hjartara út til Hj.E hjá Eystri. Hjá Føroyum helt Hans-Jacob á við Hjartara, meðan Mathias Bruun hjá Danmark snildisliga skifti til kleyvara. Rói kavaði til Kl B, og tá fór Lars Blakset aftur til hjartara [...] Hj. frá Arnbjørn leyp Norður til 5 kl., men her mátti kontraktin lækkast við trimum eftir Sp E, Sp K og spar til trumf og eftirfylgjandi Ru E og rútara til trumf. 11 IMP til Føroyar. [...] at teir eisini spældu sera væl. Føroyska liðið fór tó ikki niður við høvdinum av hesi orsøk. Eftir fleiri góðar dystir og nógv óvæntað stig hevur liðið vunnið stóra virðing, og í 26. umfarinum gjørdist talan
eisini við »Baki« til Grimsby við flaki. Onkran túr vóru vit í Cuxhaven. Eisini í Boulogne í Frankaríki. Tveir túrar fóru vit gjøgnum Kielarkanalina til Poland eftir høgguslokki til agn. Tey síðstu árini [...] sum fekk sær Tauser til eftirnavn. Hann gjørdist ikki minni enn 105 ára gamal, elsti føroyingar vit vita um við vissu. Johanna giftist til Vágs, kom at eita Sumberg. Axelina giftist til Selatraðar, hon var [...] sigldu við forsýningum fyri bretar til tær støðir, teir høvdu um landið, og tað var nógvastaðni. Bretar hersettu Ísland eins og Føroyar, men seinni komu amerikanarar eisini til Íslands. Eina stutta tíð var
kortini, sigur Jákup Mikal Mikkelsen. Við til Skotlands Tað bleiv tann standandi landsynningur og ferðin gekk seint, og teir sigldu í fleiri dagar. - Tað gekk soleiðis, til vit nærkaðust Føroyum, tá kom hann [...] ein trolari og førdu teir inn til Kirkwall til kontroll. - Har bíðaðu vit so eftir kontrolli í einar tveir dagar. Tá vit so endiliga fóru hagani, gekk tað toluligt suður til Aberdeen. Tá var fiskurin vorðin [...] er ein av teimum, sum hevur verið til lands í Íslandi. - Tað var undir krígnum, tá tóku teir seg saman fýra skip. Tað var Grønanes, Elisabeth og Docea, sum hoyrdu til Sandavágs, og so Sólbrún úr Miðvági
allur skúlin er eina útferð eina ferð um árið til okkurt stað í oynni, umframt aðrar túrar, sum hvør einstakur lærari skipar fyri. 6. flokkur fer norðureftir til Havnar og har um leiðir at kunna seg um ymiskt [...] fara til Danmarkar, Hetlands, Týsklands, Prag onkuntíð nakað longri. Tað kemur ann uppá, hvat næmingar, flokslærari og foreldur gera av. Hugburðurin í Hvalbiar skúla er, at samlað verður inn til námsferðina [...] Námsfrøðiliga ráðið í skúlanum hevur gjørt av, at tað er 8. flokkur, sum eigur skúlaárið til ymisk tiltøk, sum geva pengar til eina námsferð. Ein og hvør kann siga sær sjálvum, at tað at fara á námsferð við næmingum
hava Føroyar higartil spælt tríggjar dystir. Í tí fyrsta, sum var í Gundadali, eydnaðíst tað at røkka málleysum javnleiki ímóti Norðurírlandi. Síðani hava Føroyar lagt rygg til 4-0 tap í Norðurírlandi [...] svarar Bill Jacobsen soleiðis: – Tað er ein møguleiki fyri tí. Men tað er eisini upp til okkum sjálvar at vera við til at avgera. Á heimavølli ímóti Norðurírlandi stemmaði tað væl hjá okkum, og tá rukku [...] Tað er ókeypis atgongd til dystin, og tað verður roknað við, at føroyskir áskoðarar fara at síggjast og hoyrast. Eitt nú skipar føroyingafelagið í Århus fyri bussferð norður til Aalborg, og í Norðurjyllandi
