Nú skal rúsdrekkalógin endurskoðast, og tað eigur at verða sum skjótast. Tað halda løgtingslimir fyri bæði Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.
Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá Poul Michelsen í Framsókn, um at loyva handlum at selja øl og vín.
Les eisini: Handlar sleppa ikki at selja øl og vín
Tað tekur ongin annar flokkur undir við, so har stendur Framsókn púra einsamallur. Men nú vinnunevndin hjá løgtinginum hevur viðgjørt uppskotið, halda Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum, og teir tríggir fólkafloksmenninir, Bjarni Djurholm, Janus Rein og Hanus Samró, halda, at tað er neyðugt at fáa eitt orðaskiftið um at endurskoða rúsdrekkalógina.
Og tað halda tey, at landsstýrismaðurin á økinum, Johan Dahl, skal gera sum skjótast. Teir fimm løgtingslimirnir úr Fólkaflokkinum, Javnaðarflokkinum, og Tjóðveldi, mæla tískil Johan Dahl til at seta gongd á eitt arbeiði at endurskoða rúsdrekkalógina.
Tey siga, at í hesum sambandi eigur at verða hugsað um, hvussu lógin kann nútímansgerast soleiðis, at borgarar, og vinnulív fáa eina betri tænastu enn í dag.
Tey halda, at ein partur av hesum endurskoðan, eigur eisini at viðgera, um tað Rúsan skal minka einkarrættin at innflyta og selja rúsdrekka, ella um onnur enn Rúsan skulu sleppa at selja øl og vín, men ikki sterkt rúsdrekka.
Somuleiðis skal spurningurin eisini viðgerast, hvussu matstovuvinnan kann fáa betri sømdir gjøgnum verandi skipan.
Í hesum sambandi halda tey, at ein serskipan eigur at verða gjørd, soleiðis matstovur í felag kundu innflutt fyri serprísir gjøgnum Rúsuna fyri at kunna bjóða gestunum betri vín fyri minni kostnað.
Tey vísa eisini á, at sum støðan er nú, sleppa eisini bryggjaríini at selja øl, sum er upp til 5,8 prosent í styrki. Tí er tað viðkomandi at spyrja, um ikki ikki matvøruhandlar, kioskir, og onnur, eiga at fáa somu sømdir.
Ein partur av arbeiðnum at endurskoða rúsdrekkalógina, eigur eisini at vera at meta um, hvussu tað hevði ávirkað rúsdrekkanýtsluna í Føroyum, og harvið heilsustøðuna hjá føroyingum, at rúsdrekkalógin verður gjørd frælsari
Og ikki minst skal spurningurin takast upp um, hvussu tænastan hjá Rúsuni kann gerast munandi betri og smidligari fyri allar borgarar í landinum, enn hon er í dag, halda teir fimm løgtingslimirnir.
Hinvegin vísa tey eisini á, at Rúsan stendur á fíggjarlógini og í ár verður hon mett at geva eitt avlop á 17 milliónir krónur
- Skal øl og vín seljast í handlum. Er tað ein grundleggjandi broyting, sum fer at minka um inntøkurnar hjá landskassanum. Og skal rúsdrekkalógin endurskoðast, er tað eisini ein spurningur, sum hugsast má um.