teirra, har tær royna at venda aftur til eina sømiliga tilveru. Sjálvt um Iran í allar mátar er langt burturi, tekur filmurin okkum á bóli við sínum spenningi og ikki slepst undan at liva seg inn í lagnurnar [...] stórsti norðurlendski filmsmarknaður og umframt at vísa nýggjastu altjóða og norðurlendsku filmarnar, so hevur alt síðani 1987 verðið serligur siður at sýna film, sum er úr Iran. Í 1998 var annar filmur [...] m leggja seg eftir at fáa á tal børn og ung úr útnyrðings Russlandi og teim sonevndu nærumráðunum?, sigur norski barna- og familjuráðharrin, sum eisini nevnir ítøkiligar ætlanir at berja niður fremmandahaturin
grannalagnum, niðri í Vørðsluni, síggi eg, at flaggstongin hjá Karl ber Merkið á hálvari stong. Hvørjum mundi hann flagga fyri? Sera dátt komu boðini løtu seinri um, at Karl sjálvur var farin. Vit báðir tosaðust [...] mínum arbeiði sum býráðslimur og landspolitikari kom eg at hava nógvar og positivar løtur saman við Karl. Hann var ein vitigur og góður maður at spyrja til ráðs, tað veri seg innan sáttmálar og lógarsmíð [...] Karl dugdi at siga frá sínum uppvøkstri og sínum lívi. Bæði sum útróðrarmaður, sjómaður, arbeiðsmaður og fakfelagsformaður. Hann hevði m. a. siglt við trolara í Íslandi og Grønlandi. Veit eisini at Karl sigldi
aheitinum í ár, John Arni og Heini Olsen. Eftir fyrstu seks umførini varð longu eyðsæð at John Arni helst fór at enda ovastur í kappingini. Hann hevði nevnliga vunnið øll hesi fyrstu seks talvini, og var [...] Keypmannahavn hevur seinastu árini kempað fyri at hildið sær uppi í triðfremstu deildini í donsku liðkappingini, men í ár er liðið sera sterkt og málið er tískil at flyta upp. Ikki er hetta mál veruleikafjart [...] bonusskipan vísir seg at vera neyðug, tí til dømis telvaðu John Arna og Heini í fjør við feløgum, sum høvdu bonusskipanir. Pengar er komnit í talv, og Talvfelagið Føroyar noyðist at fylgja við. Bonusskipanin
Rakel Helmsdal. Um tað var av tilvild ella ikki, so vísti tað seg at fleiri av høvundunum høvdu valt at lesa upp tekstir, ið snúðu seg um tað at skapa og skriva. Sjálvur haldi eg hetta vera mikið áhugavert [...] reglugerðina fyri Mentunargrunn Føroya Løgtings. Vónandi verður hon so smidlig, at grunnurin í framtíðini fer at taka hædd fyri at føroyskar bókmentir verða týddar til onnur mál í størri mun enn gjørt verður [...] var ið hvussu er ein roynd gjørd at skapa vídd í innihaldinum. Av áhoyraraplássunum sást tú yvir á Nestorin í føroyskum skaldskapi í dag, Regin Dahl. Hann var komin at lurta eftir hinum. Hetta var ein
borði, men hetta varð møguliga síðstu ferð í hesum kappingarári, at vit sóu hann á havnarliðinum. Hann fer um heilt stutta tíð til Hollands at telva eina stóra kapping og seinni til aðrar kappingar í Evropa [...] úr Havn var heldur fløkjut. Teir skiftust um at eta finnur frá hvørjum øðrum, men Herluf stóð hvørja ferð eitt vet betri eftir hvørja máltíð. Heri tapti at enda uppá tíð, men tá hevði Herluf vunna støðu [...] Sonna alt talvið. Eftir tíðarneyðina gavst Sonni. Enn ein stórsigur Havnarmenn høvdu ta vón, at hvalvíkingar fóru at taka nøkur stig frá verandi FM-liðnum úr Klaksvík, men klaksvíkingar vunnu heili 3,5-0,5
tí tað var fyri at skjóta mál, at HB keypti hann. Í dag varð hann tvífaldur málskjútti. Heini Sørensen royndi seg við innleggi úr vinstru, ein av gestunum kiksaði, tá ið hann royndi at sparka burtur, og [...] lítið nærlagt, og so áttu vit ikki so ofta at roynt við longum og høgum sendingum í brotsteigin, tá ið vit royndu at javna, tí har vóru millumstøðir, ið vit áttu at brúkt meiri. Síðstu tíðina hava vit tapt [...] tí tað eru átta stig aftur til Víking og B36, sum leygardagin fer at spæla í Vági. Spurningurin er, hvussu langt góða gongdin fer at røkka, tí tað eru tvey stig fram til NSÍ og seks stig fram til KÍ.
