sigur, at hann var í yngra endanum í aldri í mun til hini børnini á gørðunum. Í dag er nógv øðrvísi, enn tað var í Saksun, tá hann var barn. - Vit vóru fleiri enn 30 fólk í bygdini, og í dag eru neyvan fleiri [...] her, nú Saksun er á breddanum í dag. Abbin var hin fyrsti Vit høvdu ætlað okkum at skift orð við Páll Svartá í Saksun, sum í ár fyllir 84, men í hesum umfari hittu vit í staðin yngsta sonin, 35 ára gamla [...] víðari í ættini. - Tá eg vaks upp, vóru vit fleiri børn í Saksun, og helst vóru enn fleiri fyri mína tíð. Her vóru fýra festir, harav pápi mín hevði tað eina. Tvey festir vóru hvørjum megin, og í mínum
frumsýndur í Havnar Bio mikukvøldið 11. apríl. Í hesum sambandi hevur Teitur skrivað hesar hugleiðingar um høvuðspersónin, Zacharias í Uttarstovu og sent hetta í tiðindaskrivi til miðlarnar í morgun. "Tær [...] vildi lata mær í hoyggingarløn. Ein slík løta, tá ið hesin raski maðurin brestandi kemur á gátt og sleingir krovini frá sær úti í hjallinum, fereldrini gánandi í bakgrundini, brennir seg fasta í dreingjasinnið [...] um nón, áður enn hann stóð uttanfyri í túninum hjá okkum við nøkrum kókum. Hann legði eisini niður í okkum og vísti í verki, at við ágrýtni komst tú langt, og at vit í felag stóðu sterkari. Hann gav altíð
sum skínur í myrkrinum. Tað kemur frá vinstru til høgru. Sama vegin, sum vit skriva. Einki løgið í tí. Sólin rísur í eystri og setur í vestri, tað ger eisini sítt til, at ljósið í summum førum í mynd-um S [...] var í kvirruni. Tá datt dagsins fjarandi ljós inn um gluggan í einum sáttligum kvøldarinnsúði og festi seg við hendur og andlit í mótljósi. Hetta minnist meg væl frá mín-um barnaárum frá Ansastovu í Oyndarfirði [...] ikki borið í kirkjuna, men fór heimanífrá beinleiðis í kirkjugarðin. Her hevur henda unga sál staðið og sæð niður í ta døkku mold, har spurningar um lív, deyða og grøv hevur verið ein tráður í list hansara
heysti 1941 við “Morning Star”. Sylvan eigur 2 systrar í Klakksvík, Jabjørt og Herfríð, og 2 systrar í Onglandi, Margaret í London og Kate í Troon. Pápi Sylvans var bretskur hermaður úr Hebridunum. Tað [...] og øðrum í fleiri dagar norðanfyri. Og tá ið leitað varð í 1971 eftir ”Dortheu” við røsku útróðrarmonnunum Esmari og Louisi í Útistovu í Klakksvík, ið sjólótust, og serliga væl stendur í mínum huga [...] parteigari í “Sundenni”, sum hann førdi í eini tvey ár, og sum royndi við gørnum um várið og línu um summarið og veturin, seinni á laksaveiðu norðanfyri. Alt sá ljóst út, og Sylvan læt í 1988 í Fraklandi
yviri í Japan og fylgir við í, hvussu svínoyingar hava fyrireikað seg til útoyggjastevnuna. Eg samskifti við hana í morgun. Hon býr í Tokyo, men hon segði, at í dag hevði hon nógv heldur vilja verið í Svínoy [...] m, sum var í føroyska samfelagnum og ikki minst í Svínoy í 1800 talinum og fram til 2. heimsbardaga, tá ið alt broyttist, og fólkatalið í Svínoy tók at minka. Her vóru 52 fólk í 12 húsum í 1801, og fólkatalið [...] lærari her í bygdini øll míni barnaár. Hann var hegnismaður og arbeiðsmaður sum øll í familjuni hjá Pól í Nornastovu og uppi í Húsi, og hann legði veldugan førning niður í mínar javnaldrar her í bygdini –
