Eisini átøk, sum hava til endamáls, at fólk í størri mun klára seg sjálvi ella við avmarkaðari hjálp. Hendan frágreiðingin er eitt gott mið hjá politikarum fyri at fáa íblástur til framtíðarloysnir á økinum [...] fyri játtanina til økið. Eitt, sum er so sera umráðandi, tað er at leggja ætlanir fyri sosiala økið - langt fram í tíðina. Við góðum hagtølum og framtíðarætlanum, so fáa vit lagt økið betur til rættis og kunnu [...] finnast um. Tosa vit í rundum tølum, so snýr tað seg um at seta 50 mió. kr. av um árið, næstu 10 árini. Neyðugt er við einari breiðari semju, soleiðis at tað ikki kemur stígur í, um samgonguskifti verður
hjá hesum fjøltáttaða bólki. Okkara land er gott, eingin ivi um tað, og flestu okkara kunnu enn njóta tað persónliga frælsið í ávísan mun og nýta tað til at skapa okkara lív, sum okkum hóvar best. Her [...] hjálp, menning og vegleiðing, eins og lætta og ein kjans at njóta tykkara viðfødda rætt til persónligt frælsi. Vel meg til løgtingsvalið 8. desember Hanna Jensen, listi F Framsókn [...] sum bert brek, so er støðan ein heilt onnur. Í alt ov stóran mun hóska tær vanligu skipanirnar ikki til tín, tí tú hevur serligan tørv, og hesin serligi tørvur ger, at tú ofta hevur brúk fyri hjálp bæði
ella um støðan er álvarslig. Ei heldur er tað serliga greitt, hvørjar reglur eru galdandi á økinum. Tí mugu vit fáa størri innlit og ávirkan, enn vit hava í dag. Tað er eisini greitt, at Danmark ikki hevur [...] stjórnin livir upp til sínar skyldur, so leingi sum Danmark hevur ábyrgd av verjuni og trygdina hjá Føroyingum, og at vit annars taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Tí tíðin er búgvin til, at Føroyar tekur [...] tænastur 2) Tryggja leypandi orkuveiting til okkara orkutørv 3) Tryggja førleikan at handfara ótamda flyting av menniskjum 4) Tryggja matvørutrygd og atgongd til reint drekkivatn 5) Hava førleikan at handfara
Bert á hendan hátt kunnu vit framhaldandi tryggja rímiligar prísir á el-orku fyri øll í Føroyum. Tað er gott, at privat feløg framleiða inn á el-netið, men sjálv el-veitingin skal ikki enda á privatum hondum [...] Hetta uppliva fólk í okkara grannalondum, og hesa støðuna ynskja vit ikki. SEV er sum orkuveitari til øll í Føroyum fyri sama kostnað grundleggjandi partur av okkara undirstøðukervi. Hetta er fyri ein [...] ørum, tá orkumyndugleikin bjóðar út varandi orkuframleiðslu. Vit skulu tryggja javnbjóðis atgongd til framtíðar orkukeldur. Hetta gera vit einans við at varðveita SEV á kommunalum hondum. Hesum vil eg
tingfólk fyri flokkin, hevur borið hetta hugskotið fram, so er tað ikki løgið, at tað er myndin ein fær. Antin má hetta vera boðskapurin, ella er tað innanhýsis ósemja um hetta málið hjá Javnaðarflokkinum. Um [...] Nú fýra dagar eru til val, og valstríðið er í hæddini, so vil formaðurin í Javnaðarflokkinum nú brádliga vita, hvat Fólkaflokkurin vil. Tí vil eg fegin greiða frá! Tað fyrsta Fólkaflokkurin vil fremja [...] fremja, um vit koma til valdið, er at lætta um fíggjarliga hjá borgarum í landinum. Eisini skulu vit gera tað soleiðis, at fólk skulu tíma at taka eitt eyka tak, uttan at verða revsaði í skatti. Vit vilja geva
