aftaná heimkomuna. Fór í Landshandilin Tá ið Dánjal fór í land, fór hann at arbeiða í Landshandlinum (Færøernes Offentlige Vareforsyning). Havandi í huga vørutrotið, ið var í Føryum undir fyrra heimsbardaga [...] var nógv í rúminum. Fólkið í Landshandlinum Ein sum arbeiddi í Landshandlinum um hesa tíðina var Sofus Poulsen í Aberdeen. Hann hevur greitt okkum eitt sindur frá teimum, sum annars arbeiddu í Landshandlinum [...] Rætting Í seinasta parti varð greitt frá, tá ið Dánjal og felagar vóru í New York. Tað var Anna, systir Johannes og ikki Hans í Rættará, sum tók ímóti teimum. Hon og maðurin búsettust seinni í Drammen í Noregi
henda: 25. mars í 1925 høgdi pápi seg illa í beinið við eini øks, og annar leggurin fer í knús. Eingin lækni var á Skálafjørðinum tá, og sum frá leið kom kolbrandur í. Á sjúkrahúsinum í Havn vóru læknarnir [...] gamal í mars 1930. Tíðliga minnist eg, at vit vóru nógv hjá ommu og abba í Vági í Klaksvík. Mamma var nakað sjúk og var ikki arbeiðsfør eina tíð. Eg veit heldur ikki, hvussu úrkoma fekst ta tíðina. Í 1935 [...] við á minningarferðini til Íslands í 2000, sum greitt varð frá í seinasta parti. Tá ið 50 ár vóru liðin síðan hesa vanlukku, skrivaði Símun eina sera áhugaverda grein í Dimmalætting, um hvussu tað var at
Svend, sum hevur verið umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu. Edvard Hjalt skrivar í Sands søgu um ein norskan sjómann Svend Svendsen, sum strandaði við skipi í Føroyum í 1778, og sum skal vera forfaðir Óla [...] á sinni við Prosperous bjargaði uppi við Jan Mayen frá einum hvalafangara, ið var sigldur á land har uppi. (Umrøtt aðra staðni í greinini.) Ein norðmaður førdi Betzy í tvey ár, men hvalaveiðan var so lítil [...] Hann er smyrilin í fuglakvæðnum hjá Nólsoyar Páll, og tað er neyvan ætlað sum rós. Í 1819 kemur Amund fyri barn við ta 33 ár yngri Onnu Mariu Joachimsdóttir (1797-1861). Tey fáa í januar 1820 sonin Hans
og magasjúkur, meðan tað í Lemvig var medisinski førleikin. Hetta vóru tvey sera ymisk sjúkrahús. Tað í Lemvig var sum í Klaksvík, meðan tað í Holstebro er størri enn í Havn. Í 1973 fer Bent Jensen úr Føroyum [...] Haraldsen, keypmaður og reiðari í Fuglafirði. Seinast í 40-unum gekk framvegis hampiliga væl við hesum skipum, og Jógvan fór við hesum skipi á saltfiskaveiðu í Barentshavið. Hetta var í teirri tíðini, tá ið toskurin [...] Gerst yvirlækni Aftaná tíðina í Odense fer Jógvan upp til Holstebro í Norðurjútlandi at arbeiða sum yvirlækni á sjúkrahúsinum har í býnum og á sjúkrahúsinum í Lemvig nærindis. Í Holstebro nýtti hann sín s
maskinist í Føroyum í 1987, og hann tók víðkað maskinmeistaraprógv í Fredricia í Danmark í 1998. Sum maskinmeistari í mong ár tók hann ofta stórar avgerðir einsamallur, men soleiðis hevur ikki verið í starvinum [...] hava í nógv ár havt skúlasamstarv í framhaldsdeildini, og í november í fjør samdust kommunurnar um, at Eysturkommuna luttekur í dagføringunum av 1964-skúlanum við í mesta lagi 12 milliónum krónum. Í avtaluni [...] jólafrí í Danmark í februar, og vit høvdu nakrar góðar dagar niðri, sigur hann brosandi. Í einari stuttari viðmerking um valið av borgarstjóra, vísir Dávur Juul á, at tað í fleiri førum er hent í Fuglafjarðar
