at royna tað. Men tað eydnaðist – ímóti øllum forsagnum og sannlíkindum. Og knappliga. Alt í einum var flaggið ikki bert í eygunum á leikarunum, men í hjørtunum á okkum øllum og veittraði fagurt í heiminum [...] Síðani hevur Merkið veittrað á øllum heimshøvum og í so at siga øllum havnum í heiminum. Og kanska var tað sama kenslan, sum fleiri hava upplivað, tá ið tey eru stødd í onkrum landi, fjart frá Føroyum,
longda leiktíð. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 27-27. Tá fyrri hálvleikur var liðin var VÍF á odda 16-11, men Neistin var omaná í seinna hálvleiki, og í longdu leiktíðini. Toppskjúttar hjá VÍF vóru Fríða
aftur fara at hittast. Síðsta ár var Anja Wongwai omaná og vann sítt fyrsta FM-heiti, og spennandi verður at síggja hvør teirra megnar at vinna sítt annað FM-heiti. Britt var nevniliga føroyameistari fyrraárið
greipu síðan 2019. Men tað var ikki uttan svørðsslag í dag, tí hóast Mjølnir uttan himpr vann tey bæði fyrstu settini, kom Fleyr afturíaftur og javnaði til 2-2. Í javnbrótaranum var Mjølnir kortini eirindaleyst [...] spennandi, tá Mjølnir lættliga hevði vunnið fyrsta og annað sett ávikavist 25-17 og 25-18. Men Fleyr var sum hamskift í triðja setti og legði seg á odda 7-1 og 12-4 og læt ongantíð Mjølnir fáa samband aftur [...] ferðirnar hjá ÍF, og ein fleiri enn tær sjey ferðirnar hjá SÍ. Einasta steypafinalan Fleyr hevur vunnið, var í 2017. SÍ b hevur eisini vunnið eina ferð.
skorað í fyrra hálvleiki. Hjá B36 var av álvara talan um uppreisn eftir vónbrotið, sum tað var, tá ið tað í Gundadali endaði 1-1 ímóti B68, og eftir vónbrotið, sum tað var, tá ið B36 eftir brotssparkskapping [...] minutti javnaði 07 Vestur til 1-1. Málskjútti var Brage Prestmo Kvithyld. Hetta var fyrsta málið hjá 20 ára gamla norska verjuspælaranum í 07 Vestur búnanum. Tað var ikki stórur munur í spælbýti, og heimaliðið [...] Málskjútti var Filip Djordjevic, og uppleggið átti Pætur J. Petersen, sum í kvøld var fremsti maður hjá B36. Ein minutt undan steðginum økti Marius Kryger Lindh um leiðsluna til 3-1, og aftur hesaferð var tað
Annan dystin á rað var David Geza Turi ikki partur av hópinum hjá Grimsby í dysti í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini. Grimsby leikti í dag javnleik 0-0 á útivølli móti MK Dons. Grimsby er nú áttanda plássinum
kvinnum. Við Løkin í Runavík vann oddaliðið, NSÍ ein knúsandi 13-0 stórsigur á 07 Vestur. Í steðginum var støðan 7-0. Heidi Sevdal byrjaði málveitsluna longu í fjórða minutti. Hon skoraði sjey mál í dystinum
fínu úrslitunum. Hann hevur verið soælskipari. Tað var Brandur eisini í kvøld, hóast hann fór av vøllinum, tá ið tað restaði eitt stórt korter. Og so var hann trífaldur málskjútti. Hann skoraði fyri fyrstu [...] deildini. Heilt sjáldsamt var tað, at hinir menninir, sum plaga at skora flestu málini hjá NSÍ – Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen – ikki vóru millum málskjúttarnar. Klæmint var á vøllinum alla tíðina, meðan [...] vøllinum, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Tølini siga, hvussu stórur munur tað var á liðunum, og at hetta á ongan hátt var dagurin hjá EB/Streymi. NSÍ hevði 10 royndir ímóti málinum, sum Jóannes Eyðfinsson
Tønnesen, sum annars var øgiliga stinnur millum TB stólparnar. Jákup L. Thomsen var tvífaldur málskjútti, tí tað var hann, sum miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði til 1-1. Tá var tað Ári Mohr Jónsson [...] brotsspark til mál, og átta minuttir undan steðginum var tað eisini Samudeen Musah, sum legði TB framum 2-1. Tá var tað Mohamed Samba, sum átti uppleggið. Hjá TB var Amidou Diop nýggjur maður á miðvøllinum. Hann [...] eftir møguleikanum at skora sigursmálið. Onkra ferðina var tað tætt við. Mohamed Samba, sum undan kappingarárinum varð leigaður úr HB og til TB, var væl upplagdur og bjóðaði fleiri ferðir av í ein ímóti
ímóti Víkingi. Tað var í 2010, at B68 á Svangaskarði vann 5-3 og 2-0 á heimavølli ímóti Víkingi. Einasti maður, sum var á vøllinum ta ferðina, og sum aftur í kvøld var á vøllunum, var Sølvi Vatnhamar. Úrslitið [...] Poul Kallsberg var einasti málskjútti, tá ið B68 í kvøld hevði vitjan av Víkingi. Eitt lítið korter var farið, tá ið Víkingur legði seg á odda á Svangaskarði. Vongverjin í vinstru Ingi Jonhardsson átti [...] Joensen møguleikar, men tað stemmaði ikki heilt hjá teimum. Serliga var tað Martin Klein Joensen, sum eftir flatt innlegg úr høgru var í góðari støðu, men hann rakti ikki bóltin, sum hann ætlaði, og so