týðandi pørtunum á skránni á Dansibandsfestivalinum í Vági. Hesa løtuna, seinnapart leygardag á Dansibandsfestivalinum, leita fólk úr øllum ættum vestur í Vágs Høll at njóta løtuna til Dansibands-gudstænastu [...] ,, kemur at vera prestur til Dansibands-gudstænastuna í ár, siga fyrireikararnir. Skráin fyri Dansibandsfestivalin, ið byrjar 3. mai, verður tøk í komandi viku.
Fríggjadagin var alment hátíðarhald, támarghøllin í Vági varð tikin alment í nýtslu. Á hátíðarhaldinum fríggjadagin fekk Marghøllin heilsan úr Íslandi, frá íslendska fótbóltssambandinum, KSI, sum hevði [...] “Til lukku við fyrstu fótbóltshøllini í Føroyum – kveðja frá Knattspyrnusambandi Islands”, skrivar Suðurrás. Jákup Simonsen bar fram røðu fyri Gisla Gislason, stjóra í KSI.
Ikki bara á Sandoynni, men eisini í Suðuroynni, verður hildið fast við siðvenjuna at hava dans føstulávintsmánakvøld. Í Vági verður grýludansur í VB-Húsinum mánakvøldið. Ljótasta, vakrasta og kreativasta [...] kreativasta grýla fáa vinning. Tað er bólkurin 005, ið spælir til dansin, og harvið er dygdin í lagi, og okkurt er til bæði ung og tilkomin, tí 005 spælir eitt sindur av hvørjum, og er bólkurin samansettur av
Mortensen er 51 ára gamal, og býr í Vági. Hann er útbúgvin sum HA og hevur drúgvar leiðsluroyndir, m.a. frá fiskaframleiðslu og reiðarívirksemi. Bogi Mortensen starvast í løtuni sum leiðari á samferðsludeildini [...] Bogi Mortensen er settur í starv sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins. Tað hevur Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum, gjørt av í dag. Bogi Mortensen skal avloysa Dánjal Andreasen, sum fer úr
hetta kappingarárið er av, ætlar Birgir Jørgensen sær ikki longur at spæla við í fremstu røð í føroyskum fótbólti. Birgir hevur í fleiri ár verið ein av vandamestu føroysku álopsspælarunum. Upprunaliga er [...] er hann úr MB, men seinnu árini hevur hann fyri tað nógva gjørt um seg í Vági. Á heimasíðuni hjá VB/Sumba staðfestir hann, at árini eru farin at tyngja, og at hann tí letur aðrar sleppa framat.
valinum í Vági 2023. Contrazt er eitt av kendu dansibands-nøvnunum í Norra, sum seinastu nógvu árini hevur spælt á dansibandspallum í øllum Norðurlondum. Contrazt hevur eisini verið á palli í Føroyum fyrr
talgild, og kemur eisini út í jóansøkublaðnum, sum er farið til prentingar. Einstøk tiltøk, ið ikki náddu at koma við í blaðið, áðrenn tað fór til prentingar, eru at finna í talgildu skránni. Skráin sæst [...] Jóansøka verður í Vági vikuskiftið 24.-26. juni og spennandi skráin er nú tøk. Jóansøkuskráin byrjar longu týsdagin 21. juni og inniheldur hon bæði list, mentan, ítrótt og mangt annað. Jóansøkuskráin 2022
Í dag kom Havtind á Vág. Havtind kom á Vág eftir nýggjum trollemmuum frá Rock Trawl Doors, ið er trollemmavirki í Vági. Á heimasíðuni hjá norska reiðarínum Leroy Havfisk sæst, at Havtind er bygdur í 1997 [...] 1997, og at reiðaríið keypti Havtind í 2010, og at skipið varð umbygt frá rækjubáti, til samansett skip til hvítfisk og rækjur. Vágbingurin Regin Brattaberg Absalonsen er skipari á Havtind. ##med2## Myndir:
Fyrireikingarnar til Ljósfest, sum verður í Vági um vikuskiftið, eru í hæddini. Í dag kom tjaldið upp at standa. Har verða sølubásar av ymsum slag, umframt at ymsar framførslur eisini vera har fríggjakvøldið [...] tónleikatiltakið, og pallurin er komin inn á økið, men enn er hann ikki settur upp, men óivað verður hetta í morgin. Skráin til Ljósfest 2025 sæst her: Ljósfest skráin - Vágs Kommuna
fundament til marghøll í Vági er liðugt. Trailarar við sjálvari høllini, stáli og dúki, komu í vikuni, og tað gjørdu serkønir menn úr Finnlandi. Fyrstu trailararnir, teir eru 12 í tali, eru tømdir og s