Grækarismessuhald í Vági og í Miðvági

Skótaliðið Royndin

Sunnudagn 12. mars er grækarismessa, og sum siður er, so skipar Skótaliðið Royndin fyri grækarismessuhaldi við Minnisvarðan í Vági, við røðu og felagssangi kl. 16.00. 

 

Um veðrið ikki er til vildar, so verður tiltakið við Miðlatúni. Skótar og úlvar ganga skrúgongur kl. 15:45 úr skótahúsinum oman til Minnisvarðan.     

 

Magnus Pauli West heldur røðu. Magnus Pauli er ættaður av Tvøroyri, men býr í Vági og er leiðari í Miðlatúni og Visit Suðuroy.   Sangarar úr sangkórinum Ljómi luttaka við felagssangi.   

 

Aftaná bjóðar skótaliðið kaffimunn í Miðlatúni. 

 

Eisini í Miðvági verður grækarismessuhald.

 

Skótalið Mikkjals á Ryggi byrjaði sítt virksemið aftur í fjør eftir ein longri steðg, og fyri kommununa er tað gleðiligt at lív aftur kemur í skótalið Mikkjals á Ryggi.  Skótar seta eisini ein heilt serstakan dám á til ymisk tiltøk, so sum flaggdagshaldi og onnur tiltøk sum kommunan skipar fyri. Skótalið Mikkjals á Ryggi heldir til í gomlu kommunuskrivstovuni í Miðvági, har nógv børn og ung eru virkin

 

Tá skótarnir vórðu spurdi um at skipa fyri Grækarismessuhaldi vóru tey klár beinanvegin, og hava tey lagt eina góða skrá fyri dagin. Har verður skrúðgonga við skótunum hjá Skótalið Mikkjals á Ryggi, sum eisini hava boðið skótunum úr Sørvági og Kvívík við, Hervør Jørgensen flytur fram røðu, og so hava tey fingið ungdómsorkestrið í Vágum at framføra nøkur løg, og Vágakórið fer at syngja nakrar sangir. Aftaná tiltakið bjóða tey kaffi/te og okkurt gott afturvið.

 

Grækarismessuhaldið verður í viðarlundini í Miðvági sunnudagin 12. mars kl. 15.00. Um tað ikki viðrar, so verður haldið flutt inn í bygdaskúlan

 

 

 

Skótaliðið Royndin