komu teir aftur í øllum góðum. Seinni gekk tó verri hjá Grasinum. Í 1943 fórst hon í ódnarveðri, og allir sjey menn umborð sjólótust. Fleiri vertíðir í Grindavík Andreas var fleiri vertíðir í Grindavík sum [...] Óli Jacobsen ------- FF-blaðið royndi í sínari tíð at festa mest møguligt av fiskimannasøgu á blað. Í 2002 hittu vit Andreas Joensen í Velinum á Eiði. Hann var føddur í Haldórsvík 31/03-1917. Foreldrini vóru [...] sjólívið, sum kom at vara í heili 56 ár. Var í illveðrinum, tá Laura og Immanuel gingu burtur Í 1932 var Andreas við suðuroyarsluppini Elin. Farið var yvir til Íslands. Seinast í mars var farið heim at
annað í okkara royndum við stórhvalaveiðu í Suðuríshavinum. Í bók síni um Lopra og hvalastøðirnar har, greiðir Erling Poulsen frá royndum, sum norðmenn gjørdu við hvalaveiðu á hesum leiðum fyrst í hini [...] kennast. Nýggj roynd í Suðuríshavinum Í 1946/47 vóru føroyingar á stórhvalaveiðu í Suðuríshavinum við hollendarum Tað er nokk so fitt av skrivaðum tilfari um henda partin av okkara vinnusøgu. Í hvussu er hava [...] systkinabarn Mikkjals. Mikkjal sigldi fór í land í 1960. Mikkjal giftist við Hildibjørt Jacobinu Katrin Debes úr Kollafirði, fødd í 1927. Hildibjørt og Mikkjal búðu fyrst í Havn, men til Nólsoyar við tveimum teimum
til hendan dag. Hann hevði verið dekkari í seinni helvt av fýratiárunum og fyrst í fimtiárunum, síðan stýrimaður seinni í fimtiárunum og inn í sekstiárini. Seinast í sekstiárunum gjørdist hann skipari, og [...] ligið líka sum í luftini seinastu mánaðarnar. Teir eru sjónliga rørdir at tí sum liggur fyri framman. Hesin træbáturin, 50 tonsarin, sum er bygdur á Frederiksværk í 1948, kom í okkara familju í 1984, og tá [...] verið burtur í fimm ár, deyður og farin. Tað bylgist innan í mær, eg sakni hann líka nógv enn. Hann roykti seg í hel, størsti nikotinelskari eg nakrantíð havi møtt, 50 sigarettir um dagin í 50 ár, tað sleppir
upplivingum í Íslandi. Hann er ikki ólíkur beiggja sínum, Andrias, sum gjørdist 101 ára gamal. Andrias greiddi frá sínum lívi í eini longri røð, sum byrjaði í FF-blaðnum, og tá ið tað helt uppat, í Miðvikuni [...] Bakkafjørðinum í Íslandi. Í 1914, tá ið kríggið breyt út, komu teir heim orsaka av krígnum við ongum oyra í inntøku. Tá vóru sjey systkin, og tað yngsta var nýføtt. Tá var neyðarstandur í húsinum. Men eina [...] sær av við bátin. Í 1938 var Poli við “Merkur”, sum var ein deksbátur hjá teimum á Gørðunum í Vági. Reiðarin var Magnus Dahl, sum Poli dámdi sera væl. Poli var eisini við í 1939. Men í 1940 var hann ikki
sleppa um ánna, men sum ikki kláraði at leypa. Eg helt tað vera synd í henni, so eg tók hana í føvningin og leyp uttan at fara í ánna. Hetta var abbi errin um, og tók tað sum eitt prógv um, at eg hevði [...] at eg gjørdist flovur av tí. Gott at liva í Porkeri Heima hjá okkum var sera smáligt og trongligt. Hetta var mamma als ikki von við. Í hennara barndómsheimi í Porkeri var ríkiligt við øllum, og var tað [...] vóru treingjandi. Soleiðis hevði tað verið í fleiri ættarlið. Abbi mammu var stórbóndi og livdi undir napoleonskríggini fyrst í 1800 talinum. Tá var ofta hungur í Føroyum, tí skipini sum skuldu koma til