Ein Føroyskan trygdar- og verjupolitikk

Føroyar eigur at fáa størri innlit í trygdar- og verjupolitikkin, og eigur í síðsta enda at taka fulla ábyrgd av hesi øki.

 

Í Føroyum eru vit ikki von við at tosa um trygdar- og verjupolitikk. Og tað er ikki so undarligt, tá vit hugsa um, at vit ongantíð hava havt ábyrgd á hesi øki. Hetta má broytast, meðan møguleiki enn er fyri tí.

 

Í dag fáa vit lítið og onki at vita um okkara egnu trygdar- og verjupolitisku viðurskiftir. Sum dømi kann nevnast, at politiska skipanin í Føroyum fekk at vita á einum tíðindafundi í donskum sjónvarpi um, at politisku flokkarnir í Danmark vóru samdir um at seta pengar av til ein eftirlitsradara í Føroyum. Løgtingið visti av ongum.

 

Eisini var ein stór gjøgnumsigling av NATO-herskipum í Føroyskum sjóøkið herfyri, men almenningurin og politiska skipanin fekk onga kunning um hetta.

 

Hetta er eitt greitt brot á sonevnda Fámjinsskjalið, undirskrivað av Føroyar og Danmark í 2005, ið sigur at:

 

• “I forvaltningen af udenrigs- og sikkerhedspolitiske spørgsmål af betydning for Færøerne er det naturligt, at Færøerne medinddrages og har medindflydelse.

 

• Der er tale om en ægte medinddragelse og medindflydelse med sigte på ligeværdighed i alle spørgsmål hvor Danmark og Færøerne i fællesskab er inddraget.

 

• Når sådanne spørgsmål af særlig interesse for Færøerne måtte kræve internationale forhandlinger, er det naturlige udgangspunkt, at Færøernes Landsstyre deltager i sådanne forhandlinger: sammen med Danmarks Regering for at gøre færøske synspunkter og interesser gældende.”

 

Seinasta árið hava vit eisini sæð kavbátar, herskip og hernaðarflogfør í Føroyskum øki, uttan at Føroya fólk fær kunning um, hvat tey gera her ella um støðan er álvarslig. Ei heldur er tað serliga greitt, hvørjar reglur eru galdandi á økinum. Tí mugu vit fáa størri innlit og ávirkan, enn vit hava í dag.

 

Tað er eisini greitt, at Danmark ikki hevur raðfest trygd og verju í nóg stóran mun. Orsaka av danskari niðurrafesting av verju í fleiri áratíggju, er Danmark ikki ført fyri at verja seg sjálvt, tíansheldur Føroyar og Grønland.

 

Tí vilja vit í Framsókn at tryggja, at danska stjórnin livir upp til sínar skyldur, so leingi sum Danmark hevur ábyrgd av verjuni og trygdina hjá Føroyingum, og at vit annars taka ábyrgd av egnum viðurskiftum.

 

Tí tíðin er búgvin til, at Føroyar tekur størri ábyrgd av trygdar- og verjupolitikki. Føroyar hevur ikki somu avbjóðingar sum Danmark, og Føroyingar vita best, hvat eigur at raðfestast av trygdar- og verjupolitiskum átøkum í Føroyum.

 

Føroyar eigur at fáa útgreinað, hvør okkara tørvur er á verju- og trygdarpolitiska økinum. Vit skulu millum annað útgreina, hvussu vit í einari kreppustøðu:

 

1) Tryggja framhald av stjórn og lívsneyðugar almennar tænastur

 

2) Tryggja leypandi orkuveiting til okkara orkutørv

 

3) Tryggja førleikan at handfara ótamda flyting av menniskjum

 

4) Tryggja matvørutrygd og atgongd til reint drekkivatn

 

5) Hava førleikan at handfara stóran mannskaða

 

6) Tryggja samskiftisskipanir

 

7) Tryggja almennar ferðsluskipanir

 

Føroyar hevur ikki tørv á at lýsa jarnbreytir sum kritiskt infrakervi, tí Føroyar hevur ongar jarnbreytir. Hetta er bert eitt dømi um, hvussu Føroyar og Danmark eiga at hava ymiskar tilgongdir til økið, og hví tað ikki nyttar nakað at flyta danskan politikk yvir á føroysk viðurskifti. Føroyar hevur tørv á at tryggja sjóøkið, hava nøktandi loftrúmseftirlit, fiskiveiðieftirlit, trygga okkara netkaðalar, tryggja okkara orku- og matveiting, hava nøktandi KT-trygd og eina hóskandi tilbúgving.

 

Harnæst er tað týdningarmikið, at vit sita við borðendan, tá ið NATO hevur tørv á Føroyum og føroyskt økið til sítt fyribyrgjandi virksemi. Málið er at Føroyar fáa eitt sjálvstøðugt samstarv við NATO í framtíðini, á jøvnum føti við onnur limalond.

 

Inntil tá eiga vit at fáa innlit í trygdarpolitikkin fyri Føroyar. Men vit eiga eisini áhaldandi at fáa størri ávirkan á, og at enda fulla ábyrgd av, okkara trygd og verju, í samstarvi við okkara sameindu.

 

Eitt gott stað at byrja er at tryggja, at ætlaði lofteftirlitsradarin kemur at vera undir føroyskari umsiting.

 

Hetta fari eg at arbeiða fyri, verið eg valdur á ting.

 

Bjarni Kárason Petersen,

 

valevni fyri Framsókn