gerast ongantíð heidningar. Ein kristin kann falla frá, gerast vantrúgvin, men ongantíð heidningur. Ein kristin kann tíggja sær verri enn ein heidningur, men ikki vera aftur til ein heidning. Foreldur, sum [...] er tú sjálvur tann størsti syndarin við borðið. Hugsa bara um teir, sum lógu um tað fyrsta altarborðið. Har vóru bæði ein Judas, ein Pætur og ein Tummas. Tað skal á ongan hátt skiljast sum vit skulu bagatelisera [...] óneyðugt at nevnt tað aftur, tí so mikið títt hevur tað verið hildið fram, at ein kristin verður altíð verandi ein kristin. Jødar gerast jødar í um-skeringini. Tað finnast eingir heidnir jødar. Jødar verða
útbjóðing til oljuleiting á føroyskum øki nakrantíð, eru tað eisini fleiri, sum hyggja aftur um bak og spyrja seg sjálvar, um ikki tann drúgva bíðitíðini kortini hevur verið til gagn. Hon hevur ikki verið til [...] ta semju, sum fekst um markið millum Føroyar og Bretland fyrr í summar. Ein teirra, sum hevur eygleitt gongdina á Atlantsmótinum øll hesi árini, ja heilt frá fyrstu í 90-árunum er ein av teimum tungu dreingjunum [...] varð gjørd millum føroyingar og danir um markið var John D´Ancona ein av teimum fyrstu bretsku oljuserfrøðingunum, sum vitjaði í Føroyum. Tann túrurin var eisini ein orsøkin til føroysku luttøkuna á oljumessuni
tað eigur at vera ein fragd hjá venjaranum og ikki minni hjá leiðsluni í felagnum, at so er. Mugu taka seg saman Hjá kollfirðingum er støðan ein heilt onnur. Teir hava bara fingið ein sigur til høldar higartil [...] leikur víðari fer, er sjálvsagt ikki til at siga, men greitt er tað tól, at KÍF má taka annað skinn um bak. Dysturin í tølum: KÍF: Jákup Dam 6, Petur M. Johansen 5, Vagnur Johannesen 4, Emil Petersen 2, Hallur [...] 21-39 (11-18) Eftir frálíka avrikið hjá strandingum seinastu vikuna kundi neyvan væntast annað enn ein ruddiligur sigur, sum greitt segði hvat av liðunum liggur í oddinum og hvat ikki ger. Og tað var júst
stendst eisini stríð um hendan átrúnað við boðskapinum um gleði og frið. Hetta hava vit sæð seinastu mongu mánaðirnar í føroyska kirkjustíðnum, har prestar í høvuðsheirum hava stríðst um, hvør er skikkaður [...] ávísum føroyskum prestum. Kirkjustríðið fevnir nú um ein prestagarð, sum lekur og bara hevur baðikar, men onga brúsu, eina lestrarbók, har kvinnuligur prestur hevur skirvað ávísar lestrar, ið ávísir prestar [...] ógvusligt stríð her í heimi. Tann kristindómur, ið ber boð um at elska og virða hvønn annan, hevur birt uppundir mannajagstran og morð. Gott dømi um hetta eru heksajagstrarnirnar í Europa fyri fáum øldum síðani
viðføra, at talan verður um eitt spennandi útvarpskvøld, har nógv ymiskt verður á skránni. Litið verður afturá árið og ikki minst túsundáraskeiðið, sum tá er farið aftur um bak, eins og tað eisini verður hugt [...] Nýggjár og túsundáraskifti fær eisini fólk at hugsa aftureftir, og útvarpið hevur eisini litið aftur um bak, m.a. við sendingunum hjá Sverra Egholm, har hann trívur í evni úr allari hesi øldini. Eisini [...] kalendaran við tilhoyrandi bóklinginum, soleiðis at børnini kunnu sita og lurta um morgunin. Eydnast teimum ikki at hoyra hetta um morgunin, verður endursent seinnapartar, soleiðis at øll fáa møguleika at lurta
teir báðir, Jaspur Leivsgarð Johannesen og Gunnar Nolsøe, sum við plátuvendaraeygum fara at líta aftur um bak. Og nú stundar til alda- og túsundáraskiftið, verður tað ikki bert tónleikur frá 80 árunum, ið [...] 60?ini, 70?ini og 90?ini fáa sostatt eisini innivist. Men 80?ini eru stóra yvirskriftin, eingin ivi um tað. Og einki nostalgiskt 80?arakvøld uttan vinyl og plátuspælarar . ? Tí soleiðis gjørdu vit í 80 [...] 80?arakvøld eisini vera í 90?unum, siga bæði Jaspur og Gunnar brosandi. ? Harafturat er jú eisini ein heilur hópur av tónleiki, tú framvegis ikki fært á fløgu, leggja teir afturat.
