Josephsen legði KÍ á odda um miðjan fyrra hálvleik, og fáar minuttir seinni setti Rannvá Andreasen av álvara ferð á KÍ, tá hon við langskoti økti til 2-0. Gott korter undan leikloki økti Rannvá aftur til [...] tær vunnu sær í fyrra hálvfinaluni móti AB, og hetta gekk so eisini akkurát. Tað eydnaðist nevnliga AB at vinna dystin, men 1-0 sigurin var akkurát ov lítil, og verður tað EB/Streymur, sum við regluni um [...] Steypakappingin Tað verða KÍ og EB/Streymur, sum í ár skulu spæla steypafinaluna hjá kvinnunum. Hetta gjørdist greitt, eftir at seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum vórðu avgreiddar í dag
næstbestu liðini hjá B68 og NSÍ leygardagin gjørdu av, hvør teirra skal spæla í ávíkavist aðru og triðju deild komandi kappingarár. NSÍ vann fyrra dystin millum liðini 3-2, og tølini vóru júst tey somu [...] Tí gjørdist tað neyðugt við umdysti, og her var B68 stinnara liðið. Kanska eisini tí NSÍ í vanligu leiktíðini hevði fingið mann riknan av vølli fyri hevndaratgerð, og sum um hetta ikki var nóg mikið, so [...] hinvegin noyðist tungu gongdina í triðju deild. Dysturin í tølum: B68-NSÍ (1-0) 1-0: Ronnie Svalbard 2-0: Jón Dávur Højgaard 2-1: Jústines Hansen 2-2: Bjarki Danielsen 3-2: Alex 4-2: Jadar
Elin og Hans Petur Brekkstein, Velbastað, verið gift í 50 ár. Leygardagin 30. november kl. 11.00?17.00 eru øll vælkomin í Pálsstovu, Mykinesgøta 7, Tórshavn. Leygardagin 30. november hava Sanna og Henning [...] har øll eru hjartaliga vælkomin. ????????????????? SILVURBRÚDLEYP 3. desember kunnu hjúnini Ásbjørg og Heini Reinert, Leirvík, halda silvurbrúdleyp. Vælkomst verður heima 30. november frá kl. 19.00. ?? [...] ?? BRÚDLEYP 14. desember kl. 16.00 giftast í Gøtu kirkju Noomi Sigurðsdóttir Sørensen, Norðragøta, og Petur Reinert, Leirvík. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið, kunnu tekna seg á tlf. 441363 ella 443215
tann yngsti í søgu Danmarkar. Hann er í dag 36 ára gamal og hevur m.a. skrivað eina kjakbók um eldrapolitikk. Ráðharrarnir eru allir úr Venstre og Konservativa flokkinum. Átjan ráðharrar eru tilsamans. [...] Formaðurin í Venstre, Anders Fogh Rasmussen, verður forsætisráðharri, og formaðurin í Konservativa flokkinum, Bendt Bendtsen, verður búskapar- og vinnumálaráðharri. Venstre eigur tólv ráðharrar, meðan konservativi [...] gift næstformanninum í Venstre, Lars Løkke Rasmussen. Tey vórðu bæði afturvald til valini, ið vóru 20. november. Hon varð afturvald í býráðið, meðan hann varð afturvaldur til amtsborgarstjóra í Fredriksborg
Boriútgerð og manning eru farin aftur til Noregs, har felagið hevur líknandi arbeiði at gera. Hermann Lindberg, leiðari hjá NCC í Føroyum, sigur, at teir nú eru endaliga lidnir við alt boriarbeiðið, og einki [...] vegbreyt og rennur. Hetta arbeiðið gera føroyingarnir, sum hava arbeitt hjá NCC. Fýra norðmenn eru kortini eftir í Føroyum, sigur Hermann Lindberg. Restin av arbeiðsfólkinum hjá NCC í Leynum, umleið 20 mans [...] tunnilin, har vatnlekar eru. Eisini kal felagið taka alla vegbreytina upp og leggja nýggja. Fram við vegginum skulu rennur leggjast, og stoypiarbeiði skal gerast. Tað fer at taka summarið ella so at gera hetta
