virkin, dáma væl at ganga túrar og nú í aldurin er høgur, so verður rollatorurin tikin í brúk. Eitt ítriv tygum altíð hava dámt so væl er at binda. Og so er tað ikki av vegnum at sleppa at leggja seg á sofuna [...] Dagurin varð hildin á Hotel Hafnia, har nógv fólk vóru komin at heilsa uppá Áslu og familju hennara. Eisini Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, varð boðin við og bar hann í hesum sambandi fram røðu [...] Tannárini og ungdómsárini vóru tygum nógv mest saman við systkjum og systkinabørnum úti á Nesi, har skúlin eisini var. Tað var ta tíðina tá ferðalærari var 14 dagar í Nesi og so 14 dagar í Víkabyrgi. Frá skúlatíðini
danska blaðnum Information hava ongantíð áður so nógv selt hassj sum tey gera nú, og ruðuleikin á marknaðinum hevur ongantíð verið størri enn tann sami. Fólk selja á torgum, í parkum, í bilum og í íbúðum [...] at hóast forboð í móti hassj, er tað meira vanligt at síggja fólk við eini joint í hondini enn eini vanligari sigarett inni á Christiania. So heilt normaliserað er Christiania tó ikki – enn. Pusher Street [...] pakka av Prince á Christiania. Kioskirnar eru ikki so nógvar í tali, men tað eru básarnir á høvuðsgøtuni hinvegin. Henda gøtan ber ikki einkisigandi navn so sum Palermovej ella Dronningensgade. Vegurin úti
sást á staðnum. Bert vil eg heita á fólk um at fara inn har, um leiðin verður løgd til Washington. Sum flestu framsýningar annars, so kostar einki at koma inn, men fólk kundu stuðla, um tey høvdu hug til [...] sjálvt um flogfarið var fullsett og 5 fólk stóðu á bíðilista, so kemur Føroyaflúgvingin í aðru røð, tí flúgvingin innanlands í Íslandi fær fyrsta prioritet. Tá vit so langt um leingi sluppu út í flogfarið [...] Føroyar er eitt flutningsfelag, sum fólk mest seta í samband við vøruflutning millum Føroyar og Danmark. Hetta er eisini høvuðsvinnan hjá felagnum. Men Skipafelagið arbeiðir á so nógvum øðrum mótum, sigur Árni
Samfelagið er í dag nógv meiri sundurgreinað, soleiðis at skilja, at vit í dag hava nógv fleiri ymiskar samfelags- og vinnubólkar, sum eru heilt ymiskt fyri. Hendan sundurgreining og so tað at fólk kenna seg minni [...] nir sóu seg noyddar at gera hetta, tí almenna fíggjarlógin var so hart fyrispent. Hava fólk egnar eftirlønarskipanir, so eru tey ikki so heft av almennum veitingum, og hartil kemur, at tey standa meiri [...] ikki hava verið so væl fyri á arbeiðsmarknaðinum, t.d. veri láglønt ella verið nógv arbeiðsleys, tey fara í høvuðsheitum bert at hava almennu eftirlønina á at líta. Spurningurin er so, um ikki hetta er
einum líknandi uppskoti. Men trupult er at fáa undirtøku fyri tí í samgonguni. Ávís samgongufólk halda, at Kringvarpið fær nóg nógvar pengar, og at eingin orsøk er at geva teimum alla ta upphædd [...] sum verður spard, um kringvarpsgjaldið verður frítikið fyri meirvirðisgjald. Hetta málið hevur so nú fingið ta vend, at landsstýrismaðurin beinleiðis skal kanna møguleikan at privatisera [...] nevnt sama møguleika. Kári P. Højgaard, formaður Sjálvstýrisfloksins hevur sagt, at tað er nógv betur at vinnan sponsorerar sendingar í Kringvarpinum, heldur enn at stovnurin fær almennar
