ommu- og abbabørnum. Meðan Gullbrand var sjómaður, sigldi hann nógv sum stýrimaður við fiskiskipum, og veit eg eisini av egnum royndum, at hann var ein álitismaður á sjónum. Kvøðari var tú av teimum bestu [...] spyrja: Hoyr Gullbrand, munnu vit vera gandaðir? Hann svaraði beinanvegin: Nei, Sólvit, tað verður ikki lagt meira á okkum, enn vit klára. Har sat hann og kikkaði eftir hondini fyri at fáa luft og var [...] song hansara og royndi at hjálpa uppá hann til tað seinasta. Tit hava mist ein góðan mann, pápa og abba, saknurin er stórur, men gott er at hava so góð minnir um hann, sum tit hava. Nú ið vit gleða okkum
jarðfrøðingi, og har hevur hann starvast síðani. Lærumeistarin í konserveringsfakinum var Kristian Meitil, ein annar undangongumaður í føroyska savnsheiminum, og lagnan vildi, at hann og Eyðfinnur báðir skuldu [...] kenna seg væl. Vitandi, prátingarsamur, blíður og trúgvur, soleiðis var hann, og soleiðis er hann virdur av øllum, sum áttu hann sum vin. Góða Jónhild og góða Jacobina við familju, Gud gevið tykkum styrki [...] undir kanningar av grindahvali. Hann var tikin úr leikum, tá tað snúði seg um vitan um, hvussu verkligi parturin av vísindaligum feltarbeiði best fekst frá hondini, og hann var álitið í arbeiðinum at merkja
á Ríkissjúkrahúsið. Alt gekk væl, hann kom fyri seg aftur. Tá eg tosaði við hann seinni, lat hann væl at, men hann orkaði lítið, og legði so afturat: »Eg skal ikki klaga, eg eri frammi hvønn dag«. Tá ið [...] heilsan at bila, og mátti hann tí gevast í føstum arbeiði. Eirikur var virkin í politikki. Hann var uppstillaður fyri Sambandsflokkin og sat eitt tíðarskeið sum varamaður á tingi. Hann sat eisini í Hvalvíkar [...] vóru og vitjaðu hann á Landssjúkrahúsinum. Tað var tann sami Eirikur. Byrjaði at skemta beinanvegin og práta um gamlar dagar. Men álvarsemi kom eisini fram, tá ið hann greiddi frá, at hann skuldi niður á
Síl var nakað, hann hevði stóran áhuga í, hann var altíð á ferð við tráuni og fekk altíð okkurt á. Um heystið helt hann eyga við áunum. Eisini setti hann ingul út ymsastaðir, hetta gekk hann upp í við lív [...] naka, hann gekk høgt upp í. Eg minnist væl, at hann var sjálvstýrissinnaður, meðan eg helti meira til sambandið. Hetta skilti ikki okkum. Eg var onkuntíð úti í Hornabø, har hann leigaði, ímeðan hann lærdi [...] í Havn. Tann lúsingin fylgdi honum alt lívið, men hann gramdi seg ikki, hann var íherdigur. Eitt, sum eg má nevna, heimbygdin Sandur stóð Boga nær, hann elskaði alt sum rørdist á Sandi, tað má eg siga var
kendu hann og á ymsar mátar høvdu eitt tilknýti til hansara, tí øll vistu vit, at Anker, ja, hann var har, sum hann átti at vera, og hóast tað var ótilvitað, varð hann altíð sjónligur, har hann var, og [...] Arbeiðssamur var hann sum fáur, vildi hava arbeiðið frá hondini bæði skjótt og brátt, onkur mundi halda hann vera í so framfýsnan við hvørt, tá hann hevði hug til at hurta undir, um hann helt tað ganga ov [...] at hann var farin, ikki vardi meg, at tað skuldi henda so knapliga, nú hann kendi seg betur, eftir at hava verið innlagdur á Landssjúkrahúsið í nakrar dagar. Tað er torført at ímynda sær, at hann ikki
Nielsen úr Heiðunum, frá teimum fekk hann í vøggugávu góð evni og nógvar gávur. Hann var giftur við Esther Djurhuus, tannlækna, ið er dóttur Knút Lutzen og Metu f. Laursen. Hann vaks upp á Tvøroyri, har faðirin [...] Danmark øll krígsárini, og tað setti sín dám á hann. Eftir lokið prógv arbeiddi hann í danska fíggjarmálaráðnum, til hann í 1947 kom til Føroya at starvast hjá Vinnulánsgrunninum, ein almennur grunnur, ið [...] gjørdist Johan Djurhuus skrivstovustjóri. Hetta embætið útinnti hann ábyrgdarfult og samvitskufult til hann legði frá sær á heysti 1987. Hann var tá 69 ára gamal og hevði tá tænt tí almenna í Føroyum í fýrati
var niðri á Ríkissjúkrahúsinum fýra ferðir um árið til kanningar, og Finn var við tær hvørja ferð, hann var ein góður maður og stuðul fyri teg. Men so í mai mánað, tá tit vóru niðri, fingu vit tey tungu [...] várið Fyri myrka kalda heyst Fyri hvørt hitt gloymda tárið Fyri hjartafrið og treyst. Góði Finn, Kristian, Annlis og Róðin við familju, størst er sorgin hjá tykkum, tit hava mist eina góða konu, mammu,
minnist hvussu hann altíð var við tí góða orðinum og við góðum ráðum. Hann var ein maður, sum man lurtaði eftir, hann var tann, sum samlaði tropparnar, tá okkurt skuldi gerast av umvælingum, hann hevði tak [...] var farin um pensjónsaldur, sá man hann fara sogliga hendur aftanfyri bak niðan á dalin, har treivst hann væl. Úti í náttúruni har hann velti upp úr nýggjum, jú hann var bóndasonur og hegni til jørð var [...] mann, sum hevði eitt gott frímóð, hann smæddist ikki burtur. Hann ferðaðist við boðskapinum. Við síni sermerktu rødd, helt hann manga taluna, tað var Sámal Petur Hentze. Hann var eisini frá byrjan og virkaði
Men nei, Óla Kristian var ikki bara ein ommubeiggi fyri okkum; hann var nógv meira enn tað. Hann var ein maður við fáum orðum, so hann hoyrdist ikki væl millum fólk. Men hóast hetta var hann ein maður, ið [...] omma, abbi og Òla Kristian. Tey smáu tók hann sær eisini tíð til. Eg minnist serliga teir traditionellu sunnudagstúrarnar. Hann hevði føst tíðspunkt at geva seyðinum, og helt hann hesi sera væl. Sunnudag [...] saknurin av ommubeiggja mínum, Óla Kristian Dam, merkist av álvara. Óla Kristian var ikki maðurin tú hoyrdi siga, ”eg orki ikki” ei heldur ”eg tími ikki”, nei, hann var lítillátin og gjørdi altíð sum minst
minnist hetta væl. Hans, beiggi hennara, hevði verið við árið frammanundan og skuldi við aftur. Men hann var so ringur av iskias, at hann kundi ikki fara, og tað bjargaði honum lívið, og hann kom at liva sítt [...] Abbi segði, at hann á túrinum skilti, at menninir umborð krógvaðu okkurt fyri sær. Teir stóðu ofta og prátaðu saman, men tá ið hann kom, søgdu teir einki. Hann hevði eisini spurt, tá ið hann var í samband [...] var heima. Hetta var, áðrenn hann fór avstað lagnutúrin hjá Onnu. Mamma var tá 13 ára gomul. Joen Hendrik var sera húsligur. Tann seinasta dagin, hann var heima, elti hann breyð fyri ommu, tí hon hevði