Tað verða teir báðir, Jaspur Leivsgarð Johannesen og Gunnar Nolsøe, sum við plátuvendaraeygum fara at líta aftur um bak.
Og nú stundar til alda- og túsundáraskiftið, verður tað ikki bert tónleikur frá 80 árunum, ið verður á skránni. Flirtrað verður eisini við tónleiki heilt afturi frá rock?n?roll tónleikurin gjørdi vart við seg miðskeiðis í fimtiárunum, og 50?ini, 60?ini, 70?ini og 90?ini fáa sostatt eisini innivist. Men 80?ini eru stóra yvirskriftin, eingin ivi um tað.
Og einki nostalgiskt 80?arakvøld uttan vinyl og plátuspælarar .
? Tí soleiðis gjørdu vit í 80?unum og soleiðis skal eitt 80?arakvøld eisini vera í 90?unum, siga bæði Jaspur og Gunnar brosandi.
? Harafturat er jú eisini ein heilur hópur av tónleiki, tú framvegis ikki fært á fløgu, leggja teir afturat.