so høgligt at varðveita tann gamla, serføroyska matin, sigur hann. Spurningurin er tí, um vit eiga at loyva eini ávísari sølu av grind og aðrari serføroyskari matvøru. Sjálvur heldur hann, at tað slepst [...] undan, at grind er at fáa til keyps í handlum. - Tá fólk hava fingið sín part, avgera tey sjálvi, hvat tey gera við hann. Summi, eitt nú tey, sum finna eina grind, fáa eisini so nógva grind, at tað er [...] Ólavur Sjúrðarberg. - At fara í grind er ofta eisini ein stórur, fíggjarligur missur, tí fólk leggja arbeiðið niður, umframt at tey brúka bensin, sigur hann. Hann vísir eisini á, at hjá summum er einasti
hjá Havstovuni. Yvirlitstrolingin hjá Magnusi Heinasyni á Føroyabanka í vár er liðug og vísti hon, at tað framvegis er sera lítið til av toski á Føroyabanka. Í teimum 29 hálunum vóru bert 30 toskar. Hinvegin [...] sum var 14 cm til støddar og 1 ára gomul, sum var sera vanlig um allan bankan. Eisini var nebbasild at fáa í trolinum um allan bankan grynri enn umleið 200 metrar.
Havn, latin upp. Fimm tilboð komu inn, og nú er greitt, at J&K Petersen eigur lægsta tilboðið, sigur Tórshavnar kommuna. J&K Petersen bjóðar sær at gera arbeiðið fyri slakar 387 milliónir krónur.. - Plásstrot [...] Plásstrot hevur leingi verið á Eystaru bryggju, og tí verður bygt út bæði fyri at geva verandi vinnulívi betri karmar og fyri at skapa møguleikar fyri vøkstri og nýggjum virksemi, sigur kommunan - Havnarøkið [...] Búnaðarstovuni, og so koma útreiðslur til verkætlan, eftirlit og trygging, afturat. Tórshavnar havn fer nú at kanna tilboðini saman við ráðgevanum, LBF, og síðani verður málið fyrireikað til politiska viðgerð
Julian Johansen tó, at teir fingu rætta uppá tingini. Julian Johansen heldur, at í seinna hálvleiki vístu kyndilsmenn, at teir eru klassar betri enn Neistin. Kyndilsvenjarin sigur, at teir nú taka ein sigur [...] sigur í senn, og so vónar hann, at við hjálp frá úrslitunum í hinum dystunum, so fer tað at røkka til eitt FM finalupláss, men hann ásannar, at vónin er ikki serliga stór, men Kyndil fer eftir tí lítla [...] ímóti Neistanum. Ein sigur, sum heldur lív í lítlu vónini kyndilsmenn hava at røkka FM-finalunum. Julian Johansen ásannar, at tað gekk illa í hond teir fyrstu 25 minuttirnar, og hann var pínliga berørdur
hjá Rás2 hevði at siga aftaná dystin millum Kyndil og Neistan í Hvonndeildini. Ein dystur Neistin vann 17-12 (6-4). Sigrun Mikkelsen heldur, at tað er alt ov vánaligt av Kyndli bert at skora 12 mál ein [...] Sigrun Mikkelsen væntar ikki, at Neistin fer at slaka teir næstu dystirnar, nú neistakvinnur hava tryggjað sær FM finalunplássið í góðari tíð. Sigrun Mikkelsen heldur, at tað er ein leiklutir tær í Neistanum [...] Neistanum eru vanar við, og hon heldur, at Neistin hevur nakað at arbeiða við teir komandi dystirnar. Sigrun Mikkelsen heldur, at neistakvinnur mugu betra álopspartin, ikki minst, um Marjun Danberg ikki
frá at vinna grundspælið. - Tað er altíð stuttligt at vinna Havnina, sigur ein ovurfegin Brynja Høj um enn ein sigur hjá neistakvinnum yvir grannunum í hesum kappingarárinum. Hon viðgongur tó, at talan [...] Brynja Høj staðfestir, at tá Kyndil og Neistin møtast eru verjurnar altíð góðar, og tað eru altíð fá mál í dystunum teirra millum. Hon heldur, at tær í Neistanum fingu tingini at rigga betri í seinna hálvleiki [...] til tær. Brynja Høj heldur ikki, at tað verður ein trupuleiki hjá henni og liðfeløgunum at halda kósina nú FM finaluplássið er tryggjað í góðari tíð, og freistandi er at slaka eitt sindur, men tað ætla
avgerandi dyst ímóti Silkeborg á útivølli. Áðrenn tað kann Silkeborg hála nógv inn á Vendsyssel FF við at vinna útidystin ímóti Skive komandi sunnudag.
eru niður til Arsenal á triðja plássi. Tí bendir nógv á at Leicester fer at vinna tað sensatiónella meistaraheitið, sum eingin hevði trúð undan at kappingarárið byrjaði. Verandi meistararnir úr Chelsea [...] fingu á heimavølli kneykra sær ein 2-2 javnleik, eftir at West Ham annars hevði verið á odda í tveimum førum. Í báðum førunum eydnaðist tað Chelsea at javna í yvirtíðini. Fyrst í yvirtíðini í fyrra hálvleiki [...] League. Leicester vann í dag trupla útidystin móti Crystal Palace 1-0 við máli frá Riyad Mahrez, eftir at Jamie Vardy hevði lagt upp til liðfelagan. Við sigrinum í dag er Leicester nú átta stig frammanfyri
- Føroyingar eiga at senda eitt skip í Miðjarðarhavið at bjarga flóttafólkum, og vit kunnu eisini rinda fyri, at eitt útlendskt skip verður sent í Miðjarðarhavið at bjarga flóttafólkum. Tað halda teir [...] hjálp á staðnum, har flóttafólk missa lívið í royndunum at finna eina betri tilveru. - Hava vit einki skip sjálvi, vit kunnu senda, kunnu vit fíggja, at eitt annað skip verður sent í Miðjarðarhavið, leggja [...] Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, greiddi í dag frá á Rás 2. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.
bólkurin Byrta er tilnevndur í Ársins videolag. Spennandi verður at vita um Guðrið ella Byrta fara heim við nøkrum virðislønum leygarkvøldið. -At vera tilnevnd sum Ársins songkvinna, kom óvæntað á meg, tí her [...] nógvar nýggjar og dugnaligar songkvinnur í Føroyum. Kenslan er tó deilig, og eg haldi, at tað er stuttligt áhaldandi at verða tilnevnd, sigur Guðrið. Heili tvey videoløg hjá Byrtu eru í ár tilnevnd sum Ársins [...] eitt framúrskarandi hugnaligt, spennandi og stuttligt tiltak. Tú møtir hinum tónleikarunum og sleppur at hoyra tey live, sigur Guðrið Hansdóttir rósandi. Enn einaferð verður skipað fyri FMA – Faroese Music