og familjufyrisitingin Hetta er eitt tað mest umráðandi mál sum børn og foreldur fara í gjøgnum - tað kann gott vera, at eg raki onkra nerv her, men tað er ikki gott nokk her í Føroyum. Ein hevur eina kenslu [...] samstarva, her haldi eg, at pláss er fyri broytingar. Tað kemur fyri, at tey flyta mál yvir til hvønn annan, so foreldur blíva í villareiði. Í síðsta enda eru tað børnini sum svíða. Hesum fari eg at fylgja upp [...] upp um eg verði valdur á ting Børnini Vit mugu minnast til at tryggja okkara børnum eina góða framtíð og tað eru bara vit vaksnu, sum kunnu tað. Eg fari sjálvur at hyggja eftir, um vit ikki kunnu gera nakað
má hækkast undir nøkrum umstøðum, tí tað vil forða forrætningini og leggja forðingar fyri virkseminum hjá serútvalda leigaran. Men Jørgin tú skal vita at tað er gott fyri tína heimbygd. Á sama hátt hevur [...] hevur Føroya fólk leiga rættin til tilfeingi í sjónum og rættin til at ala til útvaldar og dugnaligar fyritøkur og reiðarí – uttan útboð fram um onnur dugnalig og hugaði vinnulívsfólk. Men okkara kassameistarar [...] ognarrættin hjá Føroya fólki til tilfeingi í sjónum. Lat okkum spæla at vit fara at tvangsútleiga kjallarin í húsinum hjá Jørgin, sum hann hevur ognarrættin yvir. Vit leiga út til ein serliga útvaldan vin
i eina samsýning upp til 50.000 kr. árliga uttan, at tað verður drigið frá í skattskyldigu inntøkuni. Týðilig vísindalig prógv eru fyri, at um ein er kropsliga aktivur, gevur tað sálarliga vælveru. Men [...] drívmegin er vinarskapur og samanhald, har tað er møguleiki fyri at arbeiða við “learning by doing”, at verða við, tá avgerðir verða tiknar og at reflektera. Tað er við til at geva skótunum kensluna av at megna [...] Tað hevur týdning fyri børn og ung at kunna koma í avriksfátøk støð, har tað ikki verður kraft meira av teimum enn, at tey bara skulu vera, sum tey eru. Ítróttarsamband Føroya hevur ein serstakan møguleika
skattalætta Tað skal loysa seg hjá øllum at arbeiða Hækka barnafrádráttin Tryggar karmar fyri alt vinnulív í Føroyum Eitt enn betri heilsuverk Eitt Føroyar fyri øll Ungdómurin skal eisini hava tað gott í okkara [...] rætta eina hond út, og ynskja at skapa enn betri umstøður til ungdómin at vaksa upp í hesum landi: Eitt gott lestrarumhvørvi Lestraríbúðir til lesandi Lesandi og lærlingar skulu tjena minst 80.000 skattafrítt [...] stjórna Føroyar landi, Fólkaklokkurin stendur við sítt. Vit raðfesta familjuna og vinnuna hægst, tað skal verða gott at búgva og virka í Føroyum. Fólkaflokkurin tekur ábyrgd av Føroya landi, og skapa tryggleika
ynsktu útgjald fyri 40 tímar til fólk í fiskavirkiskipanini, men fíggjarliga støðan hjá skipanini gjørdi at tímatalið varð ásett til 32 tímar. Skipanin varð smíðað í mun til ein tørv og veruleika í 1992 [...] ár. Fyri at tryggja øllum so gott fíggjarligt útgangsstøði sum tilbar undir einum arbeiðsloysi, vóru bestu 12 lønarmánaðirnir av teim seinastu 36 undanfarnu, t.v.s. aftur til august 1989, nýttir sum inn [...] 1992, og summi ynski var tað ikki ráð til, hóast tørv. Í 2022 er m.a. neyðugt at ein arbeiðsloysisskipan, sum er ein av grundvælferðartænastunum, verður broytt samsvarandi hvussu samfelagið er skipað og
