Fyrsta umfar í kappingini um løgmanssteypið er á skrá í dag og í morgin. MB og Royn eru ikki við í kappingini, og lutakastið lagaði seg soleiðis, at NSÍ vann seg beinleiðis í fjórðingsfinaluna. Í dag eru fýra [...] fýra dystir, og í morgin vera tað tríggir dystir í fyrsta umfari. Størsti favoritturin í fyrsta umfari er Víkingur, sum hevur vunnið 19 tær seinastu ferðirnar í landskappingini. Í góðveðrinum fara víkingarnir [...] Tá verður tað í Trongisvági. Og so er tað dysturin í Klaksvík, har HB verður gestur. HB hevur longu vunnið tvær ferðir ímóti KÍ í ár. Í stórsteypadystinum endaði tað 3-2 á Tórsvølli, og í landskappingini
her. Í dag kom so eitt flytiligt býráðsborðið, sum Heini Weihe hevur latið gjørt í Danmark til endamálið. Talan er um 13 minni borð, sum kunnu leggjast saman / sláast upp, ið so verða sett saman í eina [...] Í sambandi við byggingina av Varpinum, varð avtala gjørd um, at býráðið skuldi hava sínar fundir í Varpinum. Tó skal býráðsumsitingin sum so ikki halda til her, men bert fundirnir, ið verða avgreiddir [...] her umvegis telduna. Tíðliga í projekteringini varð komið fram til, at partur av kaféini einaferð um mánaðin skuldi hýsa býráðsfundunum, sum annars hava hildið til í býráðshúsinum á Nólsoyar Páls gøtu
Stórsligna altjóða tøkniráðstevnan TONIK verður í SILO í Sjóvinnuhúsinum í Havn 3. mai 2024. TONIK ráðstevnan er fyri vinnuna og øll, sum eru áhugaði í nýskapandi tøkni og íverksetan. 25 fyrilestrarhaldarar [...] vertur fyri forvitnisligum orðaskifti við trimum spennandi leiðarum, innan ymiskar vinnur. Hesi eru Heini Zachariassen, Jóhanna á Bergi og Peter Vesterbacka, ið øll hava drúgvar, fjølbroyttar og altjóða
sum vóru í nýggjári útgávu. ÍF hevði fimm í aftastu røð í verjupartinum, tveir vóru á miðvøllinum, og tríggir vóru í fremstu røð. Heimamenninir ofraðu seg í nærdystunum, teir runnu nógv, og í álopspartinum [...] Í kvøld var punktum sett fyri sætta umfar. Tað var í góðveðrinum í Fløtugerði í Fuglafirði, har NSÍ vann 4-2. Sigurin ber við sær, at NSÍ nú hevur 12 stig og bara málmunin lakari enn KÍ, sum er á triðja [...] avrikið í kvøld bar brá av, at hugburðurin var øðrvísi, enn hann hevur verið. Jóan Pauli Jacobsen hevði í kvøld ábyrgdina av ÍF liðnum, og tað hevði eydnast honum at kveikja nýggjan hugburð í liðið hjá
Í vikuni varð ÍF venjarin Aleksandar Jovevic sagdur úr starvinum. Bartal Eliasen var hjálparvenjari, og hann hevur eisini lagt frá sær. Í dag klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Fløtugerði í Fuglafirði, [...] num er tað í dag Jóan Pauli Jacobsen, sum í dag hevur ábyrgdina av besta liðnum. Jóan Pauli Jacobsen er úr Klaksvík, og seinastu árini hevur hann havt høvuðsábyrgdina av ungdómsarbeiðnum í Fuglafirði. [...] ÍF liðið er soleiðis mannað í dag: ÍF: Jákup Jónsson – Jóhann Højbro, Tóri Nolsøe Olsen, Karl Løkin, Peter Spangsgaard Ullum, Elvio Gelmini – Gundur E. Petersen, Tonni J. Thomsen – Dánjal á Lakjuni, Uros
