til, samstundis sum onkur fellur frá, minkar fólkatalið. Jóanis Lisberg ásannar, at tað vísir seg at vera ógvuliga trupult at fáa fólkatalið í bygdini at veksa – fyri ikki at siga, at tað er heilt ómøguligt [...] hevur sitið sum borgarstjóri. - Øll vita eisini, at tað næstan er ómøguligt at seta føtur undir egið borð á bygd. Tað er kostnaðarmikið at byggja, og tað er ógvuliga trupult – fyri ikki at siga ómøguligt [...] hann, at hann hevur einki lovað. Men, so tekur hann afturíaftur og sigur, at tað er ikki heilt rætt kortini. - Jú, eg lovaði mínum veljarum, at eg fór at stríðast alt tað, eg eri mentur fyri, at vit skulu
ov tíðliga at siga, hvussu verður á valinum í november. Í dag fært tú heldur ikki borgarstjóran at siga, um hann fer at stilla uppaftur. - Tað veit eg ikki at siga í løtuni, men eg veit, at eg brenni líka [...] heldur enn at taka lán, og síðan hava vit spart upp aftur, sum borgarstjórin tekur til. Hann heldur fyri, at einaferð verður tað onkur annar, sum tekur yvir í kommununi. - Tá eiga hesi, sum tá skulu bera [...] heldur skuldu verið niðri í bygdini, men sjálvur haldi eg, at góðir møguleikar eru at dagføra hølini á Krossinum. Hann sigur, at tíðin fer at vísa, hvussu hetta málið best verður loyst í sátt og semju
Tað verður við góðari hjálp frá børnunum, sum verða við til tiltakið seinnapartin í morgin, at jólamenn fara at tendra jólatræið. Visit Tórshavn veit at siga, at tiltakið Barnajól verður leygardagin 2. desember [...] Tórshavn siga tey, at jólamenninir gleða seg at sleppa at heilsa uppá øll børnini. Jólamenninir hava sjálvsagt eina rúgvu av karamellum við sær. Jólaprýddar smáttur Hjá Visit Tórshavn siga tey, at jólabýurin [...] jólabýurin, sum plagar at vera í miðbýnum, letur uppaftur í ár. - Hurðarnar vera ólæstar, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið og síggja smátturnar, sum skótarnir í KFUK hava prýtt. Sagt verður
vísir á, at hesin fantastiski sansurin, sum eitur sjónin, ger alt tað, sum hevur við jól, jólahugna og jólagávur at gera, so nógv lættari. - Men, eg havi ikki tann sansin at brúka. Tí noyðist eg at hugsa [...] nøkulunda, sum tað plagar at vera. Plaga tit at hava jólatræ - úr plasti ella træi - og nær verður jólatræið pyntað? - Tey síðstu nógvu árini hava vit havt eftirgjørt jólatræ. Ert tú farin at hugsa um jólagávur [...] hugsa meg til alt, áðrenn eg fari í býin at keypa – hvat eg skal keypa. Eg skal vera tann fyrsta at siga, at eg vildi so innarliga ynskt, at eg kundi fingið íblástur við sjónini. Men, tann møguleikan havi eg
støðan so trupul, at fólk byrjaðu at ringja og kæra sína neyð. - Tí var tað eisini eitt samt býráð, sum samtykti at fara í holt við at loysa hetta átrokandi mál. Longu á heysti sama ár, sum nýggja býráðið [...] skipan, sum eg fari at mæla til at varðveita. Vit hava sett fólk við matfakligum útbúgvingum og førleika at keypa inn og taka sær av hesum. Borgarstjórin sigur seg hava hoyrt foreldur siga, at børnini [...] kaféteria er og sum er ætlað sum kaféteria í dagtímunum – nakað sum í Norðurlandahúsinum. - Her eru eisini flytbarir veggir, soleiðis at hølini í stødd kunnu laðast eftir teimum tiltøkum, sum eru. Karl ásannar
