Í seinastu viku skrivaðu vit um Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen, ið er gift næstformanninum í Venstre, Lars Løkke Rasmussen.
Tey vórðu bæði afturvald til valini, ið vóru 20. november. Hon varð afturvald í býráðið, meðan hann varð afturvaldur til amtsborgarstjóra í Fredriksborg á Norðursælandi. Sessin sum amtsborgmeistari skal onkur annar nú røkja, tí Anders Fogh Rasmussen hevur sent boð eftir Lars Løkke.
Hann skal nevniliga verða innanríkis- og heilsumálaráðharri í nýggju stjórini, sum Anders Fogh hevur sett saman. Hetta er ein nýggjur sessur, tí eingin hevur havt júst hesi bæði málini undir sær.
Lars Løkke Rasmussen hevur verið aktivur í politikki síðan 1986, tá hann varð valdur inn í býráðið í heimbýnum. Í 1998 gjørdist hann amtsborgarstjóri sum tann yngsti í søgu Danmarkar. Hann er í dag 36 ára gamal og hevur m.a. skrivað eina kjakbók um eldrapolitikk.
Ráðharrarnir eru allir úr Venstre og Konservativa flokkinum. Átjan ráðharrar eru tilsamans. Formaðurin í Venstre, Anders Fogh Rasmussen, verður forsætisráðharri, og formaðurin í Konservativa flokkinum, Bendt Bendtsen, verður búskapar- og vinnumálaráðharri.
Venstre eigur tólv ráðharrar, meðan konservativi flokkurin hevur seks.