eg meg tora at siga, at gongdin hevur verið frægari, enn vit stúrdu fyri. Hann vísir á, at við teimum mongu kanningunum, sum eru og verða gjørdar í Føroyum, hevur tað eisini í ávísan mun eydnast at avbyrgja [...] Bjarni á Steig, læknafakligur ráðgevi hjá heilsumálaráðnum, sigur, at eingin vandi er fyri, at vit í Føroyum ikki fara at kunnu kanna fólk fyri korona-smittu í eina rúma tíð aftrat, tí korona-testirnar [...] ndum. - Eg eri ikki laborantur, og tey á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vita eisini meira at siga um hetta enn eg. Men, tað er einki yvir at dylja, at tað, at vit gera okkara egnu testir og greiningar,
nakran veg, og tí gevi eg ikki nýggjárslyfti. Men, hevur Jóhan Páll Joensen nakað nýggjársynski, nú vit eru komin inn í 2015? - Hvørt nýggjár ynski eg, at eg kann verða mínum nærmastu ein betri maður, pápi [...] tað gott, og eg slapp at vera virkin millum nógv góð og dugnalig fólk á nógvum ymiskum økjum. Tað sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri á nýggja uppsjóvarvirkinum, P/F Pelagos í Fuglafirði. Um nýggjárshøgtíðina [...] sigur hann: - Eg eri eingin festapa yvirhøvur, heldur ikki á nýggjárinum. Tó er ársskiftið ein serlig tíð fyri meg, har eg kann finna upp á at sita pinnastillur í einum stóli framman fyri vindeyganum
uppí part, nú 250 pláss skulu lutast út til 1. august, tá tann stóra útskiftingin á stovnunum fer fram. Samstundis er fundarvirksemið stórt. Stovnsleiðarar eru inni á gólvinum og geva leiðaranum á dagstov [...] samansetingina á tí einstaka stovninum. - Eg veit, at foreldur eru ónøgd við, at børn, ið eru seinni skrivað upp enn teirra, verða tikin fram um. Og tað er einfalt tí, at aldurssamansetingin á dagstovninum [...] Tað eru nógvar meiri og minni óhepnar loysnir og nógvar tristar lagnur. Hjá mær er tað eisini ein etiskur spurningur um, hvussu langt eg skal grópa í foreldrunum. Summi eru opin og leggja øll kort á borðið
flyta heim, so skal tað vera nú. Dóttir mín er so vaksin, at hon er flogin úr reiðrinum. Eg eri komin til eitt mark í mínum lívi, og um eg skal flyta heimaftur, so skal tað vera nú, og eg trívist væl her. Vil [...] gloyma, at nógvir møguleikar eru fyri at byggja víðari á royndir, ið eru gjørdar aðrastaðni. Okkum tørvar ikki at finna uppá djúpa tallerkin umaftur. Ikki ein superkvinna Elin Heinesen hevur nógvar royndir innan [...] liggja stovnarnir lið um lið í Vágsbotni, men enn eru nógvar avbjóðingar fyri Elina. Tíðin var búgvin Elin gevst sostatt í starvinum, sum blaðstjóri á danska ókeypis tíðarritinum Kiwi, ið hvønn mánað verður
Nógv av tí,sum er komið frá hesum arbeiðsbólki hava vit onga vitan havt um áður, eitt nú um, hvussu leiksiðir eru íkomnir og hvørja ávirkan tað hevur havt á fólk, sigur Eyðun. Fyrstu ferð Dario Fo leikur varð [...] í Føroyum var í 1969, var tað við Eyðuni Johannesen sum leikstjóra. Eyðun hevði tá verið á skeið hjá Dario Fo á Leikhúsinum Odin í Holsterbro, har Dario Fo hevur havt nær tilknýti, og hevur skipað fyri [...] við til at gera Dario Fo kendan í Føroyum. Henda leikritahøvund hava føroyingar tikið til sín, fyri á skemtiligan hátt at fáa áskoðaran at taka ímóti leikum við álvarsligum innihaldi. - Tað undraði meg
