Síðan varð vald nevnd og grannskoðarar. Í nevndina komu Djóni Isaksen, i Geil, R.C. Effersøe, H.C. Olsen, Jacob Lützen og Ole Mortensen. Grannskoðarar vóru: A.W. Restorff, keypmaður, og lærarin C.L. Johannesen [...] fólkið í Føroyum, og fara vit at nýta høvið at greiða eitt sindur frá teirra søgu. »Tey frísku skulu rinda fyri tey sjúku« Teir fyrstu sjúkrakassarnir tóku seg upp í Danmark aftaná 1850, og teir vóru grundaðir [...] Andreassen, fiskimaður, H.N. Jacobsen, bókahandlari og Ole Mortensen, timburmaður. Hesir fingu afturat sær: Eliesar Jacobsen, fulltrúa, Jacob Lützen, keypmann og Rasmus Effersøe, blaðstjóra. Hetta hava alt verið
vóru í sjálvari kirjuni og innar í kóri, og ikki minni, um, hvat ið tú á sinni fann í kirkjuni inni. Men vit vita í hvussu so er tað, at kirkjurnar vóru gjørdar av grót og flag, og at tekjurnar tá vóru av [...] vindur og veður, ávirkan hevur og sítt krevur. Í 1899 teir nýggja kirkju byggja fyri kirkjunnar framtíð at tryggja, slíkt kann ei á láni liggja. Og nú gott hundrað ár á rað hevur hon verið og er framvegis [...] land, varð á bláman tveitt alt fyri eitt. Soleiðis rak oyggin til og frá eins og friðleyst oyggjastrok má, inntil prestarnir boðsendir vóru og til arbeiðis fóru. Ein dagin oyggin kom uttan av havi, teir hálshvítu
samfelagsligum og fíggjarligum rættvísi, fekk tað loyvi til at hækka støðið fyri heilsurøkt og útbúgving og skapa sosiala eind og tjóðskaparliga sjálvsvirðing, so vildu grannalond seta somu spurningar og fara undir [...] spæl, kettan eftir músini, blindabukk, krógva og blunda. Men at enda sært tú, at tú hevur fólk úr kjøti og blóði millum tínar hendur, fólk við egnum vilja og egnum kenslum, gjørd burtur úr samansettum pørtum [...] lygnum oman á lygnum og við umfatandi villleiðing av fjølmiðlunum og harvið av almenninginum. Eitt átak, sum skuldi útbyggja amerikanst hernaðarligt og búskaparligt eftirlit í Miðeystri, og sum tá ið allar
skipum, og í 1942 fór hann at føra galeasuna Marie. Teirra uppgáva var alment at sigla millum Sæby sunnanfyri Skagen og Keypmannahavn. Millum reiðaran og mótstøðurørsluna var gott samband, og tí løgdu [...] hildin at vera fransur, og tí varð hann væl móttikin í fyrsta umfari. Skipar Hansen hevði verið umborð fyrr um dagin. Honum mundi ikki dáma skilið, og hann slapp sær í land og niðan í hagan at krógva seg [...] fór Johan við honum til Lorvíkar, og her kom hann at verða til hann doyði 72 ára gamal. Jákup var yngstur av systkjunum. Foreldrini Poul og Margretha doyðu ung, og Jákup fór sum 9 ára gamal til Húsar
Gluggaglæma er at kalla eitt framhald av tiltakinum Hendur og Hugflog, sum plagdi vera í ítróttarhøllini á Hálsi. Tað vóru eisini tær báðar Jónhild Johannesen og Randi Vang, ið stóðu fyri tí tiltakinum. ? Gluggaglæma [...] a er ein sjálvstøðug verkætlan, ein avloysari fyri Hendur og Hugflog. Men hetta er nakað øðrvísi, greiðir Randi Vang frá. Jónhild tekur um endan, og sigur, at tá tiltakið var á Hálsi, vóru allir luttakarar [...] eina kapping í bundnaturrikløðum og sjalum. Kappingin var útskrivað í januar og freistin var úti um hálvan august. ? Hetta er eitt evni, sum bæði er modernað og søguligt, og sum nógv spennandi kann koma burturúr