nummar trý ella fýra, sum var "Trøllabundin" bestemmaðu føroyingarnir seg fyri at sláa í ring. ##med3## Summi funnu eisini uppá at crowdsurfa – nakað, sum nokk ikki er so vanligt at síggja til Eivør-konsertir [...] Weiss Kristiansen nemliga Eivør sum ein av teimum konsertunum, festivalgestir áttu at uppliva í ár. Vit hava spurt hann, hvat hann so helt um konsertina, og her má man siga, at konsertin í den grad livdi upp [...] Eivør spældi á pallinum Gehenna, sum nokk er hugnaligasti pallurin á økinum og liggur inni í skóginum, umgirdur av trøðum. Og har var stúvstappað av fólki. Onkur helt fyri, at pallurin var for lítil til Eivør
Tað vil siga, at tað í morgin verður Bjarti Vitals Mørk, sum fer at venja B36 málið, tá ið besta liðið fer at spæla í Fuglafirði. Úri á vøllinum var Rani Berg í Soylu tann einasti hjá B36, sum regluliga [...] regluliga plagar at vera á listanum hjá besta liðnum. Á HB liðnum var eingin, sum í ár hevur verið nakað serligt á besta liðnum. Tríggir spælarar, sum áður hava spælt á besta liðnum, men sum seinastu tíðina ikki [...] hetta var sætta ferðin í ár, at Tobias Hansen, sum í næstu viku verður 21 ár, var málskjútti í næstbestu deildini. Miðskeiðis í seinna hálvleiki vóru teir í HB óhepnir at gera sjálvmál, og eftir lítlari
Drekin, sum harvið eftir tríggjar tær fyrstu kappingarnar hevur fult stigatal, so ber gongdin higartil í ár við sær, at tað er orsøk at rokna við møguleikanum, at tað kann hugsast, at onkur annar fer at bjóða [...] Tá lá tað ikki í kortunum eftir startspurtinum, at Drekin fór at verða fremstur, og soleiðis var tað eisini í dag. Tað skinklaði so mikið í startinum, at Drekin var á fimta plássi, tá ið teir fóru úr bekkinum [...] soleiðis, sum tað hevur gjørt fyrr í summar. Teistin hjá Argja Róðrarfelag var fremstur í startinum, og Fípan Fagra og serliga Geytin vóru eisini frammarlaga. Og so var tað, at Drekin bar seg soleiðis at, sum
Aðrir útlendskir miðlar vita at siga, at fleiri eru løstað, og onkur hevur latið lív. Reuters skrivar, at ukrainar eisini hava lopið á býin Sevastopol á Krim-hálvoynni, sum Russland tók frá Ukraina í 2014 [...] Russiski guvernørurin á Krim sigur, at tað hevur eydnast russisku loftverjuni at skjóta ukrainsku dronurnar niður. Sagt plagar at vera, at tað er í Sevastopol, at Russland hevur sína herflotastøð í S [...] veit í dag at siga frá einari røð av ukrainskum álopum í eitt nú Krasnodar-regiónini í Russlandi. Sagt verður, at lopið hevur verið á í økjunum, Jejsk, Temrjuk og Seversky. Kyiv Independent, sum endurgevur
ein bilførari tikin í Havn fyri at koyra við kenning. Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at blóðroynd er tikin, og tað verður úrslitið av henni, sum verður avgerandi fyri, hvør sektin [...] í gjárkvøldið, har tað vísti seg, at tey, sum vóru í bilinum, høvdu rúsevni uppi á sær. Løgreglan sigur, at talan var um smáar nøgdir, sum kortini geva bøtur fyri at hava rúsevni uppi á sær. - Seinnapartin [...] Havn. Her var eingin fólkaskaði, men annar bilurin fekk stóran skaða. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at aftari bilurin helst ikki hevur hildið neyðugu frástøðuna, og tað kann geva klipp í koyrikortið