samfelagið. - Ein maður, sum skuldi lata ein handil upp, ringdi til mín klokkan 10 um kvøldið, og spurdi um eg ikki kundi koma at vitja hann. Jú, tað kundi eg væl. So settu vit okkum niður at tosa um vørur og [...] eru eisini fleiri tekin um, at tær 18 oyggjarnar mitt úti í Atlantshavinum eiga hjartarúm, eins væl og pláss á vegginum, har fleiri føroyskir málningar hanga. Hetta er søgan um tann danska sølumannin og [...] stjórin hjá honum ikki var nakað gott hugskot. Og so gloymdi Erling Lydersen alt um Føroyar, til hann ein dag í 1964 var biðin um at koma á skrivstovuna hjá stjóranum. Nú var vent í holuni. Høvuðsskrivstovan
fingið nýtt venjarastarv. Men tað er ein spurningur um, hvussu gott arbeiði tú letur úr hondum, og har telur ein uppflyting sjálvandi við á pluss-síðuni. ? Fyri at koma aftur til sjálva venjaraútbúgvingina og [...] okkum í hesum kappingarárinum. Tað verður kanska tyngri komandi ár, um úrslitini ikki verða eins góð? ? Ja, tað verður í hvussu so er ein ótrúliga stór uppgáva. Men tað kann eisini vera, at tað fer at ganga [...] royna nakað nýtt Um vit so loypa nøkur ár aftur í tíðina, hvat var so orsøkin til, at tú í 1988 valdi at fara úr HB og yvir í B36? ? Nei, tað var kanska tað, at eg kom ikki víðari. Um eg so má siga, so
m dugna málinum væl. Men tað kann ikki vera meiningin, at ein skal hava ein kapasitet av Mariusa formati tætt at sær í uppvøkstrinum, skal ein duga at skriva rætt føroyskt. Er soleiðis statt, so er also [...] samfelagnum, at dugir tú ikki títt arbeiði, so mást tú antin taka annað skinn um bak, ella missir tú starvið. Í Føroyum er ein lærari útlærdur, tá ið hann hevur tikið prógv, ja hann er tá útlærdur í allar [...] grønutorvu, sum ikki megnaðu at fáa ein næming at skilja, hvussu ein skrivar bara nøkulunda rætt føroyskt og tíansheldur at málbera seg. Í grannabygdunum hjá hesum tíggju sótu aftur tíggju aðrir, sum høvdu evnini
nøkur teirra líktust fiskum, við opnum munnum _ UM EIN í dag hyggur aftur um bak, er lætt at síggja, at bæði tann sovjetski valdsbygnaðurin, umhvørvið rundan um hann og tann hugmyndafrøði, sum hann spratt [...] søguímynd ? ljós á øldina, ið um nakrar fáar vikur fer aftur um hurðarbak. Fyrst verður spádómurin kunngjørdur um túsundáraríkið, ið brátt fer at koma. Síðani stendur ein ræðulig orrusta millum Guds úrvaldu [...] neyðugt at bíða, til ein ávísur ídnaður var vaksin fram ? og í hansara hølum ein stætt av fæloysingum og eitt ávíst kolveltingarligt medvit. Tað bar til at ganga ein snarveg. Ein bólkur av stældum samansvornum