint nú? - Eg havi tað ordiliga gott. Eg eri just nú stødd í Paris við Tórshavnar Kamarkóri, og vit skulu hava konsert nú um eina løtu. Hvat heldur tú um føroyska miðlaheimin? - Eg haldi, at vit hava
verið gott fyri meg, og skeiðhaldarnir í Klaksvík góðir. Tí var eg nóg væl fyri at fara í gongd, tá ið á stóð. Hevði eg ikki verið á skeiði, so eri eg bangin fyri, at eg einki hevði gjørt. Tað gjørdi allan [...] skeiði á Sjónámi. – Eg trýsti, soleiðis sum eg varð lærdur. Eg blásti ongantíð i munnin hjá honum, men bleiv við at trýsta – ikki for skjótt, tí tað er sera strævið, og vildi eiga megi í eina góða løtu, um [...] yvir, tí eg var móður. Hann segði við meg, at eg skuldi ikki taka tað so tungt, um maðurin ikki kláraði tað, tí hann hevði roynt tað tvær ferðir áður uttan úrslit. Men hann fór so í gongd. Við ambulansini
persónliga avrikið í Tour de Normandie? Torkil Veyhe: Eg eri væl nøgdur. Haldi, at eg eri komin væl ígjøgnum. Hevði vónað at rakt eitt útbrot, men tað gekk sum kunnugt ikki. Eg var tó við í finaluni tvær ferðir [...] ferðir, og tað eri eg super væl nøgdur við. Eitt sindur harmiligt, at eg ikki var við longri frammi, men støðið er eisini høgt, so tað er á einari góðari leið. Eg føldi at eg kláraði at vera við so nøkurlunda [...] nøkurlunda, og tað eri eg super væl nøgdur við í mun til at hetta er fyrstu ferð eg eri við í kapping á hesum støðinum. in.fo: Hvussu hevur tað verið at roynt eitt slíkt professionelt setup? Torkil Veyhe: Stuttligt
nationalur. Men vit befinna okkum væl her. Eg eri blivin limur í Rotary-klubbanum. Onkuntíð eri eg á fundi í konservativu veljaraforeiningini í Holbæk. ”Tað er líkasum, at føroyingar støðast betur uttanlands [...] sum búgva í Danmark, verið eitt ”potentiali” ella ein stuðul fyri tað føroyska samfelagið? Jú, avgjørt. Eg eri til dømis stjóri í tveimum feløgum, sum hava heimstað í Føroyum. Og alt samskifti í dag er so [...] Sundstein úr Havn, sum í dag býr í Holbæk. Jógvan er dømi um teir, sum hava haft eitt langt og aktivt arbeiðslív í Føroyum, men sum velja at liva pensiónsárini saman við børnum og abbabørnum í Danmark. Jógvan
einsamalt við barninum, hevur tað foreldrið rætt til allar 52 vikurnar. Samkyndar mammur fáa eisini 52 vikur Í sambandi við málið sum liggur í løgtinginum í løtuni, og sum fær nógva umrøðu í miðlunum, [...] sjáldan røra tey við sjálva kjarnuna í málinum. Tí geri eg nú eina roynd at greiða frá, hvat málið snýr seg um: Øll børn fáa 52 vikur saman við foreldrunum Hvørjaferð eitt barn verður føtt í Føroyum, so fáa [...] skulu hugsa um børnini. Har eri eg samdur. Øll børn eiga at hava sama rætt til at hava annað av foreldrunum heima tær fyrstu 52 vikurnar – og tann rættin hava øll børn í Føroyum í dag. Einasti munur er, at
enn til gera. Eg skrivi hetta ikki vegna nakran avhaldsfelagsskap, tí eg eri ikki knýttur at nøkrum slíkum. Eg skrivi hetta, tí eg havi meti evnið at verða áhugavert, álvarssamt. Eg eri fult vitandi um [...] aloftast í hvør sína skotgrøv, og har fer so stríðið fram. Lítið konstruktivt fast sjáldan úr slíkum. Lat okkum venda aftur til myndatalu mína um rúsdrekka við medaljuna við tveimum síðum. Í dagsins umrøðu [...] gongdina í rúsdrekkamálinum hesi seinastu árini. Har eru broytingar hendar. Her eru sum vant ymiskar meiningar um tað. Politisk hoppan stein av steini Tá eg var smádrongur, plagdu vit at spæla í ánni. Eitt
seks tímar til hvønn næming í grunddeildini, fimm tímar til hvønn næming í miðdeildini og fýra tímar til hvønn næming í hádeildini. - Økta játtanin er ein bati, men eg eri væl greiður yvir, at tað er eitt [...] Eg eri væl greiður yvir, at tað er eitt sindur eftir, til vit koma á mál, í øllum førum til tað, sum arbeiðsbólkurin mælir til, tá ið talan er um at raðfesta flokslæraran. Tað botnar sjálvsagt í fígging [...] flokslærarin í fyrsta flokki nú fær fimm tímar og flokslærarin í øðrum og triðja fýra tímar. Hetta er tó eitt sindur frá tí, sum arbeiðsbólkurin, sum hevur arbeitt við uppskoti um broytingar í fólkaskúlalógini
dystinum. - Men eg haldi, at spælið hjá okkum sá slettis ikki so galið út. Sjálvur eri eg eisini við at venja meg við bæði sjálvt spælið og tað at spæla á graslíki, so eg rokni við, at tað verður betri [...] Sjálvandi eri eg nøgdur. Eg vildi gjarna, at talan gjørdist um uppaftur fleiri mál, men økslin hjá mær fór úr lið, og hóast eg fekk hana upp á pláss aftur, so var ikki hugsingur hjá mær um at halda fram í dystinum [...] Við einum máli og tveimum uppleggum var Brima Koroma dagsins maður í Gundadali um vikuskiftið. Og áleyparin, sum er ættaður úr Sierra Leone, var eisini væl nøgdur, tá vit eftir dystin fingu orð á hann