egið, sjálvið og Skuggan, og har vit renna okkum í ímyndir sum Tann grøna Mannin og kendar arketýpur sum Hetjuna og Tann gamla Kongin. Eingin ivi er um, at Zakarias Wang forleggjari og (fyrst og fremst) Axel [...] hann tvey bløð, legði tey á hendur sínar, andaði á tey og knústi tey, og beinanvegin varð rúmið fylt við einum livandi frískleika, sum vaknaði luftin sjálv og titraði av gleði. Og so kastaði hann bløðini [...] fornenskum ella valisiskum vørrum, og orðið, við ljómandi sjálvljóðum og gátuført gandakendum tvíljóðum, við farra av skógi og feni, av feigum hetjum og lýsandi skjaldmoyggjum, kveikti søguna
umvegis stólpan og í málið, og hjá øðrum verður tað mett sum hálvkiksað og ov tepurt. Hvussu var og ikki so skoraði Vagnur. Vágbingar royndu at trýsta síðstu løtuna, men teir høvdu hvørki hugflog ella tyngd [...] nógv aftur og fram, og ofta gjørdu spælararnir tað uppaftur meiri torført fyri seg sjálvar, tá ið teir royndu at senda langar og høgar sendingar í staðin fyri at halda bóltinum niðri á nýggja og óslitna vøllinum [...] tungir og ikki so væl upplagdir, og tað lá í luftini, at um eitt mál fór at koma afturat, so fóru tað at verða gestirnir, ið fóru at fáa tað, og so var. HB fekk brotsspark, tá ið ein tími var farin, og tann
øðrum plássi um tað merkir at H71 endar á fremsta plássi. H71 og VÍF hava spælt tríggjar landskappingardystir og ein steypadyst fyrr í ár, og í øllum fýra førum hevur H71 vunnið greiðan sigur. Tí skuldi [...] Okkaradeildini, eru bæði støddfrøðisligar og ítrottarligar støður, ið kunnu gerast avgerandi. Í dag verður seinasta umfarið í grundspælinum í Okkaradeildini leikt, og har er spenningur um fremsta plássini [...] Klaksvík 17 408 532 -124 2 Undan seinasta umfari hevur Neistin 25 stig, meðan H71 og VÍF hava 23 stig Í dag spæla Neistin og VÍF tí spennandi dyst, ið fer at avgera endaligu støðuna í grundspælinum. Setningurin
vóru 9 í tali, og hava tey lagt sera nógv arbeiði í útgávuna. ? Tað hevur verið ógvuliga strævið, og vit hava havt nógv at gera. Ofta hava vit sitið aftaná skúlatíð, og nógv vikuskifti og frítíð er farin [...] fekk so nýggja handritið summarið 2000. Síðani heittu tey á Sólgerð Sigvardsen, lærara, um at samskipa útgávuna. Sólgerð og kokkurin Reynold Madsen fingu so hendur á nøkrum uppskriftum afturat, sum kanska [...] varð bókin samskipað, bæði málsliga og innihaldsliga. ? Hetta líkist ikki barna- og ungdómsbókunum, sum vit vanliga geva út, men vit fingu áheitan um at geva bókina út, og vit hildu hetta vera ógvuliga áhugavert
vit vakrar, inniligar hjartagrípandi sálmar um ljós og lív og frið, um gleði og vón, um barnið í krubbuni og einglar og hirðar, um Guð og frelsaran og Mariu moy.... Amen [...] gleði og sorg og freistingum og sviki? Søgan - heimssøgan og allar tær einstøku mannasøgurnar, bæði tær gomlu og tær nýggju - svara helst, at tað eydnaðist Honum ikki. Guð gav seg í mannahendur - og fall [...] maktina, sum ikki keypir sær tokka og undirbrotligheit við byrðum av takksemi og skuld. Jólaboðskapurin fer framvið kongum og hermonnum og borgum til ógiftar barnakonur og pápar, sum vilja vera pápar at børnum