Thisted hevur bert fingið tvey stig í átta dystum

Føroyingaliðið í triðbestu donsku fótbóltsdeildini er í tungum sjógvi fyri tíðina

Daniel Johansen og Heini Fossdalsá vóru við frá dystarbyrjan, og John Frederiksen slapp á vøllin seinasta korterið, tá teir og liðfelagarnir spældu móti HIK á útivølli í Hellerup. Talan var um dyst í tí niðara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Fyri áttandu ferð á rað í 2024 fór Thisted av vøllinum í einum kappingardysti uttan ein sigur. Í dag gjørdist talan um eitt 0-1 tap. HIK skoraði sigursmálið longu í níggjunda minuttinum.

 

Thisted er í tungum sjógvi fyri tíðina. Liðið hevur í teimum átta kappingardystunum í 2024 bert fingið tvey stig fyri tveir javnleikir, og teir eru eisini aftast í niðara endaspælinum við 17 stigum. Teir eru tó bert trý stig frá triðaftasta plássinum, ið hevði givið eitt nýtt kappingarár í triðbestu deildini.

 

FA 2000 er triðaftast við 20 stigum. Brabrand er næstaftast við 18 stigum. Teir báðir niðurflytararnir skulu væntandi finnast millum hasi trý liðini.

 

Thisted hevur tó átta dystir eftir at leika í niðara endaspælinum. Komandi fríggjakvøld verður grannauppgerð móti gamla liðnum hjá John Petersen, Skive á heimavølli á skránni hjá Thisted. Men nú mugu stigini koma um bjargingarætlanin skal halda.