men har tað ikki ber til, er tyrlan hent. Við sær hevur hon alla útgerð sum er neyðug til hárviðgerð, og umframt kamb og saks eisini besta tilfar at krúlla, lita og annars aðra tænastu, sum hárfríðkanarstovur [...] henni væl, men fyri at fáa ávirkan á arbeiðstíð og frítíð, er henda broytingin ein góð loysn, heldur Elin. - Er tað ikki strævið at arbeiða um allar Føroyar á henda hátt? - Nei, tað haldi eg ikki. Eg havi roynt [...] legði til merkis, at eg altíð var til arbeiðis. Um dagin á hárfríðkanarstovuni, men um kvøldið fór eg ofta út til fólk, sum onkusvegna ikki kundu koma til okkara, eitt nú fólk, sum liggja á sjúkrahúsi og
Bridgefelag,. sum er elsta bridgefelag í landinum, hevur í dag jubileumskapping, og í kvøld verður veitsla. Hósdagin í vikuni sum er við at fara, 13. november, fylti felagið nevniliga 30 ár. Nú er ov seint [...] átta monnunum, sum 13. november 1937 settu hvørjum øðrum stevnu fyri at stovna bridgefelag. Eingin teirra er longur á lívi. Men gerðabøkurnar og brøv eru til, og tað eru eisini spælarar, sum hava verið limir [...] ár. Ikki bara klubbalimir Fara vit aftur til fyri stovnanina av felagnum vóru tað fleiri menn, sum plagdu at spæla bridge í Havnar Klubba, men tað var tann trupulleikir, at tað eisini vóru teir, sum høvdu
Onnur bókin er ?Ferð mín til Damaskusar3, sum Kristian Osvald Viderø hevur skrivað, og sum fæst fyri 190 krónur. Hin bókin er »Frælsmannamál«, sum fæst fyri 280 krónur. ?Ferð mín til Damaskusar« er 13. bókin [...] gróður Talan er um røður, kendir menn hava hildið. Men umframt hetta, er eisini annað tilfar tikið við, sum verður mett at hava áhuga hjá nútíðarfólki at kunna seg við. ? Teir menn, sum skipaðu fyri hesum f [...] við teimum. Høvdu vaml fyri politikarum At geva hesa bókina hjá Viderø er eitt náttúrligt framhald av útgávuvirkseminum hjá Bókagarði. Men Emil Thomsen dylir ikki fyri, at hann er serstakliga fegin um,
at fáast við tað, sum hevði mín áhuga, tí tað kundi halda meg fríska.- Mær hevur altíð dámt væl í Havnar Bridefelag, har eg eri komin at kenna nógv fólk. Fyri meg hevur tað ikki altíð verið so avgerandi [...] men nú er tað nóg mikið fyri hana at spæla í Havnar Bridgefelag, parakapping aðru hvørja viku. og hon møtir trúliga. - Hví fór tú at spæla bridge? - Eg gekk í bindiklubba. Har vóru onkrar, sum vóru byrjaðar [...] byrjaðar í bridgeskúlanum, og eg fekk so eisini hug at fara við í bridgeskúlan, sum var í gamla kommunuskúlanum. - Har vóru fleiri, sum skiftust um at undirvísa, m.a. Reimar Isaksen, A. G. Nielsen, Jæogan Andreassen
Sjálvsagt hevur Poul Johannes ikki altíð sæð tað sama út, sum fyri gott 50 árum síðani, tá eg kom at kenna hann. Men fyri mær hevur hann ongantíð verið tann gamli maðurin. Gamal drongur, lat gá. Lættur [...] tær nógv fyri at takka, Poul Johannes! Og Sjónleikarhúsið ikki minst! Har legði tú at kalla alt, tú átti. Og eg hugsi ikki, at tú kendi tað so ótakksamt, sum tað mangan veruliga var. Tú vart og er framvegis [...] mangan glett okkum á palli og aftanfyri við. Tað var altíð stuttligt at arbeiða saman við tær. Eisini í Útvarpinum, tann tíð tað var. Tað var ikki minni eitt bragd, at tú eisini prógvaði kynstur títt í
