høgli. Støða skal eisini takast til, hvør kann fáa atgongd til veiðuna og lóglig vápn, og veiðifólk skulu fáa upplæring í tryggari veiðu og vápnahandfaring. Kópur ber sandmaðk Kópur er høvuðsvertur hjá sandmaðki [...] undir Føroyum og møguleikan fyri skipaðari veiðu. Sambært landsstýrismanninum verður láturkópastovnurin mettur at vera um 1.800 kópar. Metingin byggir á teljingar, sum Havstovan hevur gjørt fram við landi [...] hvussu veiðan verður útint við minst møguligum ampa fyri fólk, kóp og náttúru. Eisini skal heimild vera at áseta friðingar, kvotur, veiðitíðir og veiðiøki. Uppskotið til kópalóg, sum varð lagt fyri Løgtingið
Kongelige Livgarde, og á Marienborg. Mette Frederiksen og Beinir Johannesen, løgmaður, verða vertir fyri fundinum. Eitt høvuðsevni verður, hvussu Norðurlond kunnu styrkja verjusamstarvið og felags hernaðarligu [...] sambært Ritzau. Hon vísir á russisku innrásina í Ukraina og hóttanirnar, sum amerikanski forsetin Donald Trump fleiri ferðir hevur sett fram móti Danmark og Grønlandi. – Tað er í tíðum sum hesum, at tætta no [...] samstarvið av álvara vísir sítt stóra virði og sína styrki, sigur hon. Føroyar og Grønland á skránni Eitt annað mál á fundinum verður støðan hjá Føroyum og Grønlandi í norðurlendska samstarvinum. Sambært
savnast børn og vaksin til bíbliusøgu, gudstænastu og eina góða máltíð. Í Hoyvíkar kirkju gleða tey seg til eitt nýtt hálvár við lívi og samveru og til at taka ímóti bæði teimum, sum plaga at koma, og teimum [...] ella ikki. Smákonfirmantarnir læra um kirkjuna og kristnu trúnna við spæli, samveru og hugna. Tilboðið hevur verið roynt áður og royndist tá væl. Morgunkaffi og vøggusangur Mikumorgunin 2. september klokkan [...] hugnalig samvera, kaffi og morgunmatur, og øll eru vælkomin. Vøggusangurin er longu byrjaður aftur og verður í kirkjuni hvønn hósdag klokkan 11. Tiltakið er ætlað foreldrum við pinkubørnum, og Eyðbjørg Hansen
spennandi og rúgvusmikla skrá. Dagarnir verða skotnir í gongd mikudagin 2. september við sangi og litrenning, og hildið verður fram til sunnudagin 6. september við alskyns tiltøkum fyri bæði stór og smá. [...] tykkum á Vestmannadagar og hava roynt at sett eina so fjølbroytta og spennandi skrá saman sum til ber. Við ídnum borgarum og einum virknum vinnulívi, sum bæði geva sítt íkast og taka lut í døgunum, kunnu [...] við tiltøkum og virksemi fyri allar aldursbólkar – heilt út á náttina. Vit gleða okkum til nakrar góðar og hugnaligar dagar við tónleiki, mentan, mati, undirhaldi og góðum felagsskapi – og vóna at síggja
hyggja inn í floksstovurnar og kanska finna gomul minnir fram aftur. Gamli skúli varð tikin í nýtslu í 1951. Síðani hava børn lært at lesa og skriva har, fingið vinir og runnið eftir eyðkendu sprøklutu [...] sprøklutu gólvunum millum gulu, reyðu og bláu gongdina. Skúlin hevur eisini verið karmur um nógv annað virksemi. Bæði svimjihylur og fimleikahøll eru 75 ára gomul, og virksemi hevur verið har at kalla hvønn dag [...] niður, og tí kann vera neyðugt at hava skrúvumaskinu ella skrúvublað við. Tá umvælingin og umbyggingin eru lidnar, verður virksemið í skúlanum í høvuðsheitum tað sama sum áður, men í nýggjum, betri og rúmligari