málmunin, og teir skulu spæla hálvfinalu. Hini liðini í hálvfinaluni eru Viking, Helsingborg og Lillestrøm. Molde skal spæla tveir dystir afturat. Annar verður spældur í dag ímóti Halmstad, og tann seinni [...] uppspælinum til 2?0 málið. Rosenborg spældi leygardagin 4?4 ímóti russiska Anzhi. Tá tað restaðu tíggju minuttir, var Rosenborg á odda 4?1. Endaliga úrslitið í bólkinum var, at Rosenborg, Ørgryte og Molde øll [...] leygardagin spældi triðja dystin í venjingarkappingini í La Manga. Mótstøðuliðið var svenska Ørgryte, og úrslitið var 4?0, eftir at tað í hálvleikinum hevði verið málleyst. Eddie Gustafssson vardi Molde málið
Teir 20 servandu skotsku hermenninir úr Deild 45, sum vanliga heldur til í Aberdeen, lupu mánadagin á land á suðursponsku strondini vápnaðir við maskinbyrsum og trimum bumbuvarparum. Teir vóru ikki meiri [...] at teir vóru komnir til býin La Linea, sum er tætt við markið millum Spania og Gibraltar. Í mong ár var hetta markið stongt og ógvuliga væl vart, tí Spania krevur framvegis at fáa Gibraltar, sum onglendingar [...] Gibraltar var longur suðuri. Skotsku hermenninir, ið sum vera man vóru illa við, tóku vápnini og hina útgerðina og kvikaðu sær burtur. Bretska verjumálaráðið hevur biðið borgarstjóran í La Linea um umbering
listarligu dreymar, og tey fingu nógv burtur úr bæði listarliga og persónliga. Tey ungu hava verið sera virkin og skapandi. Føroya Banki hevur stuðlað tiltakinum ?Ung í Føroyum 2001?, og sum liður í hesum [...] annan hátt. Framsýningarnar verða frá týsdegi kl. 09.30 til og við fríggjadegi kl. 16.00 á hesum støðum: Tórshavn 13. -16. mars 2001 Saltangará 20. - 23. mars 2001 Miðvágur 27. - 30. mars 2001 Tvøroyri 3
millión krónur. Hetta er tann ogn, sum á stovningardegnum er í føroyskum og donskum peningastovnum undir heitinum Færø Amts Skolefond og Færø nedlagte skoles legat. Grunnurin kann søkja sær fíggjarstyrk aðrastaðni [...] GRUNNUR Mentamálastýrið hevur samtykt viðtøkur um fólkaskúlan við heimild í grein 66a í løgtingslóg frá 20. juni 1997 við seinni broytingum um fólkaskúlan. Endamálið við grunninum er at veita granskingarstyrk [...] verkætlanir í námsfrøði. Grunnurin, ið er sjálvsognarstovnur, skal serliga stuðla verkætlanum, sum kveikja og menna arbeiðið í føroyska fólkaskúlanum. Trý fólk stjórna grunninum. Tey eru formaðurin í Føroya L
Vágarnar og boða frá, at trupulleikar eru við motorinum. Boð vórðu send til sløkkiliðið, løgregluna og nýggja tyrlan hjá Atlantsflogi stóð eisini tilbúgvin. Flogfarið lendi tó í øllum góðum, og tornið hevði [...] sum var einar 50 fjórðingar sunnanfyri Føroyar. Talan var um eitt lítið flogfar av slagnum Mooni M20 við tveimum fólkum umborð. Flogfarið var á veg av Wick flogvøllinum í Skotlandi til Reykjavíkar, haðani [...] við tilbúgvingini eydnaðist avbera væl. Tvey miðaldrandi fólk vóru umborð. Ein kvinna úr Australia og ein maður úr USA. Tey fóru avstað aftur mánadagin klokkan 11 eftir at hava gist á Hotel Vágum eina