tað, sum vit alla tíðina hava havt sum útgangsstøði, er, at vit hava eitt petti, sum er millum bretsku versiónina av fiskarílinju og tí føroysku. Tað er hetta vit eru ósamdir um. So leingi ein ikki góðtekur [...] at tað teir hava spælt út við í summar er ikki nóg mikið til, at vit síggja eina loysn fyri stavn? -Tað er øllum kent, at teir byrjaðu sítt krav stutt sunnan fyri Suðuroynn,a og teir hava gott nokk flutt [...] góðtekur, at tað er hetta vit skulu semjast um, so kann ein ikki siga, at tað er nakar vilji frá bretskari síðu at fáa eina veruliga loysn, sum sømir seg. -Kann ein ikki út frá hesum siga, at tað eru lítlar
vertir, teir vóru ikki gávumildir, men teir máttu lúta fyri liðnum úr høvuðsstaðnum, sum kláraði at halda høvdið kalt, tá mest umráddi, og sum seinastu fimm minuttirnar gjørdi tað, sum VÍF vanliga plagar [...] slíkum tølum, at alt tos um H71 sum meistaralið brátagnaði. Tað gjørdi tað ikki hesaferð, og bæði spælarar á H71-liðnum og mótstøðumenn halda, at liðið úr Hoyvík er betri fyri í ár, enn tað var í fjør, tá [...] avgerandi løtunum. Í Vestmanna eru tey ikki farin í sjokk fyri tað um teirra lið tapti hesaferð. Sjálvandi kemur tað altíð illa við at tapa, og tapið hjá VÍF er tað fyrsta í landskappingini í hálvtannað
deildini. Í kvøld sleppur bláa meistaraliðið fyri fyrstu ferð í ár at royna seg móti grannunum í Kyndli, sum eru betri fyri enn í nógv ár. Og tað er ein uppgáva, sum Neistaspælararnir taka í fullum álvara. [...] siga, at hetta er bara ein dystur vit skulu hava lidnan. Tað ber ikki til, um tú skalt verða við í toppinum. Og tá vit nú skulu spæla móti Kyndli, ætla vit at gera júst tað, sum vit altíð gera: geva okkum [...] mistu eisini silvurmerkini til StÍF. ? Nú er tað so tíðliga í kappingini enn, og tí er ilt at meta um hvør fer at verða í toppinum, tá kappingin er av, men fari eg ikki heilt skeiv, vildi eg mett, at Neistin
landsstýrisformaður, sum í hesum døgum er á almennari vitjan í Føroyum. Við hesum sigur hann, at teir millum annað vilja hava størri avirkan á uttanríkispolitikkin. Sum er, er tað sum hjá føroyingum, at [...] smenn ein dag, er ikki vist, at teir framvegis eru tað dagin eftir. Tí um Landstingið sýtir fyri at góðtaka teir landsstýrismenn, sum landsstýrisformaðurin hevur valt, sleppa teir ikki at virka. Jonathan [...] forsetar og varaforsetar, og hann dylur ikki fyri, at tað vil hann framvegis sleppa at gera. Grønlendingar vilja fegnir styrkja sambandið við amerikanska meginlandið, sum er sjálvsagt, tá hugsað verður um, hvar
hátturin, offrini doyggja uppá. Tað er eitt óhugnaligt spæl, sum í hvussu er ikki er fyri børn og onnur vanlig menniskju, og ein kann næstan ikki annað enn harmast um, at fólk forvinna pening upp á slíkt. Postal [...] fáa luft fyri innistongdari øði. Men tað finnast eisini spøl, sum ongatíð gerast stuttlig uttan mun til hvussu góð tey annars eru. Tað er sum eingin hevur varnast, at spølini skulu vera til fyri at undirhalda [...] ella aftanfyri ein bil, men ilt er at síggja, nær ein er goymdur og nær ein kann skjóta. Eitt sjúkt spæl Postal er sum spæl ein miðal uppliving, hvørs einasta nýggja er tann alt ov veruleikanæri hátturin