Russland: Svakligir dreymar um vesturlendsk herfólk

Tað sigur leiðarin fyri russisku uttanlands fregnartænastuna, rópt SVR, og hesin kallast, Sergej Narysjkin.

Í gjár endurtók franski forsetin, Emmanuel Macron, møguleikan at senda vesturlendsk herfólk til Ukraina.

 

- Vit eru ikki í einari slíkari støðu í dag, men allir møguleikar eru opnir, segði hann í samrøðu við franska sjónvarpsrás í gjár.

 

Hesar útsagnir hjá franska forsetanum hava nú fingið russar upp úr stólinum.

 

- Hetta eru sinnissjúkir dreymar, sigur Sergej Narysjkin, sum er leiðari fyri russisku uttanlands fregnartænastuna, rópt SVR.

 

Tíðindastovan, Reuters, vísir á, at Emmanuel Macron eisini førdi fram hesi sjónarmið í februar.

 

##med2##

 

Sum heild tóku vestanlond ikki undir við hasara útsagnum.

 

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, hevur eisini sagt, at ongar ætlanir fyriliggja um at senda vesturlendsk herfólk til Ukraina.

 

Sama hava eisini leiðarar í USA og Týsklandi sagt.

 

 

 

Her situr Sergej Narysjkin undir liðini á russiska forsetanum, Vladimir Putin.