(EM) Íslendskir miðlar: Føroyingar kunnu lyfta høvdið høgt

Handbolti.is og Vísir bera rósur og góð orð til sínar frændir í Føroyum

- Føroyingar kunnu lyfta høvdið høgt eftir luttøkuna í EM-endaspælinum. Føroyska landsliðið hevur stemplað inn sum eitt landslið, ið eigur at takast í størsta álvara. Við fleiri royndum, betri avrikum í málinum og við fleiri leikarum, ið spæla við sterkari liðum í Evropa fer liðið bara at gerast betri. Haraftrat má ikki gloymast, at teir 5.000 føroysku áskoðararnir hugtóku øll undir EM-endaspælinum, og tey spjaddu tann føroyska stoltleikin víða.

 

Soleiðis skrivar stóri íslendski hondbóltsmiðilin, handbolti.is. 

 

- Føroyska liðið kann mynstra av við stoltleika aftaná frumframførsluna í fyrsta endaspælinum hjá sær. Dramatiski javnleikurin móti Noregi fer leingi at liva í minninum,

 

Soleiðis skrivar stóra íslendska blaðið, Vísir um fyrstu EM-luttøkuna hjá føroyska manslandsliðnum.