áhugverdan fyri næmingarnar. Gera vit ikki tað, svíkja vit ikki bara næmingarnar, men ein stórur partur av okkara mentanararvi fer eisini fyri skeyti. Vit síggja longu nú, hvussu nógv fátækari málið hjá [...] mínum hugskotum og eru farin serstakliga væl við mær. Tað skulu tey eiga, og tey skulu vita, at eg eri ómetaliga takksamur fyri tað, sigur Frits rørdur á málinum. At fuglfirðingar eisini eru takksamir fyri [...] bara um fólkaskúlan. Eg havi verið lærari nú í 37 ár, so eg haldi meg kunna siga, at hevði skúlin ikki verið so møsnutur, kundi nógv meir verið komið á skaftið. Vit kjakast og seta nevndir og halda fundir
og Rúni eru framvegis á garðinum, Stjernekilde Godset í Havdrup á Fjóni, og Rakul er her ofta eisini. - Vit eru tíbetur øll ordiliga væl, og júst í dag, nú tit seta tykkum í samband við meg, eru seks ár [...] niður, og so fóru tey. - Vit vildu ikki spæla við meira. Hetta var landið, vit søgdu farvæl. Her koma vit ikki aftur. Eg risti dustið av í durafjórðinginum, vendi mær, og so fóru vit, sigur hann. Johan í [...] viðfarin av almennu Føroyum, soleiðis at vit valdu at fara. Eg eri komin yvir hetta, og nú eri eg javnan í Føroyum. Eg havi tað gott á góðsinum, og eg trívist væl, sigur hann.
Tveir dystir eru á skránni í meistaradeildini hjá kvinnum í vikuskiftinum. Annar teirra er á Tvøroyri, har TB tekur ímóti SÍ. Eftir eina heldur keðiliga byrjan tykist SÍ nú vera koma rættiliga í gongd [...] TB, og tí verður hetta eitt sindur merkiligt. Tó skal sigast, at vit vilja fegnar vinna dystin, tí um vit vinna, so leggja vit okkum á odda í deildini. [...] . Tær hava vunnið tveir dystir á rað, og seinast vunnu tær tryggan 3-0 sigur á Giljanesi ímóti Drátti. Síðsti dysturin hjá TB gekst minni væl. Ta ferðina taptu tær 3-1 á Kambsdali ímóti ÍF, so tær vilja
Runavík: - Vit eru eini 40 deyv í Føroyum. Men eg kann viðhvørt kenna meg einsamallan, sigur ungi runavíkingurin. Likamliga brek hansara hevur hvørki tikið lívsgleðina ella vónina um eina góða framtíð [...] skúla, flutti hann til Havnar. Her gjørdist hann næmingur á Venjingarskúlanum og bleiv eisini partur av deyvaflokkinum sum hoyrdi til skúlan á Trøðni, har hann og onnur deyv kundu fáa serundirvísing í [...] fær úttrykt júst tað sum ein vil. Eitt dømi um, hvussu ymisk deyvamál og tungumál eru, er setningurin “Maðurin stendur á brúnni, sum gongur tvørtur um ánna”. Fyri at ein deyvur skal skilja henda setningin
Tá eg eri komin til Australia, fara vit undir at fyrireika tað seinasta, sum verður syrgja fyri matinum, ið vit skulu hava við á túrinum. So eg vænti, at vit koma at brúka nakrar dagar upp á at proviantera [...] proviantera, sigur Livar Nysted, ið er sera spentur nú nakrar dagar áðrenn ferðin av álvara byrjar. - Tað er ikki frítt, at eg havi summarfuglar í búkinum, men eg havi roynt hetta fyrr, so eg veit nøkunlundað [...] eydnast 16 fólkum at róð henda teinin. Men tað er ikki nakað, sum Livar Nysted ber ótta fyri. - Vónirnar eru góður, sjálvt um tað er ein langur teinur og ikki so nógv, sum hava klárað tað. Men tað er ikki so