Í vikuni varð ÍF venjarin Aleksandar Jovevic sagdur úr starvinum. Bartal Eliasen var hjálparvenjari, og hann hevur eisini lagt frá sær.
Í dag klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Fløtugerði í Fuglafirði, har NSÍ er gestur.
Enn hevur einki verið at hoyra um, at ÍF hevur sett nýggjan venjara. Men sambært dómaraseðlinum er tað í dag Jóan Pauli Jacobsen, sum í dag hevur ábyrgdina av besta liðnum. Jóan Pauli Jacobsen er úr Klaksvík, og seinastu árini hevur hann havt høvuðsábyrgdina av ungdómsarbeiðnum í Fuglafirði.
ÍF liðið er soleiðis mannað í dag:
ÍF: Jákup Jónsson – Jóhann Højbro, Tóri Nolsøe Olsen, Karl Løkin, Peter Spangsgaard Ullum, Elvio Gelmini – Gundur E. Petersen, Tonni J. Thomsen – Dánjal á Lakjuni, Uros Stojanov, Jhon Mena Perez
NSÍ: Kristian Joensen – Pætur Hentze, Betuel Hansen, Adi Terzic, James Michael Drye – Mórits Heini Mortensen, Beinir Nolsøe, Steffan A. Løkin – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen
Dómari: Kári J. á Høvdanum