ein ávís skylda, juridisk og moralsk, hvílur á skúlunum viðvíkjandi børnunum. Og sjálvsagt er í huganum hjá skúlaleiðslunum, hvat kann henda børnunum, nú starvsmegin er viknað, og vánaligt eftirlit er við [...] Á størru skúlunum kring landið er ymiskt, hvussu gongur at halda tímatalvuna. Yngru og sáttmálasettu lærararnir eru raktir av arbeiðssteðgi. Men sera ymiskt er, hvussu heilsustøðan er hesa vikuna hjá lærarum [...] tænastumonnunum í skúlunum sera vánalig. Í Kommunuskúlanum í Havn sigur stjórin, at talan er um kaos og støðan er vónleys. Har eru 40 lærarar. 16 teirra eru í arbeiðssteðgi, men harafturat eru 6 lagstir
miðskeiðis í fyrra hálvleiki gjørdi eitt lop, var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Seinna helmingin av dystinum var lítið og einki at tosa um, og væl hýrdu neistaleikararnir skoraðu so at siga eftir vild. Stóri [...] fimm mál aftan fyri stóra stórskjúttan hjá vestmenningum, og framvegis eigur Heini ein dyst til góðar, so eisini her er tætt millum Neistan og VÍF. Eingin hugur Størsti trupulleikin hjá Tjaldur tykist [...] Hansson 9, Áki Olsen 7 (1), Elmar Ósá 4, Karl O. Rasmussen 3, Regin Didriksen 2, Jákup S. Kass 2 Brotskøst: Tjaldur 5, Neistin 1 Útvísingar: Tjaldur 1 Dómarar úr StÍF: Alexandur Johansen og Anfinnur Joensen
við økta koyring. Sagt verður ferð eftir ferð, at tíðirnar eru vorðnar betri, og at fólk av hesi orsøk m.a. hava betri ráð og stundir at koyra fleiri kilometrar. Men tað, sum er serliga ansvekjandi er, at [...] keðiliga hugburðsbroyting, ið fer fram í góðum tíðum, og fólk ikki longur vanda sær nóg væl um materiellu virðini. Hervið økist vandin jú fyri óhappum og vanlukkum, heldur Jens Petur Arge. Tryggingin gávufús [...] skannara, ið kostaði omanfyri 7 milliónir krónur. Men eisini í ferðsluhøpi hevur tryggingin verið gávufús. Felagið tók á sinni stig til at stovna Ráðið fyri Ferðslutrygd, og frá tí degi hevur felagið latið
samfelagsbólkar at fáa ein oljustuðul upp á 7.000 krónur, men hann heldur, at Løgtingið má tryggja sær, at hann verður ein verulig hjálp til tey lágløntu og ikki bara endar sum øktur vinningur hjá olj [...] sum vinna av støðuni, eru oljufeløgini, vápnaídnaðurin og tær stóru matvørusamtakini, sum misbrúka støðuna til at skrúva prísirnar upp í loft – og sum kanska enntá hava áhuga í at kríggið heldur fram. Uni [...] stóran vinning, oljufeløgini kunnu taka sær – serliga tá ið vit bara hava tvey oljufeløg og at vit sostatt í roynd og veru ikki hava nakra serliga kapping um oljuprísin. Kappingareftirlitið hevur víst á,
Gundadali, og tá hilnaðist tað ikki so væl. ÍF tapti 4-1 ímóti HB og 5-1 ímóti B36. Støðutalvan sigur, at hetta eigur at vera ein tann besti møguleikin hjá AB at vinna ársins fyrsta sigur. AB er aftast, og ÍF [...] hevur tapt 2-1 ímóti favorittunum í B36 og KÍ. Hjá ÍF eru allir spælararnir tøkir uttan Tóri Nolsøe Olsen, sum er leikbannaður. Hjá AB eru Jákup Pauli Breckmann og Ragnar Skála tøkir aftur, eftir at teir [...] r. Í dag er Tróndur J. á Høvdanum leikbannaður. Rógvi Skála, Filip í Liða og Markus Kryger Lindh eru skaddir. Nicklas Mehl og Thomas Junge eru farnir av landinum. Tá ið AB 2. apríl var í Fuglafirði, endaði