við honum. Droymdi um mammuna Hann hevði í nógv ár ein dreym um at koma í samband við mammu sína, og umvegis familju í Íslandi fann hann fram til mammu sína. - So tíðliga ein morgun tók eg dik á meg og ringdi [...] endanum. - Yes, tað var Katrina. Tá ið hann so fekk forklárað, hvør hann var, svaraði hon bara: - Oh, my God! Tað gekk eitt sindur tungt at tosa, tí Jóhan dugdi so lítið av enskum, men hon dugdi framvegis [...] leygarmorgunin. So vánaligt var veðrið, at fyrireikararnir gjørdu av at halda setanarhaldið inni í tjaldinum á keiini heldur enn úti. Tað er helst fyrstu ferð, at veðrið skikkar sær so illa, at neyðugt
eina varðandi hjálp”. Tað var tí ikki so løgið, at nógv fólk hevði leitað sær til jarðarferðina hjá Inga, henda vakra leygardagin í Havn. Blómur og kransar var so nógv av, at tað rakk næstan út á trappusteinin [...] ein hátt so lítið samsvarandi við hesa annars ljósu løtuna, tí í dag stendur sólin hægst á himli og tó kennist hetta onkursvegna sum lívsins nátt, tí undir kistilokinum liggur Ingi, hesin altið so livandi [...] hann, saman við góðum fólki, undir arbeiði á Heilbrigdi á Velbastað, sum er ein viðgerðarstovnur fyri fólk við alkoholtrupuleikum. Róland í Skorini, sum var tann, ið talaði undir jarðarferðini, segði í taluni
framleiða. Kendir sjónleikarar spæla við í filminum, og roknað verður við, at filmurin fer at savna nógv fólk í biohøllunum kring heimin undan jólum. - Filmurin er ein grov manipulatión, og børn og ung verða [...] mugu vísa ábyrgd mótvegis børnunum, sigur hon. - Vit tosa nógv um økologiskan mat og reint umhvørvi, men tá ið tað kemur til sálina hjá børnunum, so letur alt seg gera. Tá verður sagt, at tað er bara undirhald [...] er fínt, tí so kunnu vit við egnum optikki fylgja við, sigur hann. - Men eg eri ikki samdur við Iben Tranholm, tá hon sigur at børn einki filtur hava. Tvørturímóti meti eg, at børn hava so góð filtur og
eitt mál, sum hevur við umsitingina av kirkjuráðunum at gera, so fer hann at tosa við Felagið fyri Kirkjuráðslimir. - Og gerst tað neyðugt, so fari eg at tosa við bæði tvey, sigur nývaldi biskupurin. Neyðugt [...] hvussu klima’ið er og lurta eftir, hvat fólk annars hava uppá hjartað. - Tað er sera týdningarmikið at ein fær lodda dýpið á tí einstaka staðnum. Tí tað er mangan so, at tað sum kann kennast trupult á einum [...] og kundu soleiðis gerast vitni til hesa stórhendingina. Í dag er mánadagur, og nýggi bispur byrjar so smátt at skifta starv og bústað – frá at hava verið sóknarprestur á Gjaranesi til eina nýggja tilveru
dømis sett á verkstaðararbeiði, so ber betur til at fáa eitt samstarv millum hesar báðar bólkarnar upp á beinini. Tá Stig G. Lund var liðugur, var ein lítil steðgur, har fólk fingu ein kaffimunn og kundu [...] kundu fara út at njóta tað góða veðrið eina løtu. Yvirhøvur lat til, at fólk vóru stak vælnøgd og hildu, at danin hevði tosað um nógv spennandi og áhugaverd viðurskifti. Hini trý, sum hildu fyrilestur, vóru [...] Gott 100 luttakarar vóru, og fingu tey ein sera áhugaverdan og spennandi dag, har fyrilestarnir spentu so víða sum frá Hvat er frítíð í nútímans samfelagnum til pedagog og lærarasamstarv, og frá broytingum