deildini, og tað hevur gingið væl í tveimum teimum fyrstu umførunum. Í fyrsta umfari endaði tað málleyst á útivølli ímóti NSÍ, og í gjárkvøldið vunnu toftamenn í dystinum, sum sær út til at verða tann [...] útivølli. Tað var á Svangaskarði ímóti B68. Miðskeiðis í seinna hálvleiki legði Petur Frank Holm gestirnar á odda eftir upplegg frá Fróða Pæturson Rasmussen, men síðstu 10 minuttirnar vendi heimaliðið [...] Tað gongur einki serligt hjá FC Hoyvík, sum í vetur legði saman við Undrið FF og yvirtók plássið í næstbestu deildini hjá Undrið FF. Í fyrsta umfari tapti FC Hoyvík 4-3 í Klaksvík, tá ið heimaliðið sjey
og felagssangi kl. 16.00. Um veðrið ikki er til vildar, so verður tiltakið við Miðlatúni. Skótar og úlvar ganga skrúgongur kl. 15:45 úr skótahúsinum oman til Minnisvarðan. Magnus Pauli West heldur røðu [...] eftir ein longri steðg, og fyri kommununa er tað gleðiligt at lív aftur kemur í skótalið Mikkjals á Ryggi. Skótar seta eisini ein heilt serstakan dám á til ymisk tiltøk, so sum flaggdagshaldi og onnur [...] sangir. Aftaná tiltakið bjóða tey kaffi/te og okkurt gott afturvið. Grækarismessuhaldið verður í viðarlundini í Miðvági sunnudagin 12. mars kl. 15.00. Um tað ikki viðrar, so verður haldið flutt inn í bygdaskúlan
fyriskipanir funnar, sum rigga til næmingin, sum gera, at barnið áhaldandi megnar at koma í skúla við nøktandi uppmøting. Tað verður handlað skjótt og í nærumhvørvinum, og tað er tað týdningarmesta. Varaskúlastjórin [...] var ikki gingin á møti. Jónleif Johannesen, sum er varaskúlastjóri, vendi sær tí til kommununa fyri at vita, um hon kundi vera við til at seta eitthvørt í gongd, sum kann hjálpa teimum næmingum, ið lærarar [...] síðsti triðingurin stríðist við okkurt, sum lærarin ikki hevur førleika at hjálpa við ella hevur tímar til. Hesum næmingunum tørvar eisini hjálp. Í skúlanum arbeiðir ein stuðul, sum hevur eina 4,5 ára útbúgving
líknandi mannagongd til námsfrøðiútbúgvingina næsta lestrarár. (3f) Tað er gott, at granskingin á deildini framhaldandi verður styrkt. Tað hevur stóran týdning at finna fram til, hvussu til ber at menna og [...] við einum áhaldandi átaki, sum er gjørt til at fáa hugburð og málnýtslu til at samsvara við EHEA/European Standards and Guidelines (ESG), og fáa tað at røkka út til allar áhugapartar og føroyska almenningin [...] sameinar øll sløg av reglum á einum og sama staði, har starvsfólk og lesandi hava atgongd til tað, skilja tað og brúka tað. Svar: Setrið tekur undir við hesum og heldur, at hetta er eitt óført uppskot. Tá m
oljustudningi til tey, sum vóru ringast fyri. Tá vóru tað umleið 760 húski, ið sendu umsókn, men tað var ikki meiri enn stívliga helvtin, sum leyk treytirnar og fekk oljuískoyti. Sostatt vóru tað gott 400 húski [...] Næstan helvtin av teimum, sum vóru so illa fyri í fjør, at tey høvdu rætt til fíggjarliga kreppuhjálp, vóru pensjónistar. Tað vísir ein uppgerð, nú samgongan aftur hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um [...] skal inntøkan ikki vera størri enn eitt ávist. Men tað er eisini ein treyt, at heldur ikki fíggjarliga ognin skal vera størri enn eitt vist. Í fjør vóru tað onkrar familjur, sum ikki fingu oljuískoyti, tí
á, sigur hon. Men hvat er so uppskriftin til at blíva eitt gott álitisfólk? - Eg veit ikki ordiliga um uppskrift, svarar Anna. - Men tað er avgerandi at lurta væl. Tá ið ein starvsfelagi hevur onkran spurning [...] royna at finna grundina til tað, sum órógvar. Tú mást viðurkenna kenslurnar, men tó ikki lata tær stýra. Eg haldi, at álitisfólkið má royna at hyggja róliga at støðuni og minnast til, at eg umboði starvsfelagan [...] onkur viðurskifti millum starvsfólk og leiðslu, er tað ofta blivið trupult, og tá er ikki longur bara ein spurningur um at hyggja í lógir og reglur. Tí tað mesta duga starvsfelagar sjálvir at fáa greiðu á
aftur, sum handilseigarin tekur til. Skjót veiting Tað var danski vinnulívsmaðurin, Preben Skousen, sum byrjaði at selja hvítvørur í 1957, og síðan er Skousen-samtakið vorðið til eitt hitt størsta hvítvørusamtak [...] viðskiftafólkum hvítvørur skjótt og gott. Tað nyttar so lítið knappliga at standa og mangla eina vaskimaskinu, komfýr ella køliskáp fyri síðan at lata viðskiftafólkini vita, at tað tekur upp í vikur at fáa vøruna [...] har til hoyrir. Fyritøkan hevur eitt stórt úrval av súkklum, bæði til børn og vaksin – og til øll endamál. Eisini sølan av el-súkklum er vaksin seinastu árini. El-súklur eru ikki longur óvanligar í Føroyum
frálíkur einstaklingur, so eru tað tey, sum halda at PSG hevur gott av at fáa ein verjukenda spælara inn afturat. PSG letur í løtuni nógv mál inn og tað er tað ikki ráð til í kvøld, um PSG framhaldandi skal
Champions League kappingini. Chelsea vendi 0-1 frá fyrru uppgerðini til 2-1, meðan Benfica vann lættliga 7-1 samanlagt. Chelsea (0) – (1) Borussia Dortmund 2-0 (2-1 samanlagt) Tað er stórt trýst á Graham Potter [...] brotsteigin. Reglugerðin er tó, at tað verður hugt eftir hvør spælari rakar bóltin. Í hesum førinum var Salih Ozcan innanfyri. Borussia Dortmund royndi at svara aftur, men tað bleiv ongantíð veruliga vandamikið [...] vánaligt fyri Chelsea. Topp fýra er rokið og tí er Champions League einasti møguleikin at bjarga æruni. Tað merktist eisini á stemninginum á Stamford Bridge í gjár. Heimaliðið legði nógv fyri og trýsti Borussia
verða sett av til rætta upp uppá lønareftirsleiðið, tí hetta ber ikki til at røkka við vanligum lønarsamráðingum. Ì 1976 varð lógin um líka løn fyri sama arbeiði samtykt, hetta ljóðar gott, men vit gloyma [...] søgan sigur okkum, at so skjótt skuldi tað ikki ganga. 4 ár seinni í 1919 verður gjørdur ein lønarreformur í Danmark, har kvinnurnar, hóast tær enn ikki taldu tað stóra á arbeiðsmarknaðinum vórðu settar [...] menn og 1 kvinna. Tað hevði leingi verið eitt ynski um at javnseta lønirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, har ein lønarramma var galdandi fyri tey alment settu, tí ymiskt var frá kommunu til kommunu, hvussu