Birgir setir gaggurnar

Tá hetta kappingarárið er av, ætlar Birgir Jørgensen sær ikki longur at spæla við í fremstu røð í føroyskum fótbólti. Birgir hevur í fleiri ár verið ein av vandamestu føroysku álopsspælarunum. Upprunaliga er hann úr MB, men seinnu árini hevur hann fyri tað nógva gjørt um seg í Vági. Á heimasíðuni hjá VB/Sumba staðfestir hann, at árini eru farin at tyngja, og at hann tí letur aðrar sleppa framat.