Eisini átøk, sum hava til endamáls, at fólk í størri mun klára seg sjálvi ella við avmarkaðari hjálp. Hendan frágreiðingin er eitt gott mið hjá politikarum fyri at fáa íblástur til framtíðarloysnir á økinum [...] fyri játtanina til økið. Eitt, sum er so sera umráðandi, tað er at leggja ætlanir fyri sosiala økið - langt fram í tíðina. Við góðum hagtølum og framtíðarætlanum, so fáa vit lagt økið betur til rættis og kunnu [...] finnast um. Tosa vit í rundum tølum, so snýr tað seg um at seta 50 mió. kr. av um árið, næstu 10 árini. Neyðugt er við einari breiðari semju, soleiðis at tað ikki kemur stígur í, um samgonguskifti verður
hjá hesum fjøltáttaða bólki. Okkara land er gott, eingin ivi um tað, og flestu okkara kunnu enn njóta tað persónliga frælsið í ávísan mun og nýta tað til at skapa okkara lív, sum okkum hóvar best. Her [...] hjálp, menning og vegleiðing, eins og lætta og ein kjans at njóta tykkara viðfødda rætt til persónligt frælsi. Vel meg til løgtingsvalið 8. desember Hanna Jensen, listi F Framsókn [...] sum bert brek, so er støðan ein heilt onnur. Í alt ov stóran mun hóska tær vanligu skipanirnar ikki til tín, tí tú hevur serligan tørv, og hesin serligi tørvur ger, at tú ofta hevur brúk fyri hjálp bæði
ella um støðan er álvarslig. Ei heldur er tað serliga greitt, hvørjar reglur eru galdandi á økinum. Tí mugu vit fáa størri innlit og ávirkan, enn vit hava í dag. Tað er eisini greitt, at Danmark ikki hevur [...] stjórnin livir upp til sínar skyldur, so leingi sum Danmark hevur ábyrgd av verjuni og trygdina hjá Føroyingum, og at vit annars taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Tí tíðin er búgvin til, at Føroyar tekur [...] tænastur 2) Tryggja leypandi orkuveiting til okkara orkutørv 3) Tryggja førleikan at handfara ótamda flyting av menniskjum 4) Tryggja matvørutrygd og atgongd til reint drekkivatn 5) Hava førleikan at handfara
Bert á hendan hátt kunnu vit framhaldandi tryggja rímiligar prísir á el-orku fyri øll í Føroyum. Tað er gott, at privat feløg framleiða inn á el-netið, men sjálv el-veitingin skal ikki enda á privatum hondum [...] Hetta uppliva fólk í okkara grannalondum, og hesa støðuna ynskja vit ikki. SEV er sum orkuveitari til øll í Føroyum fyri sama kostnað grundleggjandi partur av okkara undirstøðukervi. Hetta er fyri ein [...] ørum, tá orkumyndugleikin bjóðar út varandi orkuframleiðslu. Vit skulu tryggja javnbjóðis atgongd til framtíðar orkukeldur. Hetta gera vit einans við at varðveita SEV á kommunalum hondum. Hesum vil eg
tingfólk fyri flokkin, hevur borið hetta hugskotið fram, so er tað ikki løgið, at tað er myndin ein fær. Antin má hetta vera boðskapurin, ella er tað innanhýsis ósemja um hetta málið hjá Javnaðarflokkinum. Um [...] Nú fýra dagar eru til val, og valstríðið er í hæddini, so vil formaðurin í Javnaðarflokkinum nú brádliga vita, hvat Fólkaflokkurin vil. Tí vil eg fegin greiða frá! Tað fyrsta Fólkaflokkurin vil fremja [...] fremja, um vit koma til valdið, er at lætta um fíggjarliga hjá borgarum í landinum. Eisini skulu vit gera tað soleiðis, at fólk skulu tíma at taka eitt eyka tak, uttan at verða revsaði í skatti. Vit vilja geva