Tað gongur einki serligt hjá FC Hoyvík, sum í vetur legði saman við Undrið FF og yvirtók plássið í næstbestu deildini hjá Undrið FF.
Í fyrsta umfari tapti FC Hoyvík 4-3 í Klaksvík, tá ið heimaliðið sjey minuttir undan leikloki skoraði sigursmálið.
Í gjárkvøldið spældi FC Hoyvík aftur á útivølli. Tað var á Svangaskarði ímóti B68. Miðskeiðis í seinna hálvleiki legði Petur Frank Holm gestirnar á odda eftir upplegg frá Fróða Pæturson Rasmussen, men síðstu 10 minuttirnar vendi heimaliðið gongdini.
Innskifti Hilmar á Regni Højgaard javnaði eftir upplegg frá Hjarnar Johansen, og 18 ára gamli Hjarnar Johansen varð fyri fyrstu ferð málskjútti í næstbestu deildini, tá ið hann tríggjar minuttir undan leikloki skoraði 2-1 sigursmálið.
B68 er uppflytari í næstbestu deildini, og tað hevur gingið væl í tveimum teimum fyrstu umførunum. Í fyrsta umfari endaði tað málleyst á útivølli ímóti NSÍ, og í gjárkvøldið vunnu toftamenn í dystinum, sum sær út til at verða tann einasti nógvu teir næstu dagarnar. Í gjár boðaði FSF frá, at eingin fótbóltur verður um vikuskiftið, tí tað verður roknað við kava og frosti.