og turkitrumlur í gongd um náttina. Hetta eru sera orkukrevjandi húsarhaldstól, sum kosta nógv árliga hjá húsarhaldinum. Harnæst er upplagt at lagra bíligu náttarorkuna í vatntanga í húsarhaldinum, sum [...] húsini við dagin eftir. Skipaninar við at lagra orku í vatntanga eru skipanir, sum verða seldar hjá øllum HVS fyritøkunum í Føroyum. Tað er serliga í tíðarsekiðinum frá kl. 21 til kl. 06, at orkutørvurin [...] um náttina, í staðin skal seljast til húsarhaldini fyri uml. 50 oyru KWt á sama hátt sum í restini av vesturheiminum. Tað merkir, at húsarhaldini kunnu koypa sær bílaga orku sum kann lagrast í vatntanga
við, at í ár flyta teir ikki niður, og í ár vinna teir sær ikki rætt at taka lut í altjóða fótbólti komandi ár. Kurt í hopla Eyðun Kjærbo hevði til uppgávu at ansa Kurt Mørkøre, sum aftur spælir í KÍ álopinum [...] til staðar, og í staðin fyri vóru tað KÍ og Kurt Mørkøre, sum fingu málini. Hitt fyrra kom miðskeiðis í hálvleikinum, og tað mundi vera tað vakrasta. Harley Bertholdsen sendi langt og høgt í brotsteigin til [...] frá tí, sum sjáldan áður. Hvussu tað hevði myndast, um Jón Pauli Olsen hevði fingið mál í staðin fyri at senda í stólpan, tá bara ein lítil løta var farin, kunnu vit altíð gita um. VB legði bragdliga fyri
Í tí sambandi bjóðar Fróðskaparsetur Føroya, Listafólkasamband Føroya og Føroya Lærarafelag almenninginum til hátíðarhald í Nýggjustovu í Hoydølum 8. februar klokkan 19:30. Endamálið hjá Grunni Thorvalds [...] Fróðskaparsetrinum, formanninum í Føroya Lærarafelagi og formanninum í Listafólkasambandi Føroya stjórnar grunninum. Rektarin á Fróðskaparsetrinum er nevndarformaður, og í løtuni røkir Bergur Djurhuus Hansen [...] sessin fyri rektaran. Í løtuni er nevndin henda: Bergur D. Hansen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya, Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelagi og Marita Dalsgaard, forkvinna í LISA. Latið verður
gomlu, hon er 16 síður og kostar kr. 30 í bókabúðunum. Grønlendsk søgn Anngannguujuk er grønlendsk søgn um Anngannguujuk, sum var ein drongur, ið búði í Grønlandi í gomlum døgum. Hann varð rændur úr heimi [...] aftur inni í landinum hjá teimum stóru dorsetfólkunum. Teir flýddu og komu heim aftur við dreinginum í øllum góðum. Ingrið Sondum týddi. Kistat Lund myndprýddi. Anngannguujuk er 28 síður í litum, innbundin [...] kostar kr. 85 í bókabúðunum. Bókin er væl egnað til tey 5-8 ára gomlu. Spenningsbók Eldur í er spennandi bók til tey 9-13 ára gomlu. Laura Trenter skrivaði og Jón Joensen týddi úr svenskum. Janus Guttesen teknaði
noyddir at gera tvær útskiftingar í seinna hálvleiki orsaka av sjúku. Men okkara dreingir fella ikki í fátt fyri tað, og kunnu sjálvir avgera, um teir skulu spæla seg víðari í kappingini. - Vit hava framvegis [...] við dreingjum tapti næsta dystin í EM-undankappingini. Kroatar vunnu 5-0, sum eisini var fult uppiborið. Men búkilska órógvar føroyska hópin, og hon gjørdi eisini um seg í dystinum ímóti Kroatia, skrivar [...] at vinna 2-1 í fyrsta dystinum, sum var ímóti Montenegro. Men fríggjadagin var Kroatia mótstøðuliðið, og tað gjørdist til ein greiðan 5-0 sigur til kroatar, sum vóru á odda við tveimum í hálvleikinum.
