Vakmyndatól ikki brúkast til eftirlit

- Vit fara ongantíð góðteka, at vakmyndatól verða brúkt til at hava starvsfólk undir støðugum eftirliti, sigur Dátueftirlitið.

- Vit eru vorðin varug við, at nýtsla av vakmyndatólum so at siga er vanlig umborð á føroyskum fiskiskipum. Eftirlitið metir tað tískil vera neyðugt at koma við kunningarskrivi til føroysk reiðarí, manningarfeløg og onnur, soleiðis at allir áhugapartar hava møguleika at kenna mørkini fyri lógligari vakmyndatólsnýtslu.

 

Tað sigur Dátueftirlitið í fráboðan, sum Maskinmeistarafelagið hevur lagt út á sína heimasíðu í dag. Í fráboðanini vísir Dátueftirlitið til reglu 5, kapittul VI, í Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum E, sum hevur heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum. Her verður víst á, at tað í ávísum førum er krav, at tað eru vakmyndatól umborð á fiskiskipum, ið er 15 metrar og longri:

 

"Hvor det ikke er teknisk muligt at sikre direkte udsyn fra skibets manøvreplads til alle arbejdspladser på vejrdækket, jf. regel 5.1, skal der monteres videoovervågning med et system, der er egnet til maritimt brug, og hvor placeringen af kameraet og monitoren er godkendt af Administrationen…"

 

Endamálið við regluni, sigur Dátueftirlitið, er at tryggja, at tað frá brúnni altíð er møguligt at hava yvirlit yvir øll arbeiðspláss á opnum dekki. Reglan er sostatt grundað á atlitið til trygdina hjá arbeiðsfólki umborð á fiskiskipum.

 

- Tað er Sjóvinnustýrið, ið varðar av lóg um trygd á sjónum, og tað er sostatt eisini Sjóvinnustýrið, sum í fyrstu atløgu ger av, hvørt eitt vakmyndatól kann sigast vera fevnt av regluni omanfyri. Givið er tó, at reglan bara fevnir um vakmyndatól á opnum dekki, staðsett soleiðis, at myndirnar í høvuðsheitum bara fevna um arbeiðspláss á hesum dekki.

 

Í fráboðanini, sum Maskinmeistarafelagið hevur lagt út á sína heimasíðu, verður sagt, at Dátueftirlitið hevur tikið avgerð um, at í tann mun, sum vakmyndatól greitt kunnu sigast vera fevnd av regluni omanfyri, er ikki neyðugt at senda eftirlitinum fráboðan.

 

- Fyri øll onnur vakmyndatól umborð á fiskiskipum er meginreglan um fráboðanarskyldu tó enn galdandi. Vakmyndatól kunnu fráboðast við at senda Dátueftirlitinum elektroniskt fráboðanarskjal, ið er at finna á leinkjuni: dat.fo/documents/DC7F8072-9103-47F2-82D9-3B45802F27C5.pdf

 

- Vit vilja nýta høvið at gera greitt, at vakmyndatól bara kunnu brúkast til lóglig og saklig endamál, og vit fara ongantíð at góðtaka, at vakmyndatól verða brúkt til at hava starvsfólk undir støðugum eftirliti, sigur Dátueftirlitið, sum í hesum sambandi vístir til persónsupplýsingarlógarinnar § 30, har møguleikin hjá skrásettum at kæra til Dátueftirlitið verður staðfestur.