rópar upp um dómaralinjur, snýtir hini europeisku londini fyri atgongumerki og sær so deiliga vælnøgdur út. Einaferð var hann tann fullkomni, eleganti fótbóltsspælarin, men nú fer hann fram sum ein elefantur [...] frammaná frá danska klapphattinum, og so ruku teir út, sjálvt um teir høvdu spælararnar til nakað heilt stórt. Men væntandi disiplinin og konsentratiónin, sum er so alneyðug til slíkar kappingar, er ikki [...] serliga stuttligt at síggja brasiliumenn blíva heimsmeistara 4. hvørt ár, sjálvt um teir spæla frálíkan fótbólt. Dreymurin um ein verdugan heimsmeistara hvarv í hálvfinaluni, tá hálendingarnir mistu takið
Øll ferðsla í náttúruni ávirkar náttúrutilfeingið, so ella so. Spurningurin er bara, um vit hava ráð til einki at gera og bara lata standa til, hóast vit vita, at óspilta náttúran er størsta ognin í føroyskari [...] hvussu tær skulu merkjast, skulu skelti setast upp fram til varðarnar. Uttan mun til hvørja loysn man finnur fram til, hava nógvir varðar tørv á ábøtum, tí so nógvir eru raplaðir niður. Bygda- og býráðini hava [...] skal standa á skeltunum til gøturnar. So mugu vit hava altjóða skeltið við einum manni við ryggsekki upp at standa, sum vísa á veg fram til fyrsta varðan. Hetta skal so alt setast upp í mai næsta ár. Hin
at tá ið tú velur kontantgjald fram um ansingartilboð, missur tú ikki tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Hava politikararnir hugsað seg um? Ein kann seta spurnartekin við, um teir politikarar, sum hava sett [...] verði kannað nærri um ein skipan sum kontantgjald skal víðkast. Hesar ávirkanirnar eru sjálvsagt ikki so víðgongdar, tá skipanin bert er galdandi fyri børn millum 6 og 12 mánaðar. Men um skipanin skal setast [...] fleksibla ansingarskipan har børn kunna verða ansað skiftandi tíðir á degnum (evt. um kvøldið og um náttina), skiftandi dagar um vikuna og skiftandi víkur í árinum, soleiðis at tey verandi plássini verða gagnnýtt
eta úti enn um tey sjálv gera matin, sigur Annette Perge frá Veterinær- og Matvørustýrinum. Hon heldur ikki, at tað er nøkur grund til at halda, at heima er betri enn úti, tá ið tað snýr seg um mateitran [...] á rættan hátt og ikki hitaður nóg væl uppaftur. Tað sama hendi á eini aðrari matstovu, tá var talan um kjøtsós. Eitt annað slag av mateitran, sum eisini er afturvendandi, er orsakað av fiski, sum er goymdur [...] eggini Meiri enn ein triðingur av sjúkuútbrotunum stava frá salmonellsmittaðum eggum. Vanliga er talan um dessertir, koldskål og heimagjørdan ís, har rá egg eru brúkt. Tað eru bæði privatir og professionellir
á garðinum, um tey hava áhuga fyri tí, sigur Bjørn Patursson. - Tað er ikki so, at vit taka pening frá fólki, um tey skulu í land í Koltri. Fari eg at fleyga nakrar lundar ein leygardag, so bjóði eg kanska [...] av jørð, og um teir tá hava fólk við sær, mugu teir sjálvir um. Hann er samdur í, at eingin politikkur nakrantíð hevur verið viðvíkjandi hesum. Tó sigur Oskar Joensen, at hann veit ikki, um tað ger tann [...] - Tá Ferðaráðið metir um áhugaverdar útferðir, meta vit um góðsku og trygd. Hetta er í lagið úti í Koltri. Tað finnast ferðafólk, ið leita eftir ævintýrkendum ferðamøguleikum, so ferðafólk, ið vilja fara