longu í níggjunda minuttinum. Thisted er í tungum sjógvi fyri tíðina. Liðið hevur í teimum átta kappingardystunum í 2024 bert fingið tvey stig fyri tveir javnleikir, og teir eru eisini aftast í niðara [...] niðara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. Fyri áttandu ferð á rað í 2024 fór Thisted av vøllinum í einum kappingardysti uttan ein sigur. Í dag gjørdist talan um eitt 0-1 tap. HIK skoraði sigursmálið [...] Johansen og Heini Fossdalsá vóru við frá dystarbyrjan, og John Frederiksen slapp á vøllin seinasta korterið, tá teir og liðfelagarnir spældu móti HIK á útivølli í Hellerup. Talan var um dyst í tí niðara
verður millum stólparnar, tá ið B68 í kvøld verður gestur á vøllinum á Eiðinum í Klaksvík. Í gjárkvøldið vann næstbesta KÍ liðið 2-1 á útivølli ímóti Víkingi. Tá vardi Ari í Haraldstovu Petersen KÍ málið. Hann [...] tað ivasamt, um hann verður við í kvøld. Longu mikudagin verður aftur týdningarmikil dystur, tá ið KÍ og HB fara at spæla í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið í Klaksvík. B68 spælararnir vóru [...] ímóti B68. Danski málverjin hevur higartil í ár spælt tveir dystir, og tað er ein mánaður síðani, at hann var í dysti. 9. mars var hann í málinum, tá ið næstbesta liðið tapti 2-0 á útivølli ímóti B71,
Punktum er sett fyri síðsta dysti í fimta umfari. B68 hevði í kvøld vitjan av 07 Vestur, og vágamenn eru í góðum hýri, nú teir rigga til at fara vestur aftur. 07 Vestur vann 2-1, og sigurin ber við sær [...] nú er á fjórða plássi. So góða byrjan hava vágamenn ongantíð megnað áður. Vónbrotið í toftaleguni er stórt. B68 hevði í stórum pørtum av tíðini betri tak á fótbóltsspælinum, og B68 spældi seg til málmøguleikar [...] og trilla bóltin í tóma málið. Eitt lítið korter eftir steðgin góvu toftamenn størstu gávuna, sum vísti seg at hava virði av trimum stigum og plássi, sum við kappingarlok ber pláss í Europa við sær. Talan
Hetta er síðsti dystur í fimta umfari. B68 hevur higartil í ár ikki vunnið fulla úrtøku. Einasta stigið higartil í ár vann B68 í 1-1 útidystinum ímóti EB/Streymi í 2. umfari. Í kvøld hevur 07 Vestur møguleika [...] Nattestad, eftir at hann í 2-2 dystinum ímóti B36 í Gundadali miðskeiðis í seinna hálvleiki sá gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini reyða kortið. Magnus Isager er skaddur í lærkrikanum. Tað verður [...] er darvaður av skaða í lærkrikanum, men tað verður roknað við, at hann fer at spæla í kvøld. Jónas Warner, sum hevur vant við B68 í vetur, er fyribils givin at spæla fótbólt. Í fyrsta umfari var hann
Fólkaflokkurin fór úr samgonguni – og hin helvtin av flokkinum, sum var farin í tvíningar, Adolf Hansen, kom upp í samgonguna í staðin. Adolf Hansen hevði tá stovnað Framsóknarflokkin, og landsstýriskvinna [...] Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin. Men har kom sperðil í. Tað var málið um 266b, sum órógvaði so illa. Tað var broytingin í revsilógini um, at tað skuldi verða bannað at happað fólk fyri at [...] øsing um siðloysi, sum eisini gekk út yvir javnstøðulógina. Tá rokið um 266b var við at leggja seg í 1988, varð málið um javnstøðulógina lagt fram. Men hetta »siðloysi« vildi Kristiligi Fólkaflokkurin