Seta stálkonstruktiónina upp

Marghøllin í Vági verður næstu dagarnar reist.

Arbeiðið at planerað og stoypa fundament til marghøll í Vági er liðugt. Trailarar við sjálvari høllini, stáli og dúki, komu í vikuni, og tað gjørdu serkønir menn úr Finnlandi.

 

 

Fyrstu trailararnir, teir eru 12 í tali, eru tømdir og stál-konstruktiónin verður nú løgd út, soleiðis at klárt er at fara undir at seta saman og byggja upp, og síðani at reisa sjálva høllina.

 

 

Ætlandi stendur høllin klár um góðan mánað.