Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin, eru samrøður við fleiri fólk - kend og minni kend - sum hava verið nógv frammi, men sum minni hoyrist frá í dag. Blaðið hevur vent sær til fleiri av hesum fólkum og hevur spurt, hvar tey eru, hvat tey gera, og hvussu tað gongur hjá teimum.
Tá vit vendu okkum til Johan í Kollafirði týsdagin í vikuni, helt hann fyri, at tað var stuttligt at hoyra frá okkum júst henda dagin, og hetta er av fleiri orsøkum, lat hann okkum vita.
- Eg havi akkurát havt eitt lítið stand-up her í stovuni fyri nøkrum dønum, har eg hugleiddi um dagin í dag. Tað eru sjey ár síðan, at eg fór úr Føroyum, keddur og ørkymlaður av teirri órímiligu viðferð, eg hevði fingið frá tí almenna. Havið tað so gott - og bye-bye, segði eg. So fóru vit, Rakul, Rúni og eg.
Johan í Kollafirði - ella Johan Dalsgaard - sigur, at hann og Rúni eru framvegis á garðinum, Stjernekilde Godset í Havdrup á Fjóni, og Rakul er her ofta eisini. - Vit eru tíbetur øll ordiliga væl, og júst í dag, nú tit seta tykkum í samband við meg, eru seks ár liðin, síðan skeytið upp á Stjernekilde kom í hús.
Fyri júst seks árum síðan skrivaði Johan í Kollafirði á sínari Facebook-síðu soleiðis: “So var tað her: Skeytið upp á Stjernekilde Godset...”
- Henda dagin hevði eg bíðað eftir líka síðan, at føroysku myndugleikarnir við síni kámu hond byrjaðu at klóra upp á teir brotnu rútarnar í Fámará, sigur Johan í Kollafirði, sum ásannar, at fyri hann hevði tað stóran týdning at fáa ein bóndagarð upp at koyra.
Hann hugsaði um eina ferðavinnuperlu, sum samstundis tók sær av teimum, sum ongan høvdu - við einum øðrvísi landbrúki, har seyður bert er ein partur av søguni. Hetta var nakað, sum hann vildi, og sum hann sjálvur heldur, at hann eisini burdi sloppið.
- Men, pláss var ikki fyri hesum í “føroyum” - við lítlum, sjálvandi, sigur hann brosandi.
Í Danmark vildi hann eisini prógva, at hann klárar at halda eitt so stórt hús, og á Stjernekilde Godset, sum tey eiga, eru 3.500 fermetrar av bygningum. Johan í Kollafirði heldur fyri, at nú kundi onkur kanska reist seg, klappað og spurt, hvussu tað í veruleikanum gekst við Fámará.
- Men, eg fekk mín vilja, og eg slapp at royna meg her í Danmark. Eg havi kálkað, tjørað og málað vindeygu, og hvat annars trongdi til her á garðinum - júst sum í Fámará. Royndartíðin er liðug. Eg kláraði tað, og tað er ein lætti, sigur hann.
Johan í Kollafirði vísir á, at í fyrstani ætlaði hann sær ongantíð heim aftur til Føroya.
- Vit skulu minnast til, at vit lótu 5.000 undirskriftir inn til tær almennu Føroyar við landsstýrismanninum á odda. Hetta vóru tríggjar ferðir fleiri undirskriftir enn hjá teimum, sum hildu, at vit ikki eiga at buka børn. Men, landsstýrismaðurin ignoreraði undirskriftirnar. Hann var ein súrur smily fyri, og hann var ein súrur smily eftir, og vit vóru kedd.
Johan, Rakul og Rúni pakkaðu alt niður, og so fóru tey. - Vit vildu ikki spæla við meira. Hetta var landið, vit søgdu farvæl. Her koma vit ikki aftur. Eg risti dustið av í durafjórðinginum, vendi mær, og so fóru vit, sigur hann.
Johan í Kollafirði hyggur rundan um seg og setir sær sjálvum spurningin: - Hvussu hevur tú tað so í dag, Johan? Okay, her er ikki altíð líka linað upp til galla, men soleiðis var júst í dag, nú eg hevði vitjan av nøkrum dønum á garðinum.
Í dag er Johan í Kollafirði ikki beiskur longur, sigur hann.
- Eg kundi hildið fram við at snakkað um, hvussu vit kendu okkum viðfarin av almennu Føroyum, soleiðis at vit valdu at fara. Eg eri komin yvir hetta, og nú eri eg javnan í Føroyum. Eg havi tað gott á góðsinum, og eg trívist væl, sigur hann.