soleiðis at bæði vinna og ikki minst tey, sum skulu njóta gott av verkætlanini, vita nøkurlunda, hvat er ávegis. Tá verkætlanirnar verða lagdar til rættis og framdar, eiga vit so vítt gjørligt at brúka føroyska [...] vitanini. Hetta merkir sum oftast, at næstu ferð eitt líknandi arbeiði skal gerast, so er tað nakað, sum føroyingar duga. Tað er eisini okkurt afturat við føroyskum veitarum: Teir tosa føroyskt, so samskiftið [...] sum føroyskir ráðgevarar ella arbeiðstakarar ikki vita alt um, so eiga vit at kunna liva við, at tað er ein føroysk fyritøka, sum landið ger avtalu við, ið síðan finnur sær ein undirveitara við neyðugu
Danmark ein tjenestemandsreform. Onkur heldur, at hetta er høvuðsorsøkin til, at vælferðarstørvini ikki fáa nóg høga løn í mun til teirra arbeiði og ábyrgd. Hóast man, eftir mínum tykki, gjørdi ein feil [...] feil, við at gera eina slíka lóg, so haldi eg ikki møguligi feilurin verður rættaður við at gera tað sama sum í 1969, also at blanda seg uppí. Lønir skulu, eftir mínum tykki, samráðast millum fagfelag og [...] starvi. Vanliga kann trivnaðurin ikki mátast í pengum. https://www.youtube.com/watch?v=8tBBZEjJReM Gott val X við A Fía Selma Nielsen
rimmarfast í. Tað sum vit serliga leggja til merkis er, at barnafamiljur, har annaðhvørt annað ella bæði foreldrini nema sær eina útbúgving, velja Føroyar til. Um tað á nakran hátt ber til. Men, men men [...] ikki longur aftur enn til fyrst í nullini. Tá fór meira enn helmingurin av øllum floygdum pisum av landinum at nema sær eina útbúgving, og væl minni enn helvtin kom tá heim aftur. Tað kunnu vit kalla brain [...] Fróðskaparsetri, tað hava ongantíð verið teknaðir so nógvir lærusáttmálar, og alsamt fleiri taka stuttar og meðallangar útbúgvingar í Føroyum. Og alsamt fleiri velja at koma aftur til Føroya eftir lokna
Barsil til liðugt lesandi Umskipa barsil hjá B-inntøku Meira barsil til tvíburaforeldur Meira barsil til ov tíðliga fødd Hámarkið fyri barsilsútgjaldi hevur verið 25.000 kr. síðan 2004, tá tað varð lækkað [...] Alt gott kann gerast betri. Tað sama er galdandi fyri barsilsskipanina, sum á nógvar mátar er ógvuliga góð og týdningarmikil fyri føroyska samfelagið. Tó so hevur hon nakrar manglar, har tað serliga eru [...] ógvuliga gott, tí hesi børnini brúka vanliga longri tíð um at mennast. Trupulleikin er, at verður eitt barn føtt í 33. viku, so fáa foreldrini ikki longda barsilstíð. Tað er helst ikki ætlanin, at tað skal
Tað vísir seg, at tá Landskassin manglar pengar, kemur tað oftani fram, at vit kunnu selja okkurt. Nú er gongd á at selja partabrøvini í Tjaldur, alt gott um tað MEN, tað eru nøkur feløg, sum ikki mugu [...] fyri tað um tað almenna hevur fult tamarhald, ja so má tað bera til hjá privatum at vera ein partur av hesum. Eitt dømið er SEV, har privatir framleiða streym á neti og SEV hevur leveringstrygd til alt [...] hvussu tað er við Posta - havi onga meining um tað skal seljast ella ikki. Hesir stovnar eru so sentralir fyri samfelagið, at vit tola als ikki at missa tamarhaldið á teimum. Vit kunnu bara hyggja til Danmarkar