Opel Kapitän hjá Ivan Jacobsen í Vestmanna. Maðurin á myndini er Ivan Jacobsen, sum í fleiri ár koyrdi rutu við ferðafólki til og frá Vestmanna. Ivan búsettist seinni í Fuglafirði, har hann í mong ár var koyrilærari. Hesir Opel Kapitän vórðu framleiddir frá 1964-1968.

Ellisakfarið hesaferð: Eg havi altíð verið Opel fan

Bogi Næs í Hvalba hevur líka frá barni havt stóran áhuga fyri bilum. Pápi hansara hevði ein flottan Rambler stationcar, og hann minnist aðrar spennandi bilar frá tí tíðini

Opel Kapitän hjá Ivan Jacobsen í Vestmanna. Maðurin á myndini er Ivan Jacobsen, sum í fleiri ár koyrdi rutu við ferðafólki til og frá Vestmanna. Ivan búsettist seinni í Fuglafirði, har hann í mong ár var koyrilærari. Hesir Opel Kapitän vórðu framleiddir frá 1964-1968.

Manta. Alt hetta hevur ført við sær, at hann í dag hevur stór-an á-huga fyri ellisakførum og serliga gomlum Opel bilum.

 

Í dag eigur Bogi Næs ein væl hildnan Opel Ascona frá 1978. Tal-an er um ein Ascona 1,9L við 100 hestakreftum.

 

Hesir bilar vóru vælkendir í Føroyum í sjeytiárunum. Fyrsta útgávan kom í 1970. Tað modellið varð kallað Opel Ascona A. Systirútgávan, um vit so kunnu siga, var tann meira sportligi Opel Manta, sum bara fekst við tveimum hurðum og sum coupé modell.

 

##med2##

 

Ascona og Manta vóru mekaniskt og tekniskt somu bilar

 

Hesi bilarnir vóru teir somu mekaniskt og tekniskt. Opel Ascona var meira familjubilurin, meðan Opel Manta var sum nevnt meira tann sportliga útgávan av sama bili.

 

Men Opel Ascona A og Opel Manta A komu á marknaðin í 1970, so komu avloysararnir, Opel Ascona B og Opel Manta B á marknaðin í 1975.

 

Í Føroyum var tað kenda bilasølan P/F Vilhelm Nielsen & Søn, sum umboðaði Opel í Føroyum í mong ár – og øll árini, tá Opel Ascona og Opel Manta A og B vórðu seldir í Føroyum. P/F Vilhelm Nielsen & Søn helt til í Jónas Broncksgøtu í Havn, í bygningi-num, sum Smyril Line nú eigur og hevur umbygt til sína umsiting.

 

##med3##

 

Fann bilin uttan fyri suðuroyar sjúkrahús

 

Bogi Næs kom fram á hendan Opel Ascona bilin, sum hann sá standa við Suðuroyar Sjúkra-hús. Bilurin hevði danskar nummarplátur. Tað var tí, at ein sjúkr-a-røkt-ar-frøð--ing--ur frá Fílabeinsstrondini, ið arbeiddi á Suðuroyar Sjúk-r-a-húsi, átti bilin.

 

Í Danmark hevði hesin sjúkrarøktarfrøðingurin passað eina eldri konu, sum átti hendan bilin. Tá konan fór á ellis-heim, fekk hann bilin frá henni, sum hann seinni hevði við sær til Før-oy-a. Tá hann hevði brúk fyri størri bili, seldi hann bilin til Boga Næs.

 

##med4##

 

Bilurin er Sum nýggjur at koyra

 

Bilurin hevur fast pláss í garajsuni hjá Boga, sum eisini koyr--ir túrar við bilinum, sum nú er 47 ára gamal.

 

Bogi Næs sigur, at hóast høga aldurin er bilurin í sera góð-um standi og er sum nýggjur at koyra við.

 

Opel Ascona vórðu framleiddir frá 1970 til 1988. Hesin As-cona B bleiv fyrstu ferð sýndur fram á Frankfurt Motor Show í 1975. Bilurin er uppkallaður eftir býnum Ascona í Sveits.

 

Hava felagið fyri Ellisakfør í suðuroy

 

Bogi Næs sigur, at hann er ikki limur í Føroya Ell-is-ak-førum, men Suðuroyar Ellisakfør er ein Facebook bólkur, sum Tóki Brattalíð í Vági stendur fyri.

 

– Har verður boðað frá, um skipað verður fyri koyr-ing og framsýning av ellisakførum á t.d. jóansøku ella á flaggdegnum, sigur hann, og har plagar hann at luttaka.

 

##med5##

 

Ascona fór í søguna í 1988

 

Tað eru 55 ár síðan hesir vælumtóktu týsku Opel bilarnir komu á marknaðin í 1970.

 

Avloysarin hjá Ascona B, Ascona C, kom á marknaðin í 1981, og 1988 varð Ascona avloystur av Opel Vectra.

 

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

##med26##

##med27##

##med28##

##med29##

##med30##

##med31##

##med32##

 

 

Opel Kapitän hjá Ivan Jacobsen í Vestmanna. Maðurin á myndini er Ivan Jacobsen, sum í fleiri ár koyrdi rutu við ferðafólki til og frá Vestmanna. Ivan búsettist seinni í Fuglafirði, har hann í mong ár var koyrilærari. Hesir Opel Kapitän vórðu framleiddir frá 1964-1968.

Andreas Djurhuus í Havn, vanliga nevndur Diurin, við sínum Opel Kadett C frá 1978. Hann koyrdi við hesum bilinum í eini 30 ár. Tá bilurin fylti 25 ár, bleiv hann skrásettur sum ellisakfar. Andreas Djurhuus andaðist í 2010, tá var hann 101 ára gamal.

Bogi Næs hevur altíð verið Opel fan. Her er hann við einum Opel Omega árg. 1988.

Frá 1935 hevði P/F Vilhelm Nielsen & Søn bilverkstað í Jónas Broncksgøtu í Havn. Fyritøkan umboðaði í nógv ár General Motors, sum millum annað hevði bilmerkini Vauxhall, Chevrolet, Bedford og Opel. Miðskeðis í átta­ti­ár­u­num varð fyritøkan seld til P/F Óla Arge.

Opel Kapitän hjá Christian Andreasen, vanliga nevndur Gigga, á Strondum. Myndin er tikin umleið 1960. Hetta modellið, Kapitän P1, varð bert framleitt í eitt ár, frá juni 1958 til juni 1959.

Opel-treff Tá Opel-fólk hitt­ust á gamla verk­stað­num hjá Vil­helm Niel­sen fyri nøkr­um árum síðani

3.504 akfør í Suðuroy Tilsamans hava vit 42.187 akfør í Føroyum. Av teimum eru 3.504 skrásett í Suðuroy. 48 av teimum eru skrásett sum ellisakfør. 48 ellisakfør í Suðuroy Av teimum 520 bilunum í Føroyum, sum eru skrásettir sum ellisakvør, eru 48 heimahoyrandi í Suðuroy. Skipað verður fyri koyring við ellisakførum í Suðuroy, tá serlig tiltøk eru, eitt nú flaggdagur, jóansøka ella okkurt annað høvi. Ellisakførini eru skipað í einum Facebookbólki, nevndur Suðuroyar Ellisakfør