Poul Kallsberg var einasti málskjútti, tá ið B68 í kvøld hevði vitjan av Víkingi.
Eitt lítið korter var farið, tá ið Víkingur legði seg á odda á Svangaskarði. Vongverjin í vinstru Ingi Jonhardsson átti uppleggið, tá ið bólturin varð sendur eitt sindur til høgru í brotsteigin, har Poul Kallsberg úr níggju metrum sendi bóltin flatt inn við nærra stólpa.
Tað eru 15 ár síðani, at B68 vann fulla úrtøku ímóti Víkingi. Tað var í 2010, at B68 á Svangaskarði vann 5-3 og 2-0 á heimavølli ímóti Víkingi. Einasti maður, sum var á vøllinum ta ferðina, og sum aftur í kvøld var á vøllunum, var Sølvi Vatnhamar.
Úrslitið í góðveðrinum á Svangaskarði í kvøld ber við sær, at Víkingur vann fyri aðru ferð á rað, og at víkingarnir hava vunnið átta stig, nú átta dystir eru spældir. Víkingur hevur skorað seks mál, og Poul Kallsberg er sætti málskjúttin hjá Víkingi, sum í kvøld hevði bæði Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen millum teir fyrstu ellivu. Teir hava annars verið nógv á beinkinum.
Aron Jarnskor Ellingsgaard og Árni Nóa Atlason vóru sentralir miðvallarar hjá Víkingi, og teir vóru sera raskir.
B68 spenti sum seinni hálvleikur leið álopsbogan alt meiri, og eitt nú høvdu Jóhan Josephsen og innskifti Martin Klein Joensen møguleikar, men tað stemmaði ikki heilt hjá teimum. Serliga var tað Martin Klein Joensen, sum eftir flatt innlegg úr høgru var í góðari støðu, men hann rakti ikki bóltin, sum hann ætlaði, og so streyk bólturin eftir vøllinum og í hitt borðið.
Úrslitið ber við sær, at B68 framvegis hevur fýra stig og eisini eftir hetta umfarið verður undir niðurflytingarstrikuni.
Sunnudagin um eina viku fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti FC Suðuroy.
B68 – Víkingur 0-1 (0-1)
0-1: Poul Kallsberg
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Jákup N. Vilhelmsen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Tóki á Lógv, Hanus Højgaard, Magnus Holm Jacobsen,– Emanuel Kulego, Sebastian Lau Nielsen, Jóhan Josephsen
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ragnar Skála, Atli Gregersen, Ingi Arngrímsson, Ingi Jonhardsson – Allan Jarnskor Ellingsgaard, Árni Nóa Atlason, Sølvi Vatnhamar – Poul Kallsberg, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson