Tað var aftur fín reklama fyri kappróðurin, tá ið 17 og 18 ára gamlir dreingir kappaðust í 5-mannaførum.
Drekin hjá Havnar Róðrarfelag vann í Klaksvík og Kollafirði. Tá lá tað ikki í kortunum eftir startspurtinum, at Drekin fór at verða fremstur, og soleiðis var tað eisini í dag. Tað skinklaði so mikið í startinum, at Drekin var á fimta plássi, tá ið teir fóru úr bekkinum og niður á lunnin, og so gekk tað soleiðis, sum tað hevur gjørt fyrr í summar.
Teistin hjá Argja Róðrarfelag var fremstur í startinum, og Fípan Fagra og serliga Geytin vóru eisini frammarlaga. Og so var tað, at Drekin bar seg soleiðis at, sum hann plagar. Drekin vann við góðum róðrarlagi og dyggum tøkum seg alt nærri oddinum, og við fýra bátum í hølinum fór hann um málið.
Geytin var ein lítla hálva bátslongd aftanfyri Drekan, og so var stutt aftur til Fípuna Føgru, Teistan og Royndina Fríðu.
Hóast vinnarin var Drekin, sum harvið eftir tríggjar tær fyrstu kappingarnar hevur fult stigatal, so ber gongdin higartil í ár við sær, at tað er orsøk at rokna við møguleikanum, at tað kann hugsast, at onkur annar fer at bjóða av. Men higartil er tað Drekin hjá Havnar Róðrarfelag, sum hevur víst seg at vera tann stinnasti av øllum.
##mynd2##