hava sjey sløg av søtum og veikum cider, sum liggur um 4,5% til 4,7% alkohol, og tað eru serliga hesi sløgini, sum selja. Hartil hava vit tvey sløg av turrum cider, eitt sum er 4,5% og eitt, ið er 8,2%, sigur [...] so sum vín ella øl. Og tann politikkurin hevur eydnast. - Heilt síðani Rúsdrekkasøla Landsins lat upp í 1992 hevur tendensurin verið tann, at sølan av spiritus minkar, vínið veksur og ølið stendur í stað [...] oktober 2007, so hagtølini fyri tað arið eru lítið samanberilig við 2008 og 2009. Í juli 2008 komu so fleiri sløg til, eitt nú Sommersby, og tað eru serliga hesi sløgini, sum selja, sigur Rúni Herup Olsen. Sølan
Southampton og Everton 15, Tottenham 13, Manchester United, Hull City og Newcastle 11, Swansea, Aston Villa og WBA 10, West Ham, Stoke og Cardiff 8, Fulham og Norwich 7, Crystal Palace 3 og Sunderland 1 [...] undan botninum, og í dag vunnu hesi liðini eitt stig í part í málleysari uppgerð. Í morgin spæla Aston Villa og Tottenham, og mánakvøldið hittast Crystal Palace og Fulham. Arsenal 19, Chelsea og Liverpool 17 [...] Southampton heldur fram – liðið er á fimta plássi – og staðfesting av, at samanspælið millum United og David Moyes ikki enn riggar og harvið at spælið og úrslitini ikki eru soleiðis, sum tey vóru, tá Feguson
frá klokkan 7.30 til klokkan 16.00; tilsamans 26 túrar um dagin. - Havandi í huga miðsavningina av Skúlanum á Fløtum, Musikkskúlanum, Glasi og tí ovurstóru mongd av ferðandi næmingum, lærarum og øðrum, er [...] Tann allarstørsti munurin er, at nú fara bussarnir at koyra allar dagarnar í vikuni – eisini leygardag og sunnudag. Soleiðis verður koyrt um vikuskiftið: Leygardag koyra allar leiðirnar eina ferð um tíman [...] Til bygdirnar í kommununi vera tað 10 túrar hvønn dag mánadag til fríggjadag. Leygardag vera 4 túrar, og sunnudag vera tríggir túrar. Tvær høvuðsleiðir Jákup Dam, formaður í Teknisku nevnd hjá Býráðnum, sigur
spældu sín higartil seinasta landsdyst móti San Marino. Føroyar og San Marino vóru í sama EM-undankappingarbólki tá liðini møttust heima og úti í 1995. 25. mai vunnu Føroyar 3-0 á San Marino á Svangaskarði [...] Todi skoraði hattrick, og er talan um higartil einasta føroyska hattrickið í einum UEFA ella FIFA-kappingardysti. Todi legði Føroyar á odda 1-0 tá 40 minuttir vóru farnir, og beint undan steðginum økti [...] jari tá, og dugdi Allan væl at fáa fullan pott móti okkara javnlíkum. Umframt tveir undankappingarsigrar móti San Marino fekk Allan við Føroyum eisini tveir undankappingarsigrar móti Malta og Luksemborg
leinkjuni: http://dat.fo/documents/DC7F8072-9103-47F2-82D9-3B45802F27C5.pdf - Vit vilja nýta høvið at gera greitt, at vakmyndatól bara kunnu brúkast til lóglig og saklig endamál, og vit fara ongantíð at góðtaka [...] skal der monteres videoovervågning med et system, der er egnet til maritimt brug, og hvor placeringen af kameraet og monitoren er godkendt af Administrationen…" Endamálið við regluni, sigur Dátueftirlitið [...] Eftirlitið metir tað tískil vera neyðugt at koma við kunningarskrivi til føroysk reiðarí, manningarfeløg og onnur, soleiðis at allir áhugapartar hava møguleika at kenna mørkini fyri lógligari vakmyndatólsnýtslu