ómetaliga nógvu royndunum hjá teimum grønu, hjálptu teimum til sigurs í einari av teimum heilt stóru sensatiónunum í nýggjari tíð. Dysturin í tølum: Kyndil II-VÍF 41-39 (15-12), (30-30), (34-34) Málskjúttar: [...] Kyndil II-VÍF 41-39 (15-12), (30-30), (34-34) Teir grønu vóru helst undirtippaðir í øllum fjórðingsfinalunum, og í seinastu fjórðingsfinaluni skuldu teir helst ikki havt nakran møguleika. Men Jacob Jónsson [...] allan dystin. Uttan at seta nakra serliga ferð á, megnaðu teir at fylgja við VÍF, sum tó í evstu løtu fekk javnað. Í fyrra umdystinum var eisini um reppið, at Kyndil endurtók FM-sigurin á VÍF fyri fýra árum
vikuni. Í gjárkvøldið skuldu teir venja á Tórsvølli. Jóan Petur Olsen hevur verið til venjingar í vikuni, men hann verður ikki við í morgin. Skaðin, sum hann ehvur drigist við, vitjaði aftur í fyrrakvøldið [...] Thomsen, danin sum hevur verið stúttur í miðverjuni, fer nú úr Føroyum. Finalan í morgin verður síðsti dysturin hjá honum fyri GÍ.e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði [...] hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar
stóu andlit til andlit við kempuna Goliath. Hvør Hanus og Janus í landinum kennir úrslitið av hesum fyrsta kvartfinaludystinum í EM-kappingini í Portugal. Ein lemjandi ósigur til Ongland, tá hugsað verður [...] brotssparkið hann brendi í kappingini. "Højt at flyve dybt at falde" er eftirmæli hansara í hesi stund. Fáa staðni kanst tú koma so høgt á tindarnar og so bráddliga fella so djúpt sum í fótbólti. Kappingin [...] Ongland og nýggja stjørnan á fótbóltshimmalinum Portugal brustu saman í einum gysara av einum fótbóltsdysti, har tú eina løtu tók synd í gullrandaðu bretsku spælarunum fyri síðani ta næstu løtuna at halda
betri og smidligari fyri allar borgarar í landinum, enn hon er í dag, halda teir fimm løgtingslimirnir. Hinvegin vísa tey eisini á, at Rúsan stendur á fíggjarlógini og í ár verður hon mett at geva eitt avlop [...] rúsdrekkalógina. Tey siga, at í hesum sambandi eigur at verða hugsað um, hvussu lógin kann nútímansgerast soleiðis, at borgarar, og vinnulív fáa eina betri tænastu enn í dag. Tey halda, at ein partur av [...] matstovuvinnan kann fáa betri sømdir gjøgnum verandi skipan. Í hesum sambandi halda tey, at ein serskipan eigur at verða gjørd, soleiðis matstovur í felag kundu innflutt fyri serprísir gjøgnum Rúsuna fyri at
sjónum, kunnu vit eins væl megna í luftini. Tá Isle of Man kann forvinna yvir 300 mió. kr. í sín kasssa árliga við flogfarsskráseting, kunnu Føroyar eisini! Tað vístu vit eisini í verki við FAS! Lat okkum fremja [...] 4 til flogskiparar. Møguleikarnir í hesum eru ovurhondsstórir. Hetta kann tryggja inntøkur fyri hundraðtals milliónir og skapa hundraðtals arbeiðspláss. Eftir at eg í farna valskeiði legði fram uppskotið [...] føroysk arbeiðspláss á sjónum. Júst tað sama kann gerast í flogvinnuni. Kundarnir verða eysturevropeisk ríkfólk, sum ikki líta á skipanirnar í egnum landi vegna burekrati og korruptión osfr. Hesin vinnuháttur