báðir stóru borgarligu flokkarnir eisini sera tætt, eftir at tey Konservativur á havt munin í seinastu kanningum. Vinstri stendur í kanningini til at fáa 13,9 prosent av atkvøðunum og harvið størsti flokkur [...] prosentum av atkvøðunum. Hjá báðum pørtum er galdandi, at talan er um eina statistiska óvissu upp á 2,1 prosentstig, so tí er tað í veruleikanum ógjørligt at siga, hvør flokkur er størri. Í reyða veingi ganga
rógvararnir, sum høvdu sett sær fyri at rógva úr Miami til Føroya, máttu gevast í morgun. Sjóbjargingarstøðin, MRCC sigur, at tíðliga í morgun fingu tey boð frá rógvarunum, um at báturin hjá teimum hevði fingið [...] fingið ein stóran sjógv. Hann hevði fingið so stóran skaða, at teir vóru farnir av bátinum og í gummibjargingarbátin. Teir vóru í flótidraktum, høvdu mat og telefon og ein EPIRB neyðsendara. Báturin var staddur
innrásina og kríggið í Ukraina. Tí hava vit sett tiltøk í verk, sum eru við til at leggja trýst á Russland. Vit noyðast nú at geva til kennar, hvar vit standa trygdarpolitiskt – og ikki minst moralskt , segði [...] segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í ólavsøkurøðu síni. -Tí eiga vit politikarar at viðgera neyvt, hvørja støðu vit skulu taka, tá ið um Russland ræður. Eisini frameftir. Hetta er ikki eitt samgongu [...] samgongu – ella andstøðumál. Øll politiska skipanin má standa saman. Eins og vit stóðu saman um at lata samfelagið upp fyri flóttafólki, legði hann afturat.
vegna samlaðu myndina og okkara serligu støðu sum krúnprinsahjún hava vit valt, at Christian prinsur gevst á Herlufsholm, og at Isabella prinsessa ikki fer í 9. flokk á skúlanum eftir summarfrítíðina, stendur [...] áhaldandi atfinningunum av skúlanum. Nú hevur Styrelsen for Undervisning og Kvalitet (STUK) funnist at Herlufshom í eini fyribils meting av trivnaðinum á skúlanum. – Tað hevur verið ein trupul tilgongd [...] stendur í boðunum. Krúnprinsaparið fer í sammar saman við børnum teirra at »taka støðu um framtíðarskúlaval teirra«. /ritzau/
Atlantsflog boðaði í morgun frá, at vegna nógv økta virksemið hjá felagnum, so fer felagið at seta fjórða flogfarið í flúgving fyri felagið. Talan er um Airbus A-319 flogfarið hjá Atlantsflog, sum hevur [...] eitt felag á Tenerifa. Við útvarpið segði Jóhanna á Bergi, at tey hava uppsagt sáttmálan, tí tey hava brúk fyri flogfarinum. Ætlanin var, at felagið skuldi hava tvey nýggj A-320 Neo flogfør, eitt næsta
visti ikki at siga í morgun, hvussu høgt fallið var, men í fallinum sló maðurin andlitið í. - Sjúkrabilur varð sendur á staðið, og maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið. Løgreglan sigur, at Arbeiðseftirlitið [...] enn er eingin niðurstøða gjørd um, hví óhappið hendi. - At síggja til var hetta eitt hendiligt óhapp, men málið verður kannað, visti vaktleiðarin at siga í morgun.
vísir á, at Emmanuel Macron eisini førdi fram hesi sjónarmið í februar. ##med2## Sum heild tóku vestanlond ikki undir við hasara útsagnum. Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, hevur eisini sagt, at ongar [...] Í gjár endurtók franski forsetin, Emmanuel Macron, møguleikan at senda vesturlendsk herfólk til Ukraina. - Vit eru ikki í einari slíkari støðu í dag, men allir møguleikar eru opnir, segði hann í samrøðu [...] ongar ætlanir fyriliggja um at senda vesturlendsk herfólk til Ukraina. Sama hava eisini leiðarar í USA og Týsklandi sagt.
sum eitt landslið, ið eigur at takast í størsta álvara. Við fleiri royndum, betri avrikum í málinum og við fleiri leikarum, ið spæla við sterkari liðum í Evropa fer liðið bara at gerast betri. Haraftrat má [...] má ikki gloymast, at teir 5.000 føroysku áskoðararnir hugtóku øll undir EM-endaspælinum, og tey spjaddu tann føroyska stoltleikin víða. Soleiðis skrivar stóri íslendski hondbóltsmiðilin, handbolti.is. [...] aftaná frumframførsluna í fyrsta endaspælinum hjá sær. Dramatiski javnleikurin móti Noregi fer leingi at liva í minninum, Soleiðis skrivar stóra íslendska blaðið, Vísir um fyrstu EM-luttøkuna hjá føroyska
Syðradali, har bjóðað varð kaffi og ein biti. Eingin ivi er um, at økta ferðafólkatalið á Kalsoynni hevur økt tørvin fyri, at ferðafólk hava eitt stað at vera í, meðan tey bíða eftir bátinum. Tí er hetta ein neyðug [...] ferðafólkastreymurin veruliga tekur dik á seg, skrivar klaksvik.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.
Damned spælir deyðsmálm. Og tað sum ger hendan bólkin púra serstakan er, at sungið og knurrað (growlað) verður á grønlendskum. Sigast má at hettar riggar avbera væl! Bólkurin hevur vitjað í Føroyum áður, tá [...] Hettar bleiv sjálvandi gjørt í Studio Bloch saman við Theodor Kapnas, kendur úr Hamferð. Spennandi er at fylgja við, nú eitt nýtt ættarlið tekur við hjá bróðurtjóðini fyri norðan. Ungdómurin leitar aftur [...] tattoveringar í andlitið, og tey práta heldur enskt enn danskt, tá ið tey ferðast. Vit gera klárt at lyfta hornini!