ÚTISETI
Jákup Mikkelsen var aftur á beinkinum, tá Molde leygardagin spældi triðja dystin í venjingarkappingini í La Manga. Mótstøðuliðið var svenska Ørgryte, og úrslitið var 4?0, eftir at tað í hálvleikinum hevði verið málleyst.
Eddie Gustafssson vardi Molde málið. Tað verður ikki sagt so nógv um avrikið hjá málverjanum, men sjálvandi telur tað rætta vegin hjá einum málverja, tá hann megnar at fara av vøllinum, uttan at mótstøðumenninir hava skorað hjá honum.
Á heimasíðunum verður einki sagt um avrikið hjá Molde málverjanum uttan tað, at hann við longum útkasti stóð fyri uppspælinum til 2?0 málið.
Rosenborg spældi leygardagin 4?4 ímóti russiska Anzhi. Tá tað restaðu tíggju minuttir, var Rosenborg á odda 4?1.
Endaliga úrslitið í bólkinum var, at Rosenborg, Ørgryte og Molde øll fingu fýra stig, meðan Anzhi fekk trý stig. Rosenborg hevði besta málmunin, og teir skulu spæla hálvfinalu. Hini liðini í hálvfinaluni eru Viking, Helsingborg og Lillestrøm. Molde skal spæla tveir dystir afturat. Annar verður spældur í dag ímóti Halmstad, og tann seinni verður fríggjadagin ímóti AIK Solna.