Tað er ein greiður politiskur vilji, at føroyingar skulu drekka veikari løg.
Rúsdrekkapolitikkurin ásannar, at tú kanst ikki fáa allar føroyngar at gerast avhaldsmenn, men miðað verður ímóti at føroyingar skulu í alsamt vaksandi mun ganga burtur frá sterku brennivínunum til veikari løg so sum vín ella øl.
Og tann politikkurin hevur eydnast.
- Heilt síðani Rúsdrekkasøla Landsins lat upp í 1992 hevur tendensurin verið tann, at sølan av spiritus minkar, vínið veksur og ølið stendur í stað, sigur Rúni Herup Olsen, innkeypsleiðari í Rúsuni.
Nú er so eitt fjórða slag av rúsdrekka komið inn í myndina, og tað er eitt slag, ið gerst alsamt betriumtókt. Talan er um cider, ið mest kann samanlíknast við sodavatn við alkoholi í.
- Vit byrjaðu at selja cider í oktober 2007, so hagtølini fyri tað arið eru lítið samanberilig við 2008 og 2009. Í juli 2008 komu so fleiri sløg til, eitt nú Sommersby, og tað eru serliga hesi sløgini, sum selja, sigur Rúni Herup Olsen.
Sølan trífaldað
Í dag hevur Rúsan tilsamans níggju sløg av cider.
- Vit hava sjey sløg av søtum og veikum cider, sum liggur um 4,5% til 4,7% alkohol, og tað eru serliga hesi sløgini, sum selja. Hartil hava vit tvey sløg av turrum cider, eitt sum er 4,5% og eitt, ið er 8,2%, sigur Rúni Herup Olsen.
Eisini innan cider vísir tað seg, at minst verður selt av tí sterka slagnum.
- Í 2008 seldur vit tilsamans 16.519 litrar av cider, meðan sølan higartil í ár er 58.707 litrar. Og har kann so nevnast, at sølan at tí sterka cider’inum er 580 litrar, sigur Rúni Herup Olsen.
Sølan av víni hevur verið í einum støðugum vøkstri, men í ár er økingin ógvuliga markant. Heili 20% hevur Rúsan selt meiri av víni enn í fjør.
- Vit hava seinastu árini roynt at ávirka føroyingar soleiðis, at teir heldur skulu velja kvalitet enn kvantitet, tá teir keypa vín. Tað er tí miðvíst, at meðalprísurin á einari vínfløsku er vaksin seinastu árini, sigur Rúni Herup Olsen.
Viðvíkjandi spiritus, er sølan í støðugari minking. Higartil í ár hevur Rúsan selt 190.329 litrar av spiritus móti 193.833 litrar sama tíðarskeið í fjør, svarandi til smá 2%.
Eisini mynstrið í søluni av øli er greitt.
- Fyrstu árini seldu við væl meiri av sterkara ølinum, meðan støðan í dag er hon, at væl meiri verður selt av veikaru ølsløgunum, sigur Rúni Herup Olsen.
Vit fara at venda aftur til rúsdrekkasøluna í einum av komandi bløðunum.