vendingum greiðir frá, at teir fara at virka við slíkar styrki og kraft, sum teir ongantíð áður hava gjørt. Endin er, at báðir menninir liggja skerflatir í gólvinum í høllini. Men teir koma fyri seg aftur. [...] seymaðum jakkasetti, meðan Moses er í eini hvítari troyggju við áskriftini Kristus er svarið. Men teir hava sama endamál og standa eisini lið um lið í fremstu røð. Sangurin rungar Hóast krossferðini skal [...] fara hesar dagarnar at proklamera Jesus í Klaksvík, sum ongantíð áður. Eg eri longur hásur, sum eg havi proklamerað, sigur hann, og fólk í høllini svara aftur við amen og halleluja. Fólkið er lívligt. Tey
sigur ein ikki serliga blíður Rógvi Nielsen. - Tað sum síðani hendir, er so eitt mistak frá dómaranum. Teir geva leikaranum tvær ferðír tveir minuttir, men tað kanst tú bert gera, um leikarin mótmælir eini [...] sigur venjarin, sum enn ikki hevur tikið støðu til, um hann ætlar at gera meira við málið. - Tað havi eg so ikki avgjørt, men haldi tað vera stórt spell, at tað skal vera ein tíðtakari og ikki spælararnir [...] hendingin tók seg upp móti endanum, men eg fái so ikki sagt, hvørt dómurin var rættur ella skeivur. Eg havi annað at takast við, enn at hyggja at teirra útskiftingum. - Tað er tó soleiðis, at hevur dómarin
Landsdystur - Eg haldi ikki, at vit stóðu so øgiliga langt afturi á vøllinum, men teir sluppu at renna eitt lítið sindur for langt við bóltinum, helt føroyski liðskiparin, Óli Johannesen, tá vit beint [...] - Kanska serliga í døgunum upp til dystin, hugsaði eg um tað, og sjálvandi frøddist eg um, at eg havi havt høvi at spælt so nógvar dystir, men tá vit so vóru komnir á vøllin, var alt hetta burtur. Og [...] verður seinasti dystur hansara fyri landsliðið. Verjuspælarar halda sær vanliga hampuliga væl, hóast teir eru komnir upp í árini, og enn er Óli so ikki farin um tey tríati, so møguleiki skuldi verið fyri
á hinari hálvuni, sigur Kurt, at tað er tað heilt víst. - Teir ungu leikararnir, sum í dag koma inn á landsliðið, eru nógv meira búnir, og teir kunnu uttan stórvegis hóvasták koma beint inn á liðið. Tá [...] og Kurt sigur eisini sjálvur, at honum hevur dámt betri, tá hann ikki hevur verið í álopinum. - Eg havi spælt bæði í verjuni og á miðvøllinum í landsliðshøpi, og tá ert tú nógv meira við í spælinum. Sum [...] Kurt, at enn er ikki tikin endalig støða til hetta. - Eg fari so til Noreg í komandi viku, har eg havi sáttmála fram til oktober komandi ár. Viðvíkjandi framtíðini í KÍ, so kann eg bara siga, at enn er
Seyðahald ? Hesum havi eg ongantíð verið úti fyri. Elias Hammer í Hovi var ovfarin, tá ið hann nú ein dagin drap eina ær. Talan var um ærina, ið átti tann stóra tvæveturs veðrin, hann drap í farnu viku [...] sigur, at Smæran, sum var ein av størstu matvøruhandlum í Havn í nógv ár, fekk Johan at býta um, so at teir fingu tað ærskrovið hjá honum og afturfyri fekk hann annað kjøt. Men hetta hepnaðist ikki væl hjá
Skattalætti Teir føroyingar, sum halda seg betala ov nógv í skatti, kunnu gleða seg til næsta ár. Tá er nevniliga ætlanin at seta skattalætta í verk. Karsten Hansen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, sigur [...] hevur alla tíðina ført fram, at tað er rúm fyri skattalætta í føroyska búskapinum. ? Men samstundis havi eg eisini staðiliga ført fram, at tað skal gerast varliga fyri at sleppa undan at botnurin verður
varð føddur. - Eg gjørdist limur í Havnar Arbeiðsmannafelag umleið 1949. Síðani tá havi eg verið vekk av og á, men eg havi so at siga verið limur líka síðani 1949, sigur Karl. Heimurin var heldur ikki heilt [...] gerast ímyndin av. Karl minnist, at eitt nú arbeiðsmenn á kaiini í Havn høvdu tað sera strævið. - Teir skuldu draga ein tungan vogn við jarnhjólum, bara tveir mans, sigur Karl. Hann sigur eisini, at tað [...] galið, so er tað tú sum hevur skyldina, veit Karl Johansen at siga. Tað var eisini longu í 1976, at teir byrjaðu at tosa um at gera eina pensjónsskipan. Hetta var í veruleikanum nakað heilt nýtt. Frá byrjan
fuglur og fiskur, hvalur og kópur, og fullvæl duga teir at taka tað, teir hava brúk fyri. Tó nú stendur einki til við hvalaveiðuni soleiðis, láta teir at. Hava bara loyvi at veiða tveir hvalir árliga, so [...] sum ganga leysir. Men tað eru hvølpar. Ein maður segði frá, at teir hava loyvi at ganga leysir, til teir eru seks mánaðar gamlir. So skulu teir tjóðrast, og helst skulu tøkutenninar eisini takast úr teimum [...] hann at, so tað mundi vera so sum so við tí. Teir fáa fisk at eta, tá teir verða fóðraðir. Turran fisk hesa árstíðina. Um veturin frystir alt, so tá fáa teir ein blokk, sum tiðnar, so hvørt, etið verður
leikarunum eisini, at eitt skifti skuldi fara fram. - Ikki tí. Eg havi sjálvur havt alt gott at bera honum. Tá eg ikki havi havt forfall, havi eg verið við hvørja ferð, og eg eri ongan tíð settur á beinkin [...] annað er so tað, at hann helst hevur verið ov lítið í Føroyum, og tískil ikki hevur sæð nóg nógv til teir heimligu leikararnar, heldur Jens Kristian. Kanska tiltrongt Tá vit at enda spyrja Jens Kristian,
sigur Jógvan Martin, at tað hevur verið í nógv minni mun. - Nú er tað avmarkað, hvørjar royndir eg havi sum venjari, men eg haldi meg kunna siga, at tað ikki var á hesum økinum, at styrki hansara lá. Tað [...] øðrum mánaði hesi árini. At enda spurdu vit Jógvan Martin, um hann hevði nøkur góð ráð til FSF, nú teir skulu til at leita sær eftir nýggjum venjara, men tí spurninginum helt komandi NSÍ-venjarin seg langt