Føroyingar skulu hava møguleika at keypa yvirskotsorku frá vindmyllu og vatnorku um náttina
– sum nú fer fyri skeytið - fyri ein bíligan prís.
Hetta kann m.a. brúkast til at lagra orku til at hita húsini við dagin eftir, og t.d. til vaskimaskinur og turkitrumlur, sum eru orkukrevjandi húsarhaldstól. Á henda hátt kann eitt húsarhald spara yvir 500 kr. um mánaðin.
Nógv grøn orka í Føroyum fer fyri skeytið um náttina, við tað at vindmyllurnar ikki framleiða og yvirskotsvatn verður latið úr byrgingunum. Hetta verður gjørt, tí eftirspurningurin er so lítil eftir orku um náttina.
Eg haldi, at stundin er komin til at gera upp við hesa støðu. Í Føroyum skal tað bera til at keypa yvirskotsorku um náttina fyri ein bíligan prís, eins og vit kenna tað frá evropeiska meginlandinum.
Náttarorkan kann nýtast til nógvan ymiskan orkutørv hjá einum vanligum húsarhaldi. Tað fyrsta, sum liggur til høgrabeinið, er at seta vaskimaskinur og turkitrumlur í gongd um náttina. Hetta eru sera orkukrevjandi húsarhaldstól, sum kosta nógv árliga hjá húsarhaldinum. Harnæst er upplagt at lagra bíligu náttarorkuna í vatntanga í húsarhaldinum, sum so kann brúkast til at hita húsini við dagin eftir. Skipaninar við at lagra orku í vatntanga eru skipanir, sum verða seldar hjá øllum HVS fyritøkunum í Føroyum.
Tað er serliga í tíðarsekiðinum frá kl. 21 til kl. 06, at orkutørvurin er lítil. Eg haldi, at tað er hugstoytt, at vit í Føroyum ikki gagnnýta tí tøku grønu orkuna til fulnar. Vindmyllurnar steðga við at framleiða, meðan oljufýrini úti í húsarhaldunum koyra við fullari ferð og brenna dýra innflutta olju!
Mínar útrokningar vísa, at við hesum kann hvørt húsarhaldið spara 500 kr. um mánaðin!
Lat okkum fremja hesa ætlan - stuðla Janus Rein, valevni Fólkaflokksins, týsdagin!
Bíliga orku til húsarhaldini um náttina – spar 600 kr. mdr
Visti tú av, at í Føroyum (SEV) blakar mann árliga orku burtur svarandi til Elupphiting av uml. 7500 húsum, samsdundis sum familjan Føroyar innflytur 27000 tons av olju í samsvarandi orku?
Orkan verður blaka burtur um náttina, tá vindmillurnar ikki hava framleiðslutørv og vatn verður lati úr vatngoymslunum í Vestmanna og á Eiði.
Eg haldi at henda orkan, um náttina, í staðin skal seljast til húsarhaldini fyri uml. 50 oyru KWt á sama hátt sum í restini av vesturheiminum.
Tað merkir, at húsarhaldini kunnu koypa sær bílaga orku sum kann lagrast í vatntanga og verða brúkt til upphiting dagin eftir.
Eitt húsarhald sum verður EL upphita kann á henda hátt spara 600 kr. um mánaðin.