veruleikan, ivaleysur í at danski skattgjaldarin fór at fíggja tað, sum skattalætti mundi kosta í vælferð. Hann var jú so makaleysur, danski skattgjaldarin, eitt nú tá ið tað dró at endanum hjá EIK, tá steig [...] tvey so var bankin bjargaður og veljarin við. Hitt at ein drúgvur partur av bjargingini hekk á føroyingum sjálvum og tað at uppruddingin í EIK-banka átti at verið gjørd minst eitt ár áðrenn danska eftirlitið [...] Umboðini, ið veljarin valdi til at útinna sítt misvald, samgongan sum sagt, hövdu annað í kvittanum enn at kæra seg um vælferð hansara. Tey fóru tvørturímóti miðvíst í holtur við at rigga vælferðina av eftir
ætlaði hann at gera, men Simon Skibsted hjá ÍF fangaði bóltin, og álopið endaði við, at Jan Ó. Ellingsgaard sendi bóltin í málið. Hjá B36 tykist tað vera meint, at Jákup á Borg er skaddur, og at Lukasz Cieslewicz [...] bóltin burtur. Tað tóktist sum um, at heimamenninir hildu, at tað skuldi vera steðgur í spælinum. Soleiðis mettu ágrýtnu fuglfirðingarnir ikki um støðuna. Tað endaði við, at vinstri vongverjin Jan Ó. Ellingsgaard [...] síðstu løtu eydnaðist tað at javna. Vongverjin í vinstru Jan Ó. Ellingsgaard sendi frágera gott langskot í málið. B36 legan var alt annað enn nøgd við støðuna. Heimamenninir hildu, at spælið var steðgað, tí
staðið. Hon var eitt sindur undarlig og fór so at siga hvønn dag út at spáka og heilsaði blídliga fólki og prátaði. Tað er kent, at hon plagdi at taka til, at tað var »milt, men kølið.« Mina tanta var røsk [...] Suðuroyar at vera sýslumaður. Foreldrini og tríggjar ógiftar systrar vóru eftir í Mettustovu, og øll doyðu út haðani. Edvard Mitens, abbasonur Gudmund, skrivaði í sínum endurminningum, at hann kom at búgva [...] Har var serlig inngongd, og tá onkur kom at keypa og læt hurðina upp, ringdi klokka, og Mina tanta fór oman i handilin. Mitens greiðir frá, at har kom genta at keypa hatt. Reyða rósu ynskti hon á hattin
keldum. Her kann fyrst nevnast, at keldur eru sum ivast í leiklutinum hjá Esso Søldarfjørð í hesum sorgarleiki. Tær siga, at hesin bátur kom inn eftir fjørðinum aftaná, at vanlukkan var hend. Sum greitt [...] eisini nýggjan motor. Ein dani fór at føra hana um várið og summarið í 1937 fyri at læra manningina, hvussu veiðast skuldi við hesum tá ókenda reiðskapi. Meiningin var so, at Niels skuldu gerast skipari. Men [...] fórust á sjónum nú ein dagin. Undarliga, at tað skal kunna bera so til, at menn, ið koma heim frá tí víða stóra havinum, har ið lívið altíð er í vanda, skulu koma heim at leggja beinini við okkara strendur í