stýrimansskúla í Havnini í 1956, og tá hann í 1959 hevði fingið skipsføraraprógv í Keypmannahavn, var hann eisini vorðin giftur við gentuni, sum hann varð trúlovaður við, meðan hann gekk upp á skúla í Havnini [...] føddir tíðliga í seinnapartinum av fyrru øldini, og hvat teir tosaðu um, t. d. í sambandi við fjall og útróður. Mammubeiggi mín, Heini Justinussen ella Heini uppi í Húsi, hevði sera gott innlit í nógv viðurskifti [...] og minningarorð í bløðunum, og hann hevur umvegis telefonina og í brævaskifti samband við eina rúgvu av fólki, bæði kring oyggjarnar og í útlandinum. Tað er Jukim Olsen, sum vit tosa um. Í morgin fyllir
svarar Pizza Aage bara, at tað finnast onnur støð í Klaksvík, har tey kunnu eta. Virðing í revsingini Í fjør átti sami Pizza Aage eitt pizzaria á Fanø í Danmark. Har var sama prinsipp galdandi, og hann [...] mánaði í fjør eitt mótmæli í móti Irak krígnum, sigur hann, at Føroyar eru eitt av teimum smáu londunum. ? Mín boykotting fevnir bert um Týskland og Frankaríki, tí at tey eru tvey stór limalond í ST, og [...] rasudiskriminatiónslógini í Danmark. Dómur varð feldur yvir hann, og hann skal sita átta dagar í fongsul fyri hetta lógarbrot. ? Eg havi fingið at vita, at eg skal inn at sita einaferð í 2005, so tað bíði eg
16 miðvingar við. Bert í Miðvági sótu 8 einkjur við 32 børnum, í Vestmanna ein við seks børnum, í Vági ein við sjey børnum og í Havn ein við fýra børnum. Í Dimmalætting stóð fyrst í 1943 henda yrking, sum [...] FF-blaðiði í sínari tíð og eisini til mína skriving í Sosialinum. Nakað av hesum greiddi Sverri eisini frá í áhugaverdari samrøðu við Jógvan Arge fyri kortum. Næstyngstur av 12 systkjum Sverri hevur í FF-blaðnum [...] deyð. Mamma mín, Rachel Mortensen, f. Jacobsen, var dóttir Niels Jacobsen úr Leynum. Mamma var sostatt langabbadóttir kenda prestin Niels Lassen Holm og Maren Høye frá Skyum í Danmark. Pápi mín var Mortan
Nú eru bara gentirnar eftir. Fastur mín Brynhild er aldurspresidentur í familjuni. Hon fór niður sum heilt ung í 1938, áðrenn Hitler legði heimin í oyði, búsettist í Esbjerg, og har hon seinni giftist við [...] samandráttur av øllum tí eg trúgvi upp á. Hetta er mín kristna trúgv. Marknagil í Oyndarfirði sum bústað bygdi abbi mín Jústinus, sum eg, sum tann einasti í stóru familjuni, eri uppkallaður eftir. Tey hildu [...] fastur á ein ella annan hátt kemur inn í myndina. Hon tók hjartaliga í móti mær, tá íð eg kom niður á fyrsta sinni í 1974 á skúla og hon setir enn hjartaliga á borðið í Peder Gydesvej nr. 57 og hevur júst
sær hann til mín lut at varða. Í 2008 varð standmynd sett Tróndi í Gøtu til heiðurs og minningar í sama grannalagi. Hevði tann stóra heiður, at hava ein lítlan fingur við í spælinum sum limur í fyrireiki [...] áttamannafarið. Ongin snekkja í norðurhøvum var yndisliga fagrari enn hon, sum fylgdi føroyingum í túsund ár, og nú bert sæst aftur sum farvegur í avskeplaðum plagiatum í kappróðri á firðum, sundum og [...] tað var ikki fyrrenn fótbóltsvøllurin í Sarpigerði varð tikin í brúk, á hvítusunnu í 1965, at fýra bygdir í alt størri mun gjørdust ein bygd. Gøta. 9 ára gamal var eg har, táið tað hendi, hóast mínar merittir