Heimavirkisfelagið flutt í telduøldina

www.craft.fo er heimasíðan hjá føroyskum listhandverkarum og heimavirkisfólki


 

HEIMAVIRKI

At virka lutir heima, antin tað er úr ull, viði ella øðrum, er framvegis ein livandi táttur í lívi føroyinga. Hesi fylkjast í Føroya Heimavirkisfelag, sum eftir øllum at døma er eitt virkið felag við tveimum blaðútgávum á hvørjum ári, stóru summarsølustevnuni Hendur&Hugflog og jólasølustevnuni í Badmintonhøllini. Umframt er felagið í holt við at gera ein film um føroyska siðvenju innan ull og ullarvirking, og sum tað seinasta hevur felagið gjørt eina heimasíðu www.craft.fo. Inni á hesi heimasíðuni ber til at fáa allar upplýsingar um Føroya Heimavirkisfelag, nevnd, og hvussu ein gerst limur. Eisini er tilfar um stóru summarsølustevnuna, sum altíð verður væl vitjað.

Sum er hava trý listafólk heimasíðu hjá á www.craft.fo. Allir heimahandverkarar og heimavirkisfólk kunna fáa egna heimasíðu inni á hesi somu heimasíðuni, stendur at lesa í blaðnum hjá Føroya Heimavirkisfelag, sum júst er komið. Ein ensk útgáva av heimasíðuni kemur eisini. Menningarstovan hevur ábyrgdina av heimasíðuni og hevur fingið fyritøkuna Gramar at umsita hana.

Føroya Heimavirkisfelag varð stovnað 28. mai 1986. Endamál felagsins er at stuðla øllum heimavirkisáhugaðum og vekja áhuga hjá fólki at virka dygdarlutir, ið lúka nútíðarkrøv og at varðveita gamlar heimavirkissiðir. Føroya Heimavirkisfelag varð stovnað av 28 kvinnum og í dag eru 333 limir skrásettir, konufólk og mannfólk.