skrivara. Skráin var sambært viðtøkum felagsins. Ársúrslitið – Ein góð millión betri enn væntað. Ársroknskapurin hjá NSÍ varð lagdur fram av Asfinni Sigvardsen, sum staðfesti, at úrslitið var ein góð millión betri [...] hóast væntanir við ársbyrjan í fjør vóru eitt hall á knappar 300.000 kr. Høvuðsorsøkin til hetta betraða úrslitið var, at tiltøkini, sum felagið hevur fyriskipað og luttikið í, hava skapt størri fíggjarligan [...] ranum. “Kjarnin í einum felagskapi sum okkara er sjálvbodna arbeiðið, eldsálirnar og stuðlarnir. Hetta eru fortreytir, sum vit hava góðar í NSÍ-felagskapinum - takk skulu tit øll hava fyri tykkara leiklutir"
hvussu væl tú tók ímóti mær. Tað var skjótt hjá mær at leggja til merkis, hvussu fyrimyndarligur og innbjóðandi tú var bæði yvir fyri starvsfelagum og ikki minst “gestunum” - tú var altíð til reiðar við einum [...] prógvar tín “service-minded” hugburð. Tað var ongantíð nakað, sum ikki bar til í Áarstovu, tá tú var har - um ein gestur ynskti nakað serligt, ella vinfólk hjá mær ynsktu borð eitt fultbókað leygarkvøld, [...] um gastronomi, gestablídni, vín og sum ein varða í føroysku tænastuvinnuni, men eg fari eisini at minnast teg sum ein evnaríkan og hjartagóðan vin, ið altíð var til reiðar at taka initiativ. Góði Boss
hansara myrku eygu vóru tó blíð, eins og hansara smíl, og avdúkaðu hansara róliga, blíða og skemtingarsama sinn. Álvur var sera fevnandi sum lærari. Hann var góður við okkum øll. Haraftrat hevði [...] Eisini høvdu vit Álv í enskum øll árini, har enskt var partur av tímatalvuni. Øll, sum hava havt Álv sum lærara, eru á einum máli um, at hann var ein fantastiskur lærari, og ongantíð hevur nakað neiligt [...] havt. Okkum er sagt, at Álvur eisini hevði ein heilt serligan tokka til okkara flokk. Tá Álvur kom inn í flokshølið, var friður beinanveg. Ongantíð var neyðugt hjá Álvi at rópa, fyri at fáa okkum
góð íløga. – Hetta er ein góð íløgua í mun til teir fíggjarkarmar, sum kommunurnar skulu sita við tey næstu árini, sigur hann við Kringvarpið. Hann heldur, at tey sum eru við, hava í øllum førum finigð botnin [...] væl. Ein avbjóðing var søgd at vera, at kommunur eru ymiskar í stødd og fíggjarligari megi. Onkur nevndi tvungin samstørv – tá ber ikki til at fara, um mann er ósamdur, og tað kann viðhvørt vera ein vansi [...] – Hetta er ein lítil íløga ímun til økonomisku balnsarnar, sum kommunurnar hava, sigur Tórbjørn Jacobsen við Kringvarpið. Tað er Kommunufelagið, sum skipar fyri skeiðnum, sum er í Íslandi í hesum døgum
ársfjórðingur 2024: Tøkan í Føroyum var 16.638 tons og 3.840 tons í Skotlandi, í mun til ávikavist 16.005 tons og 1.062 tons sama tíðarskeið í 2023. Lívfrøðiliga gongdin var góð, serliga í Føroyum. Bæði í Føroyum [...] Við árslok var eisini greitt, at Havsbrún annað ár á rað hevur sett ársmet í fóðursølu. Hóast tað sum heild hilnaðist væl í 2024, var heldur friðaligt á Havsbrún í fjórða ársfjórðingi. Hetta tí munandi [...] tikni fiskurin var stórur og góður, eisini í fjórða ársfjórðingi. Tey mongu átøk, vit hava sett í verk, hava havt við sær, at rakstraravlopið (áðrenn rentur og avskrivingar) í 2024 var tað hægsta, síðani