at liva av, er tað eisini sera áhugavert at hoyra um tær inntøkur, sum eitt nú danski staturin hevur av oljuvirkseminum, sum fer fram í Norðsjónum. Um mánaðarskiftið juni-juli fekk danski staturin goldið [...] Tað er ikki so løgið at stórur áhugi er fyri at bora eftir olju. Inntøkurnar til landshúsarhaldið frá oljuvinnuni eru øgiligar og ringávirkaninar av vinnuni síggjast aftur í nógvum liðum. Hjá føroyingum [...] inntøkurnar hjá statinum uml. 29 mia. krónur, mált í 1997 prísum. Inntøkan fyri árið 1997 einsamalt var um 3,5 mia. krónur. Tað er nú ikki bara statskassin, sum hevur fyrimun av oljuinntøkunum. Stóra oljuf
fegnast um, og tað fyrsta, vit eiga at kanna, er hvat tað í veruleikanum var sum hendi Íslandi viðvíkjandi í 1918. Hjálp frá Danmark til Ísland Tað sum har fór fram, var at Danmark segði, at um Ísland vildi [...] vil samráðast við Føroya landsstýri um eina skipan, har Føroyar verða eitt fullvaldað ríki, sum tekur lut í tí altjóða samstarvi, sum vit hava áhuga fyri, so at vit um stutta tíð koma at taka lut í Norð [...] Danmark millum 1 og 2 milliardir til Føroyar og føroysk áhugamál. Hetta skal so halda uppat tá ið vit eru eitt fullvaldað ríki. Um so er at Danmark ikki skal hava fíggjarligan vinning av sjálvstýri okkara,
undirhildið og víst okkum myndir í ein tíma, so eg og myndamaðurin byrja spakuliga at takka fyri okkum, meðan Eyvindur greiðir frá um ferðirnar til Rom og aðra staðni, og um framsýningina í New York fyri 4 árum [...] Eyvindur veruliga fangað rútmu og rørslu, so ein næstan fær hug at fara uppí ringin. - Hetta skal gerast høvuðsverk mítt. Tá eg kenni, at at tað líður móti kvøldi, so fari eg í gongd við at fullføra høvuðsverkið [...] sjálvur, at hann sýnir fram heima við hús, tí hann hevur kvett alt samband við sokallaða skipaða listaheimin í Føroyum Og hølini eru sanniliga snotulig og somuleiðis eru málninganir, so har er einki at finnast
1948-1967? Tá slapp eingin jødi fram at Grátimúrinum, sum er størsta halgistað jødanna. So stór var toleransan hjá arabarum mótvegis Ísrael og jødiskum halgistøðum. Ísrael hevur víst so stóra toleransu, sum eingin [...] stjórn Ísraels í dag roynir at bøta um tann skaða, sum Rabin og aðrir hava gjørt við at geva land »fyri frið«, sum tað eitur. Men hvar er friðurin? Neyvan munnu so nógvar yvirgangsatgerðir hava verið framdar [...] reka allar jødar út í Miðalhavið. Sosialurin nevnir um Jerusalem sum ein halgibý fyri jødar, muslimar og kristin og er óttafullur fyri hvat fer at henda, um Ísrael byggir á lendi eystan fyri Jerusalem. Tað
undirluta kenslurnar fram í okkum føroyingum, sum millum annað kunnu føra til, at vit fara at hugsa, at tá so er vorðið, mugu vit bara liva fyri okkum sjálvi og syrgja fyri at tað verður so gott sum gjørligt [...] er komin væl frá tí, hvørki sum einstaklingur, ella sum fólk. Spurningurin um framtíðina er yvir øllum øðrum spurningurin, um tann andi, sum livir millum manna og setir sín dám á samfelagi og mentanina [...] onnur veruligu ting til í heiminum. Hesa áskoðan eiga vit at frígera okkum fyri í størst møguligan mun, um vit skulu koma til at skilja, at eisini vit sum fólk hava eina stóra uppgávu at liva fyri. Tað eru