skotsku spælararnir komu heim til yvirskriftir á leið við tær, sum fyrrverandi enski venjarin Graham Taylor mátti leggja rygg til, men hann er avgjørdur í, at Skotland skal við til EM, hóast hann viðgongur, at [...] Bretsku ítróttarfjølmiðlarnir eru ikki kendir fyri at vera serliga mjúkir at strúka, tá tað kemur til óheppin ítróttarfólk. Hetta hava bæði Glenn Hoddle, David Beckham og danski dómarin Kim Milton Nielsen [...] nógv burturúr sjálvum dystinum, men hyggja nógv eftir útvísingini, ið teir síggja sum høvuðsorsøkina til, at Skotland ikki megnaði at vinna á føroyska liðnum. »Fiasco in the Faroes«, skrivar Soccernet, ið
var úrslitið í Vaduz 1-0 til Føroyar, á Kypros 13. februar í 2002 var úrslitið eisini 1-0 til Føroyar, og 19. august í 2002 vunnu Føroyar í Havn 3-1 á Liktinstein. Nú tað í fleiri ár hevur gingið rætta vegin [...] teirra, sum vóru við til at tapa í Liktinstein, vóru við í gjár, og heldur ikki íslendingarnir, sum vóru eykamenn í Vaduz, vóru við til at manna íslendska liðið í gjár. So tað ber ikki til at staðfesta annað [...] Í gjár legði fótbóltslandsliðið rygg til 3-0 tap ímóti Íslandi. Uppgerðin í gjár var tann níggjunda ímóti Íslandi, síðani Føroyar í 1988 fingu limaskap í FIFA. Føroyar hava tapt allar níggju dystirnar
Ùt móti middag kom omma út til okkara við heitum mati. Sum hetta smakkaði væl! Vanliga sat omma og hugnaði sær saman við okkum, til hon fór til hús at hava nátturðan kláran til okkara. Tá vit so komu heim [...] strævið til tíðir, so helt eg tað vera áhugavert, og eg kundi altíð fara til verka. Hevði kanska betri hug enn systrarnar. Torvarbeiðið í Glyvrardali var ein sonn njóting. Pápi skar torvið millum túrar, so [...] minnist eina ferð, at abbi saman við nøkrum øðrum monnum hevði lænt ein bát hjá Per Nielsen at fara til Havnar til handils. Omma bað abba keypa sær ein blomstrutan náttpott. Tá ið hann kom heim seint á kvøldi
svimjing, men sjálvari heimselituni. Hann hevur gjørt vart við seg í fleiri kappingum og hevur kappast um heiðursmerki í bæði World Cup-, EM- og HM-kappingum, so í altjóða svimjiumhvørvinum er tað skjótt eingin [...] av upphiting til olympisku leikirnar komandi summar. Heldur ikki er nakar ivi um, at hægsta ynskið hjá Pál hevur verið, at hann skuldi umboða Føroyar í olympiskum høpi. Hetta ber tó ikki til, so leingi Føroyar [...] jarnbrot Bæði Pál og onnur høvdu sjálvandi helst sæð, at tað bar til at umboða Føroyar beinleiðis í OL-høpi, men so leingi sum tað ikki ber til, er núverandi loysnin avgjørt tað frægasta, ið kann fáast burturúr
vølli, og so ber ikki til at leggja so nógv afturat. Men tað var spell, at góði bóltførleikin, skjótleikin og ágrýtni ikki bóru eitt ella fleiri mál við sær, tí møguleikarnir vóru til tað. 11. John Petersen [...] sum stakk bóltarnar fram í vinstru til Toda. Eftir lítið sannførandi avrikið ímóti Litava var tað týdningarmikið hjá Julian at staðfesta, at hann eigur rættin til eitt miðvallarpláss, og tað gjørdi hann [...] 1. Jens Martin Knudsen, GÍ 47/0: Var fyri fyrstu ferð síðani fyrsta dystin í hesi EM undankappingini tikin framum hin málverjan. Hevði nógv minni at gera ? tríggjar bjargingar ? enn hann ofta áður hevur