fundur bleiv og byggingin viðtikin, var tað ein, sum bleiv púra óður, og tað var Arnskov, men tá hjálpti eingin góða mamma. Skúlin við 25 m svimjihyli bleiv bygdur, men tað var bert tí, at Niels Petur Nolsøe [...] floksstovuna, ráddi Niels Petur einsamallur. Hann var altíð í góðum lag, og segði altíð okkurt stuttligt og áhugavert fyri at fáa næmingarnar í góðum lag. Hann var ein meistari at undirvísa bæði í føroyskum og [...] sum lupu av. 19.sept eitt árið, tá heystfiskurin var komin at landinum, vóru vit báðir Niels Petur og eg ein seinnapart á degi við innstalleringinum hjá mær á floti úttan fyri Porkerisnes við snøri og fylti
dagin var sera kalt, vindur og kavarok, men gjøgnumførast skuldi hetta, og so varð. Vónirnar vóru góðar um, at henda bygging fór at koma á mál. Og her standa vit í dag, og kenslan er sera, sera góð. Her [...] verkætlan í gongd. Hetta eydnaðist, og hakin bleiv settur í tann 22. desember 2022. Tað hendi langt upp í Hoyvíkshaganum, tí her skuldi komandi stórhøllin byggjast. Skipaður vegur var ongin, koyrt varð [...] Joensen og Annika Olsen. Her skulu eisini stór tøk takast, soleiðis at Tjarnir fær ein góðan og sunnan fíggjarrakstur. Hetta skal gerast uttan almennan stuðul. Nú vit lata upp, eru hesi starvsfólk sett til
Málið var eldfimt, av teirri einføldu orsøk, at Frakland hevði verið við undirlutan í fransk-týska krígnum 1870-71. Jødar fingu skyldina fyri ósigurin, og antisemitisman var um hetta mundið [...] upplýsti, at ein kendur prædikumaður í Brøðrasamkomuni í 1938 var logandi nazistur og tilbað Adolf Hitler, var mikil øsing um hesa turru og sakligu upplýsing. Kjarnin í hesum máli var, at eisini [...] forsíðuni á tí franska tíðarritinum L'AURORE. Høvundurin var ein tá kendur franskur rithøvundur og æt Émile Zola. Eg keypti hetta ljósritið fyri einum ári síðani í tí franska bókhandlinum
nia, har Føroyar vunnu tann fyrra. Sermerkt við úttøkuni hjá Eyðuni Klakstein var, at hann tók Páll A. Klettskarð við. Ein spælari, sum bleiv frávaldur av Håkani Ericson í fleiri førum. Eisini fingu fleiri [...] tað verða nakrar broytingar við tíðini. Tað er eisini altíð ein natúrlig útskifting á einum liði, segði Eyðun Klakstein á tíðindafundinum. Ein nærliggjandi spurningur er, hvat fyri slag av fótbólti nýggi [...] nia. - Vit sóu onkrar ábendingarnar í fyrra dystinum, men tá var mótstøðan sterk og vit endaði við at verja nógv, meðan seinni dysturin var meira tað vit ynsktu, segði Eyðun Klakstein. Undanfarni land
í norskum sjógvi og er hetta ein týðandi tryggleiki í mun til ferðingarmynstrið hjá stovninum. Semjan varð gjørd í desember og fer tíðin at vísa, um semjan um sild hepnast eins væl fyri vinnuna, sum semjan [...] 12% av mest loyvdu veiðuni og atgongdin at fiska í bretskum og norskum sjógvi er góð. Uppsjóvarskipini kunnu nú fiska ein munandi part av makrelinum í bretskum og norskum sjógvi, tá hann er bestur til matna [...] skynsamari enn áður – og hevur hetta týdning fyri bæði stovnsrøktina og fyri føroysku vinnuna. Semjurnar geva atgongd at fiska í bretskum og norskum sjógvi og ger hetta eisini, at uppsjóvarskipini nú kunnu