HB slapp akkurát við skrekkinum

Sigursmálið í Gundadali ímóti TB varð skorað í næstsíðsta minutti

Dómarin legði seks minuttir aftrat, og klokkan vísti 94 minuttir, tá ið HB skoraði 3-2 málið, sum vísti seg at vera sigursmálið. HB vann trý stig og varðveitir triða plássið, og teir í TB eru øgiliga vónbrotnir.

 

Tað er einki at siga til, at teir í TB eru vónbrotnir. Teir vóru í fyrra hálvleiki frammanfyri 1-0 og 2-1, og teir stríddust og kempaðu í øðrum hálvleiki. HB javnaði til 2-2, og HB hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini, og HB átti flestu málmøguleikarnar.

 

Men TB helt tørn, og TB lúrdi eftir møguleikanum at skora sigursmálið. Onkra ferðina var tað tætt við. Mohamed Samba, sum undan kappingarárinum varð leigaður úr HB og til TB, var væl upplagdur og bjóðaði fleiri ferðir av í ein ímóti einum støðum.

 

Beinanvegin eftir steðgin varð Vijormur Davidsen skiftur inn á HB liðið, og tað gjørdi av álvara mun at fáa leiðaran inn aftur, eftir at hann hevur verið skaddur síðani landsliðsferðina. Tá ið Viljormur varð skiftur inn í miðverjuna, varð Ási P. Dam fluttur úr vinstru miðverju og yvir í høgru miðverju. Letlendski miðverjin Klavs Kramens kom ikki á vøllin eftir steðgin.

 

Ási P. Dam átti sentralan leiklut í kvøld. Hann legði stutt eftir steðgin við framlegging úr høgru upp til 2-2 málið, sum Jákup L. Thomsen við høvdinum skoraði, og Ási P. Dam skoraði 3-2 sigursmálið, tá ið hann eftir horna og útfrá setti bóltin upp úr nettakið úr 23 metrum uttan møguleika hjá Anders Tønnesen, sum annars var øgiliga stinnur millum TB stólparnar.

 

Jákup L. Thomsen var tvífaldur málskjútti, tí tað var hann, sum miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði til 1-1. Tá var tað Ári Mohr Jónsson, sum átti uppleggið.

 

Væl upplagdi Samudeen Musah legði í 20. minutti TB á odda 1-0, tá ið hann umsetti brotsspark til mál, og átta minuttir undan steðginum var tað  eisini Samudeen Musah, sum legði TB framum 2-1. Tá var tað Mohamed Samba, sum átti uppleggið.

 

Hjá TB var Amidou Diop nýggjur maður á miðvøllinum. Hann orkaði at vera við í ein lítlan tíma, og hann vísti seg at vera góður fongur.

 

Hjá HB var Heini Sørensen í kvøld á beinkinum. Hann varð skiftur inn tíggju minuttir eftir steðgin, og hann gjørdi av álvara mun.

 

 

 

HB – TB 3-2 (1-2)

 

0-1: Samudeen Musah br

 

1-1: Jákup L. Thomsen

 

1-2: Samudeen Musah

 

2-2: Jákup L. Thomsen

 

3-2: Ási P. Dam

 

Dómari: Rúni Gaardbo