hjúnini, Ebba og Palle Julsgart, staðið aftan fyri diskin. Men nú er líður ímóti endanum, tí nú skal Tangabúðin hava nýggjar eigarar. Ebba og Palle hava nevniliga gjørt av at gevast, og Palle viðgongur [...] teirra lívsverk. Síðan tá er nógv hent. Umframt kioskina er stórt og snøgt øki uttan fyri við ljósi, parkeringsplássi, benkrum og standmyndum, og so er eisini gjørt klárt til at byggja kioskina út, so hon verður [...] stórt úrval av vørum og umframt vanligar kioskvørur, eru ísarnir víðakendir, og so er Tangabúðin eisini einasti bókhandil á Tvøroyri, har tey hava eitt fitt úrval av føroyskum og útlendskum bókum. – Tað
til innleiðandi samráðingar. Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava verið saman seinnapartin í dag, og hava handa krøv. Heilsurøktarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava avtalað [...] Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyri námsfrøðingar og hjálparfólk á kommunala sáttmálaøkinum fór úr gildi tann 1. apríl 2026. Partarnir hava havt innleiðandi samráðingar – og hittust fyrrapartin [...] møguliga fundartíð til aftaná 25. september. Aðrar samráðingar, ið eru í gongd Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hittust á fundi fríggjadagin 4. september. Avtala er um, at
hinumegin Gøtueið og spældu grannauppgerð ímóti NSÍ, og teir høvdu trivaligan 4-1 sigur við sær aftur í Sarpugerð. Nú annar triðingur av kappingin er liðugur, hevur Víkingur 42 stig, og tað eru bara tvey [...] tvey stig fram til B71, sum er oddalið, og sjey stig eru aftur til FC Suðuroy, sum er á triðja plássi. Um tvær vikur verður toppuppgerð, tá ið B71 fær vitjan av Víkingi. Jarnskor er eitt av heilt kendu f [...] fótbóltsnøvnunum í Gøtu, og soleiðis hevur tað verið í fleiri ættarlið. Í dag áttu Jarnskor menn trý av teimum fýra málunum í Runavík. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað 18 ára gamli Fríði Gertsson Jarnskor
ein bilførari tikin rúsdrekkakoyring klokkan fýra í morgun. Og klokkan hálvgum fimm í morgun kom løgreglan fram á ein mann, sum stóð og pissaði á vegnum. Hann fekk bót fyri brot á skilhaldsreglarnar. [...] løgregluna hjálpa sær at vekja ein fullan mann, sum lá og svav í forhøllini á gistingarhúsinum. Tað vísti seg at vera talan um ein gest á hotellinum, og han var tí fingin inn á kamarið. Løgreglan fekk í gjár [...] var blóðroynd tikin, og so koyrir tað málið víðari í rættarskipanini. Seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð um leysar gæs í Havn, sum aktingarmaðurin fekk boð um at taka sær av. Og í Klaksvík varð ein
lærarar og næmingar eru millum tey deyðu. Skottilburðurin fór fram á Debsirin Nonthaburi School í Bang Kruai-økinum í Nonthaburi-landspartinum. Sambært løgregluni drap gerningsmaðurin fyrst ommu sína og abbabeiggja [...] komu nógv skot: bang, bang, bang. So varð friðarligt, og síðani byrjaði tað aftur, sigur hann. Skúlin hevði í skúlaárinum 2025 umleið 3.100 næmingar og 147 lærarar. Hetta er annar skottilburðurin á einum [...] abbabeiggja í heiminum, áðrenn hann fór á skúlan og lat skot av. Løgreglan upplýsir, at hann skjeyt 26 ferðir. Harumframt vórðu 34 óbrúktar patrónir funnar á staðnum. Ein 18 ára gamal næmingur sigur við